mánadagur 6. august 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 149 - 6. august 2007
13
viðmerkingar
Ein sera áhugaverd bók
kom út herfyri. Tað er bók
in “Føroya mál á manna
munni”, sum André Niclas
sen hevur skrivað, Óli
Petersen hevur teknað, og
Regin Eikholm hevur lagt
til rættis. Óli Breckmann
hevur skrivað fororð, og
Eivindur Weihe hevur skriv
að permutekstin. Eisini er
eitt sera áhugavert bræv frá
Heðini Brú til Chr.
Matras. Men bókina
sjálva hevur André
skrivað.
Hesin
greinastubbin er ikki
nakað ummæli av
bókini; tað vænti eg,
at onkur kønur fer at
gera. Men hetta er
mær vitandi fyrsta
bókin, ið veruliga ger
upp við
málreinsingina, og tí
koma hesar viðmerk
ingarnar frá mær.
Vit, sum kenna
André, vita, at hann
er fakliga sterkur og
hevur ein flógvan
humor, sum sæst aftur
í bókini. Humorurin
sæst aftur í tí lætta
stílinum, sum ger
bókina lesiverda. Tað
er so sjáldan, vit lesa
nakað, sum bæði er
undirhaldandi og
upplýsandi. Málrøkt er
vanliga drepandi keðilig, tí
málreinsarar eru ikki
skemtarar, men við hesari
bókini kanst tú sita í
skellilátri og fáa stoff til
eftirtanka og blíva klókari.
Eg skilji eisini, at bókin
longu er um at vera útseld.
Hvat er føroyskt? Henda
spurningin hoyra vit ofta.
Og svarini kunnu vera so
ymisk. Ein málreinsari
segði nakað soleiðis: “Gott
mál finnur tú í kvæðunum
og í fyndugari talu”. Hetta
er ikki rætt. Gott mál er tað
málið, sum hóskar til evn
ið, til høvið, til persónin o.
s.fr.. Tað ber ikki til at út
varpa ein fótbóltskamp á
kvæðamáli. Og verður
fyndug tala gerandismál,
dettur fyndin burtur, og
hon verður fótatraðk.
Galdandi málrøkt er
glosufikserað. Ongantíð
hoyrir tú nakað um stíl.
Ein maður skal byggja sær
hús. Hann hugsar nógv um
tilfarið: Tjúkkar plankar,
boltar, seym, grót, cement
og flagtekju sjálvandi. Men
ongin tekning finst og
ongin arkitektur. Úrslitið er
eisini hareftir: Klárar húsið
at standa uppi, er tað so
andskræmiliga ljótt, at
ongin vil búgva í tí.
Pisaundankanningin
vísti, at føroyskur skúla
ungdómur var á støði við
gøtubørn í Mexiko City.
Hetta var ein kjaftfiskur til
allar ærukærar føroyingar.
Stórt orðaskifti um orsøk
ina, nevndir settar, og álit
skrivaði. Men tann relevant
asti spurningurin varð
ongantíð settur: Skiltu
børnini uppgávurnar? Eg
havi ein skumlan mistanka
um, at her liggur hundurin
begrivin. Og bara her.
Ein nýggj kanning vísir,
at okkara børn lesa nógv
minni enn børn í hinum
Norðurlondunum. Hví torir
ongin at siga, sum er, at
tað skrivaða málið liggur
ov langt frá talumálinum?
So leingi fólk ikki skilja
hetta, er ikki bót á borði.
Her hava týðarar eina
stóra ábyrgd. Teir skulu
umseta beinrakið og brúka
ein lættan stíl, so lesarin
kennir seg aftur og følir
seg væl. Soleiðis gera týð
arar ikki. Teir taka ongan
tíð tað, sum liggur fyrst
fyri. Nei, teir eru mission
erar, sum finna tað forna,
tað sjaldsama og helst tað
ramliga. Hetta skaðar
innihaldið og stílin, og
lesarin blakar frá sær. Og
so kemur standardloysnin:
Danskt hevur feilin!
