Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. august 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 149 - 6. august 2007 Øll mál, sum danir gjalda fyri í dag, skulu yvirtakast, og fólkaatkvøðu um sambandið við Dan­ mark skal verða í seinasta lagi 2015. Nýggi formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, lovar endurnýgging POLITIKKUR Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Føroyskur sjálvsstýrispolit­ ikkur er ikki tann sami, sum hann var í seinastu viku. Í øllum førum er greitt eftir at Fólkaflokkurin kjós­ aði sær nýggjan formann hósdagin, at hann ætlar sær at seta ferð á aftur sjálv­ bjargnistilgongdina hjá føroyingum. ­ Eg og Anfinn Kallsberg hava verið ógvuliga samdir, men nú verður ein fornýgg­ ing. Nú skal ferð setast á aftur, sigur nýggi formaður­ in, Jørgen Niclasen, ið nevn­ ir trý punkt fyri at røkka hesum. Fyri tað fyrsta heldur Jørgen Niclasen, at ein semja skal gerast millum allar flokkar um ein sjálv­ berandi búskap, og hetta metir hann, at allir flokkar á Tingi eru áhugaðir í. Fyri tað bæsta skulu øll tey 22 økini, sum enn eru bú­ skaparliga heft at Danmark, fáast á føroyskar hendur. Í triðja lagi skal fólkaat­ kvøða um »ta ríkisrættarligu støðuna haldast í seinasta lagi í 2015. ­ Ja, eina broyting, kunnu vit kalla tað, eina ítøkiligg­ ering, sigur nýggi formaður­ in, og vísir á, at tað so­ nevnda fullveldislandsstýr­ ið ynskti 15 ára skiftistíð. ­ Nú er broytingin tann, at løgmaður við Javnaðar­ flokkinum hevur sagt, at vit vit skulu verða leys búskap­ arliga av Danmark, sigur Jørgen Niclasen. Ert tú løgmansevni hjá Fólkaflokkinum? ­ Tað hava vit ikki viðgjørt enn. Men tað er vanligt, at formaðurin er løgmansevni. Við seinasta val meldaðu hinir flokkarnir út, at teir ikki vildu Anfinn Kallsberg aftur sum løgmann. Ert tað tí, at hann fór frá nú? ­ Nei, tað haldi eg ikki. Hann vildi hava eina for­ nýgging, sigur Jørgen Nicla­ sen, ið vísir á, at Anfinn Kallsberg hevur sitið í 4 samgongum. Væntar ikki »politiska forfylging« Ofta hevur verið róð fram­ undir, at nývaldi formaðurin í Fólkaflokkinum skuldi hava verið virkin í einum máli, har flakamaskinur og onnur útgerð varð flutt frá Fiskavirking til Fiskavirkið hjá Jørgeni Niclasen í Sør­ vági. Sambært bókini »Skjót journalistin« frá 2003 eftir Grækaris Djur­ huus Magnussen og Øssur Winthereig varð málið »uppdagað«, men talan var ikki um politimál. Tó er sambært ikki greitt, hvar nøkur kør, sum eisini vórðu tikin, endaðu. Jørgen Niclasen segði við Útvarpið hóskvøldið, at onki var í hesum málinum. Men kann málið um flaka­ maskinuna ikki geva trupul­ leikar til næstu samgongu­ samráðingar? ­ Um so verður, so er tað politisk forfylging, sigur fólkafloksformaðurin, ið sigur, at hatta ikki er nøkur »hemmeligheit«, sum hann orðar tað. ­ Eg havi sitið í landsstýr­ inum síðani tá, sigur Jørgen Niclasen, ið váttar, at hetta eisini hevur verið viðgjørt áður í samgongusamráðing­ um. Men tað er ein endur­ nýggjaður Fólkaflokkur, ið fer til løgtingsval um ikki langa tíð, staðfestir nýggi floksformaðurin. Sjálvstýrisvongurin á flog aftur Jørgen Niclasen fær eina trupla uppgávu at endurnýggja flokkin, Tað metir Høgni Hoydal, sum heldur, at Fólka­ flokkurin skal gera upp við førda skatta­ og bú­skapar­ politikkin POLITIKKUR Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, sigur seg vóna, tá hann verður spurdur, um nýggja leiðslan í Fólkaflokkinum fer at broyta føroyskan sjálvstýris­ politikk. ­ Mín vón er, at Fólka­ flokkurin fer frá sambands­ leistinum frá hesum val­ skeiðnum. ­ Eg vóni eisini, at hann fer at gera upp við sæta ser­ áhugamálunum, sigur Høgni Hoydal, ið vil vera við, at størsta tapið fyri før­ oyskan politikk er, at smáir maktbólkar stýra. Spurdur um dømi, nevnir hann mál á fiskivinnuøkinum og Skálafjarðartunnil, sum eftri hansara tykki hava fingið ov vítt rásarúm frá Fólkaflokkinum. Men letur nýggja støðan upp fyri øðrum møguleikum í føroyskum politikki? ­ Nú ljóðar tað kanska flosklasligt, men fyri okkum er politikkurin avgerandi, sig­ ur Høgni Hoydal, ið leggur