mánadagur 6. august 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 149 - 6. august 2007
Føroyar eru ótrúliga
náttúruvakrar, og
tí áttu vit at skapt
nakrar tjóðarlundir,
so vit kundu varðveitt
okkara ríka plantu-
og urtalív, fyri ikki at
tala um fuglalív, sigur
Heidi Petersen
POLITIKKUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Í framløgu síni í sambandi
við viðgerðina av løgmans
røðuni, nam Heidi Petersen
við føroysku náttúruna og
vísti á, hvussu ótrúliga vøk
ur hon er.
Okkara náttúra er serstak
liga vøkur, men samstundis
eisini ógvuliga sárbar. Hon
verður nýtt í ein stóran mun
til húsdjórahald, har bæði
seyður, neyt og gæs verða
slept og ganga í haganum.
Hetta gongur út yvir plantir
og urtir eins væl og fuglalív,
og tí áttu vit at skipa nøkur
av okkara allarvakrastu og
mest týðandi økjum sum
tjóðarlundir, har einki órógv
andi slapp framat, sigur
Heidi Petersen.
Hon sigur, at økir áttu at
verið skapt, har eingi djór
og ongar maskinur av nøkr
um slag sluppu framat,
hvørki bilar ella bátar. Einki,
sum kann órógva hvørki
plantir og urtir ella fuglin.
Heidi Petersen vísir á nøkur
ítøkilig øki, sum eru serliga
rík við antin plantum og
urtum ella fugli.
Sum dømi kundi verið
nevnt Gróthúsvatn á Sand
oynni, sum er kent fyri sítt
ríka plantu og urtalív. Har
finnast
plantusløg,
sum
helst ikki finnast aðrastaðni
í Føroyum. Og Toftavatn,
sum er kent fyri sítt ríka
fuglalív. Ella Eiðiskollur,
sum bæði hevur ríkt plantu
og fuglslív. Og tað eru eitt
ótal av øðrum møguleikum
eisini, sigur Heidi Petersen.
Onnur serlig eyðkenni
kundu eisini komið upp á
tal, eitt nú fossar, áðir og
serligir hamrar. Støð, sum
skulu skipast á slíkan hátt,
at bert ber til at koma hagar
hjá fólki til gongu.
Nú so nógv verður tosað
um náttúru og umhvørvi
haldi eg, at hetta er júst rætta
tíðin at taka hetta málið upp,
sigur Heidi Petersen.
Tjóðarlundir til fólkið
Anfinn Kalsberg
hevur altíð verið
ógvuliga siðiligur og
ógvuliga dugnaligur.
Og tá hann legði frá
sær, hevði flokkurin
í veruleikanum ein
»luksus-trupulleika«,
sigur løgmaður um
formansskiftið í
Fólkaflokkinum
POLITIKKUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Løgmaður, Jóannes Eides
gaard, hevur í nógv ár havt
samstarv við Fólkaflokkin,
og longu í samgongusam
ráðingunum í 1991 kom
hann at kenna Anfinn Kals
berg á politiska frontinum.
Tá var Jógvan Sundstein
formaður, men Anfinn Kals
berg var sum næstformaður
við í samráðingunum, og
tað, sum altíð hevur eyðkent
Anfinn Kalsberg er, at hann
er ógvuliga siðiligur, og
dugir sítt handverk ótrúliga
væl, sigur Jóannes Eides
gaard, løgmaður og formað
ur í Javnaðarflokkinum.
Løgmaður er ikki í iva
um, at Jørgen Niclasen fer
at megna uppgávuna sum
floksformaður væl.
Hann hevur longu fung
erað sum formaður, og hann
er eisini partur av »lítlu
samgongu«, og hann hevur
góð evni at finna semjur, og
er lættur í sínum máta at
vera upp á. So eg vænti
avgjørt ongar trupulleikar
at samstarva við hann, sigur
løgmaður.
Sjálvandi hava teir hvør
sín stíl. Meðan Anfinn hev
ur verið tungur í sessinum,
er Jørgen meiri kvikur,
sigur løgmaður.
Hann ger tó vart við, at
hann sanniliga eisini hevur
havt eitt gott samstarv við
hin kandidatin til formans
sessin, Bjarna Djurholm.
