Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-06, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. august 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindi Nr. 149 - 6. august 2007 Herverk á fleiri bilar Tað hevur verið rættiliga friðarligt í høvuðsstaðnum um vikuskiftið. Kortini hava fleiri bilar ikki fingið frið fyri ótangum. Løgreglan í Havn hevur um vikuskifti fingið fleiri fráboðanir frá bæði bileigarum og bilsølumonnum um herverk á ognarlutir teirra. - Slík herverk henda av og á, men hetta vikuskiftið var heldur meiri enn vanligt av slíkum, sigur vakthavandi á Politistøðini. Í einum føri hava ótangar framt herverk móti fleiri bilum í sama øki. Umframt at hava gjørt skeinur á bilarnar, hava teir eisini gjørt rættiliga umfatandi herverk inni í sjálvum bilunum. Á eini bilsølu kundi eigarin somuleiðis staðfesta, at fleiri av hansara bilum hava verið offur fyri herverki um vikuskiftið. sb. Tikin við fonginum Freistingin var helst ov stór hjá nøkrum russum, tá teir í farnu viku vitjaðu í tveimum handlum í Havn. Í øðrum førum vitjaðu teir í einum ítróttarhandli. Nakað seinni var ein teirra sæddur ganga í nýggjum ítróttarklæðum, sum viðkomandi altso ikki hevði goldið fyri. Hann hevði trupult við at greiða frá, hvaðani klæðini vóru komin. Hann er nú varðhaldsfongslaður og verður helst vístur av landinum. Spurningurin er, um hann verður útvístur í eina tíð ella med alla. sb. Shell við Ringvegin, á Frælsinum, í Gøtudali og í Klaksvík TILBOÐ Pringles – tvey fyri 25 00 Blue Jeans, Poletter, Pingvin Blanding, TV-Mix, Hit Mix 19 95 Aquadoʼr vatn 0,5 l plast 8 00 við panti Aquadoʼr 0,5 l plas 0 5 l l 8 00 00 Aquadoʼr Ice Tea Fersken, Fersken Light, Lemon 9 95 við panti DanCake hálvmánar 14 95 Galdandi frá 25. juli til 12. august r e p r o z TILBO Galdandi frá 25 Frítt val – tvey fyri 14 95 0,5 l við Sport Cab 9 00 við panti Komandi vikuskifti skipar Sandavágs Forminnisfelag, saman við øðrum, fyri forvitnisligum tiltaki á Slættanesi Mentan Snorri Brend Fornminnisfelagið hevur í eina tíð arbeitt við at fyri- reika hetta spennandi til- takið. Felagið hevur fingið myndir frá fólki, sum hava sínar røtur á Slættanesi, og verða hesar vístar fram á skúlanum í bygdini. Leygarkvøldið verður hugleitt um, hvussu lívið var í bygdini fyri umleið hálvari øld síðani. Sama kvøld fer Vága Dansifelag at skipa fyri føroyskum dansi, eins og felagssangur verður á skránni. Borðreitt verður við smyrjibreyði og suppu. Í sambandi við tiltakið skipar Vága Ríðingafelag fyri einum túri. Byrjað verð- ur kl. 15 í Vatnsoyrum við einum drekkamunni. Eisini Vága Gongufelag ger útferð til tiltakið á Slættanesi. Skúlin á Slættanesi varð í síni tíð eisini brúktur sum kirkja, og altar og prædiku- stólur standa uppi enn. Sunnudagin á middegi verður aftur guðstænasta í skúlanum á Slættanesi. Til ber sjálvandi at ganga teinin til bygdina, men skipað er soleiðis fyri, at motorbáturin “ÓLAVUR” fer at sigla millum Oyrargjógv og Slættanes allar dagarnar. Ferðaseðilin kostar 100 krónur, og er galdandi fyri alt tiltakið. Lív aftur í Slættanes Slættanes hevur verið avtoftað í mong ár. Um vikuskiftið kemur aftur lív í bygdina