mánadagur 6. august 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 149 - 6. august 2007
7
tíðindi
Stutt Sagt
Pólland
aftur í
kreppu
Politiskur ófriður hevur
valdað í Póllandi í summ
ar, og nú er aftur líkt til, at
póllendingar skulu á val í
úrtíð. Í gjár boðaði ein
lítil flokkur frá, at hann
hevði tikið seg burtur úr
stjórnarsamgonguni, og at
teir báðir ráðharrarnmir
hjá flokkinum vóru farnir
til hús. Løtu seinni kunn
gjørdi tann radikali floks
leiðarin, Andrzej Lepper,
at hann er til reiðar at taka
sín flokk úr stjórnarsam
gonguni. Lepper, sum í
løtuni verður kannaður í
sambandi við illgruna um
svik, segði í gjár, at í
veruleikanum hevur Póll
and onga stjórnarsam
gongu longur.
Fekk
óhøvisk
brøv
Mona Sahlin, sum er for
maður í svenska javnaðar
flokkinum, avdúkaði í
einari útvarpssending í
gjár, at hon fekk fleiri
óhugnalig brøv og teldu
brøv, tá hon tók við sum
floksformaður fyrr í ár.
Onkur brævskrivari kall
aði hana horu, og tað vóru
tey, sum brúktu uppaftur
verri orð, og sum ikki eru
egnað til endurtøku, segði
Mona Sahlin. Tað vakti
ans, at Mona Sahlin
nevndi brævskrivararnar
við navni í útvarpssend
ingini, og sjálv helt hon
tað vera rætt, tí tann, sum
skrivar slíkt, má eisini
tora og tola at leggja navn
til, segði hon.
Ikki
Koppel
Tekniska deild hjá Keyp
mannahavnar kommunu
ætlar at nevna eina gøtu í
býnum eftir tónleikaranum
og tónssmiðinum Thomas
Koppel, sum doyði í
februar í fjør. Men býráðs
limirnir hjá Vinstra siga
nei, tí Thomas Koppel
segði seg hava samhuga
við
irakunum,
sum
bardust
ímóti
teimum
útlendsku hermonnunum
í Irak.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Vit eru sjúk og vilja sleppa heim. Taleban hava
sett sínar byrsumúlar ímóti okkum
(suðurkoreanskur gísli í Afghanistan)
útlond
Umheimurin er alt
ov seinur at hjálpa
teimum neyðstøddu
í vatnflóðini í
Landssynningsasia.
Altjóða
hjálparfelagsskapir
rópa nú neyðarróp.
Í gjár vóru tvær tyrlur og
sleptu 11.000 neyðhjálpar
pakkum
niður
til
tey
neyðstøddu í indiska lands
partinum Bihar. Men tað er
bara ein dropi í havinum
ella vatninum.
Tann
hjálpin,
sum
kemur, munar als ikki.
Okkum
tørvar
eina
luftbrúgv við neyðhjálp, og
øll mugu gera sítt, sigur Job
Zachariah, sum stendur á
odda fyri indisku deildini
av
SThjálparstovninum
UNICEF.
Vatnflóðin í India, Nepan
og Bangladesh er tann
ringasta
í
mong
ár.
Myndugleikarnir halda, at
umleið 20 milliónir fólk
eru vorðin heimleys, og at
minst 1.400 fólk hava latið
lív
teir
báðar
seinastu
mánaðarnar. Í Bihar í India
er støðan sera álvarssom.
Har hevur vatnflóðin rakt
minst 11 milliónir fólk, og
hildið
verður,
at
tvær
milliónir fólk eru savnað á
heyggjum, sum ikki eru
farnir undir enn.
Vit mugu gera munandi
meiri enn tað, sum verður
gjørt
nú,
sigur
Job
Zachariah við altjóða
tíðindastovurnar.
Í gjár komu indiskir
eygleiðarar til Nepal at
halda eyga við tí nógva
vatninum, sum rennur úr
Himmalayafjøllunum, og
sum fær áirnar í Nepal,
India og Bangladesh at fara
langt upp um áarbakkarnar.
Indiskir embætismenn, sum
hava kannað viðurskiftini,
siga, at teir stúra fyri tí
ringasta.
Minkar vatnið ikki, fáa
vit eina vanlukku, sum
verður nógv verri enn alt,
sum vit hava sæð fyrr, sigur
ein av embætismonnunum
við Reuters.
Umfarssóttir
Samstundis ávara heilsu
myndugleikarnir í India
um, at tað er stórur vandi
fyri umfarssóttum, og at
fleiri milliónir fólk kunnu
gerast sjúk. Eitt nú bera
myndugleikarnir í lands
partinum Assam ótta fyri,
at umfarssóttir kunnu taka
seg upp í neyðlegum, har
myndugleikarnir hava savn
að fleiri túsund fólk, sum
hava mist hús og heim av
vatninum. Tað er serliga
vandin fyri malaria, sum
ørkymlar myndugleikarnar.
Vit eru veruliga ræddir
fyri, at ein umfarssótt fer at
taka seg upp í Assam nú,
sigur
talsmaðurin
hjá
landspartastjórnini, Tarum
Gogoi.
Tað var trongligt á hesum sjúkrahúsinum í Dhaka í Bangladesh í gjár
Tann gloymda neyðin
Ein fyrrverandi
embætismaður hjá
Yasser Arafat vil
vera við, at fronsku
myndugleikarnir
hava ikki sagt allan
sannleikan um deyða
Arafats
Palestinski forsetin doyði í
Fraklandi í november í
2004, og tá søgdu fronsku
læknarnir, at Arafat doyði
av heilabløðing. Harafturat
var tað mervirkandi, at
hann
hevði
ein
svull
innvortis, og at hann eisini
leið av gulusótt.
Men Bassam Abu Sharif
sigur við ísraelska blaðið
Haaretz, at hetta er ikki
allur sannleikin, men at
fyrrverandi franski forsetin
Jacques Chirac situr við tí
partinum av sannleikanum,
sum ikki er komin fram
enn.
Sambært
Abu
Sharif
beindu ísraelsmenn fyri
palestinska forsetanum við
einum evni, sum oyðileggur
tey
reyðu
blóðkornini.
Spurdur, um hann er til
reiðar at avdúka, hvør
kennir sannleikan, sigur
Abu Sharif, at vil Chirac
einki siga, er hann sinnaður
at gera tað.
Fransmenn søgdu ikki
sannleikan um deyða Arafats