So uttan mun til, hvør av
teimum gjørdist nýggjur
formaður í Fólkaflokkinum,
var løgmaður vísur í góðum
samstarvsmøguleikum.
Eg fari so at ynskja
Jørgen góða eydnu í starv
inum. Tað verður ikki lætt.
Fremsta málið hjá honum
verður at halda saman upp á
flokkin. Annars merkir for
mansskiftið í Fólkaflokkin
um, at eg nú eri elsti floks
formaður, og tað gevur mær
nakað at hugsa um, sigur
løgmaður við einum »undir
fundigum« eygnabrá.
Ungur men royndur
Jenis av Rana dámar
væl úttalilsini frá
nýggja Fólkafloks-
formanninum, tí
hann nemur við
mál, sum standa
Miðflokkinum nær
POLITIKKUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Formaður
Miðfloksins
hevur serliga heft seg við
fráboðanina hjá nýggja
formanninum í Fólkaflokk
inum, Jørgen Niclasen,
um, at hann ætlar at profil
era sosialliberala politikk
in munandi kraftigari enn
flokkurin
hevur
gjørt
higartil.
Vit fegnast um hesa
útmeldingina, tí sosialpol
itikkurin er júst nakað,
sum vit í Miðflokkinum
raðfesta ógvuliga høgt.
Og hetta var eisini júst
tað, eg sóknaðist eftir í
mínari
framløgurøðu,
sigur Jenis av Rana.
Hann væntar eina ávísa
broyting, nú Jørgen Nicla
sen er vorðin formaður í
Fólkaflokkinum.
Aldurin í sjálvum sær
er ein broyting. Og talan
verður sjálvsagt um eina
broyting, men eina posit
iva
broyting,
tí
við
útmeldingini um at leggja
størri dent á sosialpolitikk
in og samstundis at taka
størri stig á sjálvbjargnis
leið, so er tað nakað, sum
vit taka undir við, sigur
Jenis av Rana.
Formaður Miðfloksins
tulkar útmeldingina hjá
Jørgen Niclasen so, at
flokkurin nú er til reiðar at
hugsa meiri um tey veiku
í samfelagnum, og harvið
at leggja á annan bógv.
Vit hava altíð havt eitt
gott samstarv við Anfinn
Kalsberg, og við nýggja
leiðaranum hava vit enn
meiri at samstarva um á
sosiala og sjálvstýrisøkin
um, sigur Jenis av Rana.
Spennandi
útlit
enis av Rana heldur útmeldingina hjá nýggja
formanninum í Fólkaflokkinum vera spannandi
Heidi Petersen mælir til at
seta á stovn tjóðarlundir
kring landið
Nýtt í Marilyn
Monroe-málinum
Eitt hitt mest umrødda deyðsfallið er tað av Marilyn
Monroe í 1962. Og nú er ein nýggjur dokumentarfilmur á
veg, ein filmur, sum sambært framleiðaranum kveikir
nýtt ljós á hetta kenda deyðsfall. Tað er Keya Morgan, ið
hevur gjørt samrøðu við ein FBIagent, sum eygleiddi og
avlurtaði íbúðina hjá Monroe tað kvøldið, hon andaðist.
Almenna deyðsorsøkin var søgd at vera sjálvmorð, men
nógvar samansvørjingarteoriir hava verið frammi, teoriir,
sum millum annað umfata bæði John og Robert Kennedy.
Prestur selur marihuana
Tað skal valdast prestar. CraigX Rubin er júst dømdur fyri at
selja marihuana í kirkju síni í Hollywood. Millum kundarnar
sigst vera ein so navnframur maður sum Brad Pitt. Sektin
nevnist Temple 420 (úttalað fourtwenty) og er ímyndin av
marihuana. Hetta kemst eftir øllum at døma av, at nakrir High
Schoolnæmingar í San Rafael í 1971 hittust hvønn dag
klokkan 4.20 at roykja marihuana framman fyri eini
standmynd av Louis Pasteur. Revsingin verður ásett 17.
August, og presturin kann rokna við upp til átta mánaðir
handan rimar.
Løgmaður heldur, at Fólkaflokkurin hevði ein luksus
trupulleika, tá hann skuldi velja nýggjan formann.