dent á, at framtíðarstøða Føroya er avgerandi. ­ Vit vilja gera upp við skattapolitikkin og tann ábyrgdarleysa búskaparpol­ itikkin hjá núverandi samgongu. ­ Tað veldst um, hvat tann nýggi formaðurin ger, men hann hevur ikki nógva tíð, sigur Høgni Hoydal. Sambært bókini »Skjót journalistin« skal Jørgen Niclasen hava havt okkurt at gera við nakrar flakamask­ inur, sum vórðu fluttar. Kann hugsast, at tit møguliga kunnu peika á Jørgen Nicla­ sen sum løgmansevni? ­ Tað kann eg ikki svara uppá, men fyri okkum er tað avgerandi, eins og tað var við Anfinn Kallsberg, at alt verður lagt á borðið, at alt kortini verða løgd á borðið, sigur tjóðveldisformaðurin. Skal gera upp við siðvenju Er tað positivt signal fyri tykkum, at tað varð tann eftir øllum at døma meira sjálvstýrissinnaði Jørgen Niclasen, ið gjørdist for­ maður, heldur enn Bjarni Djurholm? ­ Nú skal eg ikki gera meg til dómara yvir Fólka­ flokkinum. Tað avgerandi er ikki einstakir persónar, sigur Høgni Hoydal, ið tó vísir á, at Jørgen Niclasen hevur eina traditión at gera upp við, og nevnir aftur »seráhugamálspolitikkin« og yvirtøkulógina, har orðingin “Kongeriget Danmark for såvidt angår Færøerne« varð nevnt. ­ Hetta eiga Føroyar at koma burtur frá, metir Høgni Hoydal. ­ Jørgern Niclasen fær eina stóra uppgávu, sigur Høgni Hoydal, ið annars sigur seg ynskja nýggja fólkafloksformanninum hepna hond. M.a. fegnast Høgni Hoydal um, at Fólka­ flokkurin nú eftri øllum at døma fer at miðsavna seg meira um sosialmál. ­ Hann skal tora standa ímóti trýsti, sum eftir okk­ ara tykki er farið tann skeiva vegin. ­ Higartil hava vit havt tveir sjálvstýrisflokkar, ein høgra og ein vinstra. Men Fólkaflokkurin er blivin ein Sambandsflokkur, tað krev­ ur nógv at broyta mynstrið. ­ Tað svarar til, at toga seg sjálvan upp við hárun­ um, og tað er ikki lætt, sigur Høgni Hoydal. ­ Á ein hátt hevur Tjóðveldisflokkurin fingið ein pot­ entiellan sam­ starvspartnara, men samstundis ein størri kapp­ ingarneyta, sigur Sjú­rður Skaale um formansvalið í Fólkaflokkinum POLITIKKUR Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo ­ Hetta er ein ósigur fyri sambandsveingin. Tað sigur Sjúrður Skaale, samfelagsfrøðingur, ið sigur, at tað ongantíð hevur verið nakað dulsmál, at hin kandidaturin til formans­ sessin í Fólkaflokkinum, Bjarni Djurholm, er at finna á sambandsveinginum í flokkinum. Sjúrður Skaale vísir á, at Jørgen Niclasen longu hevur sett fólkaatkvøðu um ríkisrættarligu støðu Føroya á dagsskrá. ­ Hetta upptekur fólk og er til gagns fyri sjálv­ stýrisveingin. ­ Tað er áhugavert at hann meldar hetta út, hóast hann er í samgongu. Tað svarar til, at hann situr í einum toki, men ikki er nøgdur við kósina, sigur Sjúrður Skaale. Løgið at Anfinn fer nú Hann heldur tað vera merkisvert, at t.d. Poul Michelsen, sum er úr høvuðsstaðnum, atkvøddi fyri vágatingmanninum sum formanni. Hinvegin er Poul Michelsen kendur fyri at vera staddur ytst á sjálvstýrisveinginum í Fólkaflokkinum. ­ Hetta er ein uppgerð og ger, at Fólkaflokkurin kann fáa tær atkvøðurnar aftur, sum hann hevur mist til Tjóðveldisflokkin, sigur Sjúrður Skaale og vísir á, at Tjóðveldisflokkurin hevur vunnið trý val á rað ­ Á ein hátt hevur Tjóð­ veldisflokkurin fingið ein potentiellan samstarvs­ partnara, men samstundis ein størri kappingarneyta. Spurdur, um tað man vera tí, at Fólkaflokkurin ikki metir, at Anfinn Kalls­ berg ikki hevur nakran kjans í eini komandi telving um løgmann, sigur Sjúrður Skaale, at tað dugir hann ikki at meta um. ­ Men tað er eitt sindur løgið, at hann fer frá so seint. ­ Nú er stórt sæð bara valstríðið eftir, og tí er tað ein trupul uppgáva, sigur Sjúrður Skaale, ið ikki metir, at Jørgen Niclasen hevur fingið ta tíðina, ið vanligt er at geva nýggjum formonnum at markera seg. Samstarvs- felagar og kappingar- neytar Útmeldingarnar hjá nýggja formanninum í Fólkaflokk­ inum kann skapa nýggjar møguleikar fyri føroyska sjálv­ stýrisveingin. Hinvegin kunnu Fólkaflokkurin og Tjóð­ veldisflokkurin vera blivnir størri kappingarneytar enn frammanundan Jørgen stóra uppgávu