Tann raska gentan Pippi
Langstrømp hjá Astrid
Lindgren fekk navnið
Smokkuleggur, hóast sokk
arnir eru á tamb, og
hon, sum sagt, er
sera røsk, og
smokkuleggur
merkir nøkulunda
tað øvugta. Hetta
er ein typisk
missionerandi
týðing: skeiv og
klossut.
Dreparasnigilin
kom til landið, og
navnið segði alt
um henda
ódámliga gest.
Hann skifti navn,
tá hann hevði
skriðið sær til
Kirkjubøar og
slapp at eita Mor
snigil, sum
merkir nakað tað
sama sum brún
snigil, hóast vit
hava fleiri sløg av
brúnum sniglum.
Tað er klárt, at her skuldi
snigilin bjarga tí forna
mor.
Málreinsingin er óvísind
alig. Hon byggir á subjek
tivar metingar hjá nøkrum
fáum høvuðkambum.
Reinsarar verja ikki
móðurmálið. Teir verja
bara sítt egna. Støðan er
tann, at fyri reinsarar er
móðurmálið ikki móður
málið. Nei, móðurmálið er
eitt ynskimál ella eitt fanta
simál, sum bara finst í
høvdinum á teimum, sum
av órøttum tóku diffini
tiónsrættin til tað.
Hetta ynskimálið er
reinsað fyri fremmandaorð,
danismur og tað, ið líkist
tí. Ístaðin seta teir íslend
skt, uppafturgrivin og
heimagjørd orð. Øll staðar
nøvn skulu vera óbundin.
Kenniorð eru lúkað burtur,
og stavsetingin byggir á
mállæruna, sum Snorri
Sturlason brúkti.
Vit, sum ikki eru samd,
spyrja og spyrja og spyrja,
men fáa onki svar. Hví
liggur Rituvíkarvegurin
um Rituvíksháls? Hví
gongur Leirvíkartunnilin
gjøgnum Leirvíksfjall? Hví
skifti Kvívíkstummas
navn, eftir at hann kom í
grøvina og fekk navnið
Kvívíkartummas? Hví
skulu vit søkja um farloy
vi, tá vit í øldir hava kvøð
ið “Orlov biðjum vær”?
Hví skulu vit siga tvey epli
og ikki tvey eplir? Hví
kunnu vit siga professari,
men ikki konteinari? Hví
kunnu vit ikki siga uttan
landa, tá vit siga landasvik,
landaskomm og landa
plága? Hví kunnu vit ikki
siga leikutoy, tá vit siga
súltutoy og steintoy? Hví
kunnu vit siga navnorðið
smelt, men ikki sagnorðið
at smelta? Hví skulu vit
siga uppáhald fyri pástand,
tá vit kunnu siga pátrúgv?
Hví skulu vit siga at nýta
fyri at brúka? Hví skal
Lúsabankin eita Ytsti
banki? Hví skulu vit siga
tað franska dystur og ikki
tað norrøna kampur. Er
málið blivið meira bein
rakið, nú vit ikki longur
skulu siga hálvoyggj? Hví?
Hví? Hví? Hvørji eru tey
fakligu svarini til hesar
spurningar og 1000 aðrar?
Skuldi nakar svarað mær
aftur, so vil eg fegin hava
hesar spurningar svaraðar.
Eitt rímiligt ynski.
Meðan André altíð
grundgevur fyri sínum
sjónarmiðum, hava reins
arar ongi faklig argument
fyri sínum málpolitikki.
Hjá diktatorum er politikk
urin als ikki til diskussión,
og teir hava eisini tikið sær
valdið av órøttum.
Teir, sum kendu seg kall
aðar at stýra málinum fyri
okkum, hava ta vanvirðis
ligu støðu, at tað danska
málið skal avgera, hvussu
vit skulu málbera okkum
her á landi. Hetta er ein
undirbrotlig støða, sum
botnar í nationalari undir
lutakenslu og ikki byggir á
vit og skil og praktiskan
sans.
