Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. august 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 149 - 6. august 2007 Svanar hvíla seg á Skálafjørðinum At síggja svan í Føroyum, er ikki óvanligt. Hetta er fuglur, sum kemur fram við okkum og setur seg her nakrar dagar, áðrenn leiðin ber, hagar fuglurin heldur til um heystið og veturin. Vanligt er, at svanar síggjast á vøtnunum ella við slætta fjøru, har lætt er at koma upp á land. Stundum sita teir uppi á landi, og stundum liggja teir og damla fram við landi. Vit hava skilt, at svanarnir á hesi myndini, sum vit tóku sunnumorgunin, halda til innarliga á Skálafjørðinum og í Skálafirði. Teir hava verið at sæð um hesar leiðir síðan í vár. Oljan, sum setti inn á Skálafjørðin fríggjakvøldið og leygardagin, hevur eftir øllum at døma ikki gjørt skaða á hesar báðar vøkru fuglarnar. (-vilmund) Flogvanlukka á Isle of Weight Fýra fólk doyðu, tá eitt flogfar datt niður á bretsku oynni Isle of Wight sunnudagin. Vanlukkan hendi beint eftir, at flogfarið var farið á flog. Hetta var eitt Piper Cherokee-flogfar, sum var á veg til Fraklands. Tey fýra fólkini, sum vóru í flogfarinum, doyðu, skrivar Sky News, sum ikki veit at siga, hvør orsøkin var til flogvanlukkuna. (-vilmund) Oljan hevur ikki gjørt skaða á hesar báðar vøkru svanarnar, sum svumu á Skálafjørðinum sunnumorgunin Mynd: Vilmund Jacobsen Bátafólk skapa ein serligan stemning fram við bryggjukantinum. Flestu bátar eru væl útgjørdir við øllum hentleikum, men ikki allir. Onkur valdi at fara upp á bryggjuna at fáa sær eitt kalt brúsubað í illveðrinum leygarkvøldið Sigling Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er vorðið alt meira »in« at sigla og at sigla saman. Á flestu stevnum og festivalum kring landið er nú fastur táttur, at fólk, sum eiga frítiðarbátar, leita sam- an og hugna sær saman, meðan stevnurnar eru. Tað eru fleiri ár, síðan bátafólk í Føroyum gjørdu fyrstu ferðina yvir til Noregs at ferðast í norska skergarðinum við sínum bátum. Á ovastevnu í Nólsoy og bátastevnuni í Vestmanna eru vanliga hópur av bátum og bátafólkum. Tá oyggjaleikir vóru í Hetlandi fyri tveimum árum síðan, stevndu eisini hópur av føroyskum bátum hagar. Nú Summar Festivalur var, stevndu aftur einir 40 bátar til Klaksvíkar. Hesi fólk seta sín serstaka dám á stevnur og festivalar og skapa í fyrsta lagi ein serligan stemning fram við bryggjukantinum. Flestu bátar eru væl útgjørdir við øllum hentleik- um, men ikki allir. Kalt brúsubað Í illveðrinum leygarkvøldið í Klaksvík var hesin ungi maðurin farin upp á bryggj- una at fáa sær eitt kalt brúsu- bað. Vit spurdu um loyvi at taka eina mynd, og tað var eingin trupulleiki. - Jú, tað er kalt, men tað bilar ikki, segði ungi mað- urin, tá vit heilsaðu honum á veg niðan eftir bryggjuni. Einki hóvasták ger hann burtur úr… - Jú, tað er kalt, men tað bilar ikki, segði ungi maðurin, tá vit heilsaðu honum á veg niðan eftir bryggjuni í illveðri og regni leygarkvøldið Mynd: Vilmund Jacobsen Teir fyrstu bátarnir komu longu til Klaksvíkar hóskvøldið. Sunnudagin vóru líkindini einki serlig at sigla heimaftur, og tí løgdu nakrir bátar inn í Gøtu, har menn grillaðu og hugnaðu sær saman Mynd: Vilmund Jacobsen Grieg Cod Farming AS hevur í sínum rakstrarroknskapi heilar 40,9 miljónir norskar krónur í halli – fyri skatt. Hetta er av einum umsetningi upp á einans 9,8 miljónir krónur ToSkaaling Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað gongur striltið hjá norð- monnum at fáa lønsemi í aling av toski. Øll feløgini, sum fáast við hesa aling, hava hall – og stór hall – í roknskapunum. Norðmenn ugga seg tó við, at alingin enn er á einum uppbyggingarstigi, sum tikið verður til. Feløgini Grieg Cod Far- ming AS og Lofitorsk AS hava bæði munandi hall í roknskapunum fyri 2006. Felags fyri allar toskaalarar í Noregi, sum hava latið inn roknskap fyri 2006, er, at feløgini hava hall. Rakstrarætlanirnar halda ikki, og ein orsøk er, at nógv yngul doyr, áðrenn tað blívur til nakað. Stór hall Grieg Cod Farming AS hevur í sínum rakstrarrokn- skapi heilar 40,9 miljónir norskar krónur í halli – fyri skatt. Hetta er av einum umsetningi upp á einans 9,8 miljónir krónur. Lofitorsk AS stendur seg frægast. Av einum umsetningi upp á 13,2 miljónir norskar krónur, hevði Lofitorsk AS eitt hall í fjør upp á 3 miljónir krónur fyri skatt. - Samanbera vit okkum við aðrar toskaalarar við eini árligari framleiðslu upp á 300 tons, eru vit nøgdir við úrslitið. Dag Hansen, dagligur leiðari, sigur, at í fjør fekk Lofitorsk 37,10 krónur í miðal fyri kilo. - Miðalvektin á fiskinum, tá hann varð tikin eftir at hava gingið í nótunum í tvey ár, var 3,6 kilo, sigur Dag Hansen. »Reyð« tøl í norskari toskaaling Tað er at vóna, at toskurin av Føroyabanka fer at roynast væl í føroysku toskaalingini, nú rakstrarúrslitini hjá norðmonnum eru so vánalig