mánadagur 6. august 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 149 - 6. august 2007
tíðindi
Má vísa orð í verki
Kaj Leo Johannesen,
sum sjálvur er ungur
floksformaður, ávarar
nýggja formannin
í Fólkaflokkinum,
Jørgen Niclasen, um,
at tað er ein stór upp
gáva at taka upp á seg
POLITIKKUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
- Jørgen má venja seg við,
at tá hann úttalar seg, so er
tað ikki bara fyri seg sjálv-
an, men fyri allan flokkin,
og tað er ein heilt nýggjur
leiklutur, sigur Kaj Leo Jo-
hannesen, formaður Sam-
bandsfloksins.
- Uppgávan verður savn-
andi og semjusøkjandi, og
sum leiðari í flokkinum er
tað hansara fremsta mál at
fáa tað besta fram, sum
flokkurin kann bjóða, vísir
Kaj Leo víðari á.
Formaður Sambandsfloks-
ins sigur, at tað tekur tíð at
finna seg til sættis í starv-
inum sum nýggjur floksfor-
maður, og frá egnum roynd-
um veit hann, at tað tekur
eini tvey ár at gerast rætti-
liga tryggur við sín nýggja
leiklut.
- Tað er neyðugt at sleppa
lokala spjaldrinum, tí sum
floksformaður er mann um
nakað politikari fyri alt
landið,
sigur
Kaj
Leo
Johannesen.
Formaður Sambandsfloks-
ins væntar tó ikki, at tað fer
at verða nakar trupulleiki at
samstarva við Fólkaflokkin
eftir formansskiftið.
- Á borgarliga vonginum
verður í hvussu er eingin
trupulleiki. Og hvat sjálv-
bjargni viðvíkur, so er tað
ikki upp til okkum, men til
Fólkaflokkin at gera av,
hvat hann vil. Mín uppgáva
er so at finna semjur við all-
ar flokkar, og tað ber eisini
til so leingi vit fara so væl
við øðrum, sum vit sjálvi
vilja verða viðfarin, si gur
Kaj Leo Johannesen, for-
maður Sambandsfloksins.
Stór avbjóðing
Formaðurin í Tjóð
veldisflokkinum,
Høgni Hoydal, er ikki
serliga bergtikin av
útmeldingunum hjá
nýggja formanninum
í Fólkaflokkinum
POLITIKKUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
»Føroyar leysar av donskum
pengum, og fólkaatkvøða
um ríkisrættarligu støðuna í
seinasta lagi ár 2015«.
Tað var proklamatiónin
hjá
Jørgeni
Niclasen,
nýggja
formanninum
í
Fólkaflokkinum. Og hetta
skuldi verið søtur tónleikur
í oyrunum á Tjóðveldis-
flokkinum, men so er ikki.
- Tað verður neyðugt hjá
Jørgeni Niclasen at broyta
Fólkaflokkin, tí hann er
vorðin ein reinur sambands-
flokkur. Hann hevur heft heit-
ið »Kongeriget Danmark for
så vidt angår Færøerne« á
okkum. Og so vóni eg, at
hann torir at gera upp við
ábyrgdarleysa fíggjar- og
skattapolitikkin, sum Fólka-
flokkurin hevur havt stóra
ábyrgd av seinasta valskeið-
ið, sigur Høgni Hoydal.
Men hetta er ikki nóg
mikið.
– Eg vóni eisini, at hann
torir at gera upp við
seráhugamálini í føroyskum
vinnupolitikki, so vit kunnu
fáa eitt frælst og liberalt
vinnulív uttan nøkur fram-
íhjárættindi, sigur formaður
Tjóðveldisfloksins víðari.
Høgni Hoydal sigur, at
tað er av stórum týdningi,
at Jørgen Niclasen undan
valinum vísir í verki, at
hann vil broytingar og ikki
ætlar at koyra í somu rillu.
- Fyrsta stigið í so máta er
at standa við tær avtalurnar,
sum gjørdar vóru í 1998, og
sum flokkurin síðani leyp
frá. Tað verður avgerandi fyri
føroyskan politikk og fyri
samstarvsmøguleikarnar
frameftir, sigur Høgni Hoy-
dal, sum tó samstundis nýtir
høvið at ynskja Jørgen Nicla-
sen tillukku við formanssess-
inum.
Jørgen má vísa í verki, at
hann meinar tað, hann sigur.
Og hann kann passandi
standa við tær avtalur, ið
gjørdar vóru í 1998, sigur
Høgni Hoydal
Royndi at myrða kvinnu
Ein innbrotstjóvur royndi leygardagin at myrða eina norska
kvinnu, tá hann koyrdi hana yvir við Næstved Storcenter.
Tað metir løgreglan, sum seint í gjárkvøldið handtók
mannin, tá hesin sjálvur meldaði seg á løgreglustøðini.
Kvinnan, sum er fyrst í 40-unum, varð løgd inn á
Ríkissjúkrahúsið við lívshóttandi skaða. Hon og familjan
skuldu keypa inn í Bilka, tá tey varnaðust, at ein tjóvur
hevði brotið inn í húsvorg teirra. Kvinnan stillaði seg fyri, tá
tjóvurin stakk av í bili við tí úrsliti, at hon varð niðurkoyrd.
Trý avrættað í USA
Tríggir tannáringar blivu avrættaðir meðan ein fjórði
slapp við lívinum í tí, sum líkist eini gøtubandauppgerð.
Hendingin fór fram um hálvgum tólvtíðina sunnukvøldið
á einum spæliplássi við Mount Vernon skúlan í Newark,
New Jersey. Tey dripnu eru ungi menninir Deshawn
Harvey og Terrance Aeriel og unga kvinnan Ofemi
Hightower. Ein onnur genta, 19-ára gamla Natasha
Aeriel, sum er systir til ein av teimum dripnu, slapp við
lívinum. Hon liggur nú á lokala sjúkrahúsinum og er
uttan fyri lívsvanda.
Tað var stuttligt
at hoyra nýggja
formannin í Fólka
flokkinum boða
frá politisku kós
síni, tí tað var sum
at lesa stevnuskrá
Sjálvstýrisfloksins,
sigur Kári P. Høj
gaard
POLITIKKUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Sjálvstýrisflokkurin
er
tann flokkur, sum liggur
Fólkaflokkinum nærmast
í hugsjónum. Tí er tað
heldur ikki løgið, at júst
hesir báðir flokkarnir ofta
hava verið í samstarvi. Í
nýggjari tíð hevur tað so
verið Anfinn Kalsberg, ið
Sjálvstýrisflokkurin hevur
havt við at gera.
- Ja, vit hava oftani
verið í samgongu við
Fólkaflokkin, og eg kann
bara siga, at vit altíð hava
havt eitt sera gott samstarv
við Anfinn Kalsberg, sig-
ur Kári P. Højgaard, for-
maður
í
Sjálvstýri-
flokkinum.
Hinvegin so er hann ser-
stakliga glaður fyri pro-
klamatiónina hjá nýggja
formanninum í Fólkaflokk-
inum, Jørgen Niclasen.
- Ja, eg má sjálvandi
fegnast um útmeldingina
hjá Jørgen Niclasen. Hann
siteraði
jú
stevnuskrá
Sjálvstýrisfloksins í sjálv-
stýrismálinum, sigur Kári
P. Højgaard.
Formaður
Sjálvstýris-
floksins vísir víðari á, at
eisini Tjóðveldisflokkurin
leggur stóran dent á tað,
sum stendur í stevnuskrá
Sjálvstýrisfloksins, so all-
ir møguleikar standa opnir
fyri einum sjálvstýrislands-
stýri eftir komandi val.
- Eg eri fegin um, at
báðir flokkar leggja dent á
røturnar, tí báðir eru
sprotnir úr Sjálvstýris-
flokkinum. Bæði formaður
Tjóðveldisfloksins
og
nýggi formaðurin í Fólka-
flokkinum hava eisini lagt
seg eftir at líkjast formann-
inum í Sjálvstýrisflokkin-
um, nú teir báðir eru í holt
við at anleggja sær skegg,
sigur Kári P. Højgaard.
Aftur til
røturnar
Teir søkja aftur til røturnar. Og nú royna teir eisini at
líkjast formanni Sjálvstýrisfloksins í útsjónd, sigur Kári P.
Højgaard
Tað tekur eini tvey ár at finna seg til sættis í formanssessinum,
sigur Kaj Leo Johannesen