Happing verður mett at
vera ein óskikkur – eisini
hjá okkum. T.v.s. næstan
øll happing, tí málslig
happing er loyvd. Er ein
málreinsifrøðingur ikki
samdur við innihaldinum í
eini grein, men tó ikki er
førur fyri at afturvísa nøk
rum, so kann hann seta seg
at telja stavifeilir og danis
mur. Hetta verður eisini
nógv brúkt. Tað sær út
sum, at happing, ella hetta,
at taka tað málsliga sjálvs
álitið frá fólki, er ein part
ur av strategiini fyri at
planta sítt egna.
Og í hesum døgum
standa journalistar fyri
skotum. Tíðliga og seint
hoyra tíðindafólk, at tey
duga ikki føroyskt. Sjálv
andi duga hesi fólkini
móðurmálið, men henda
hetzin fer at halda fram, til
tíðindafólk hokna og taka
við ynskimálinum hjá
reinsarum, tí ongin vil
dadlast fyri sítt arbeiði..
Reinsarar hava skotið
upp, at journalistar skulu á
skúlabonk at læra føroyskt.
Er ikki okkurt rúkandi
galið, tá ið trøllvaksið fólk
og skrivandi fólk enntá
skal á skúlabonk at læra
móðurmálið umaftur. Kans
ka er tað als ikki journalist
unum, nakað er galið við.
Og skulu blaðfólk á Fróð
skaparsetrið til sandblásing
ar, fellur lesarin frá, og
bløðini fara á heysin. Men
hetzin munar, tí “guvar”
oljan burtur á Tangafirði,
hóast øll rættsiktaði fólk
siga, at oljan dampar; at
guva hevur ein annan
týdning, sum øll vita.
Eg skal geva journalist
um eini ráð: Bendið og
stavið rætt. Brúkið tað mál
ið, sum mammur tykkara
lærdu tykkum og floytið á
reinsarar og styrkið tykk
um annars journalistiskt.
Tað ringasta við reinsar
um er, at teir duga sær ikki
hógv. Teir fara við runu
styvlum eftir kenslunum
hjá fólki. Hetta sást best í
tí fyrstu óbroyttu navnalóg
ini, sum ikki loyvdi foreld
rum at kalla síni kæru upp,
um navnið ikki fall reinsar
um. Og teir fíra ikki fyri at
broyta bygdanøvn, so tey
passa inn í ynskimálið til
mikla sorg fyri fólkið í t.d.
Lamba og á Hellunum.
Móðurmálið er okkara
felags ogn, tí eiga teir, ið
hava ábyrgdina av skeltu
num LAMBI og OYNDAR
FJØRÐUR HELLUR, at
verið revsaðir sum aðrir
ótangar, sum gera herverk
á almenna ogn.
Í vár eftirlýsti ein reins
ari orðaskifti um móður
málið. Síðani hava fleiri
atfinningarsamar greinar
staðið í bløðunum, men
ongin responsur. Larmandi
tøgn. Tað tykist eisini at
vera ein partur av strategi
ini at tiga alt orðaskifti
burtur.
Og tó, nú tók eg munnin
ov fullan. Síðan hesar
reglur vóru skrivaðar,
hevur ein grein staðið í
Dimmalætting fríggjadagin
3. august. Ein ljót grein.
Hóast eg eri harmur um, at
Svenning Tausen blamerar
seg so fullkomiliga, so gag
nar greinin sakini. Hvør
segði, at reinsarar ikki
happa? Hon vísir nevni
liga, hvussu teir arbeiða.
Tá ið Svenning sigur, at
André skemmir tað føroy
ska málið, so mátti hann
for hundin komið við onkr
um dømi. Onki fakligt
argument, ikki eitt. Bara
persónlig útspilling og
mistonkiliggering av
hampamanninum André
Niclassen og glorificering
av sær sjálvum og sínum
líkum. Skamm fái Svenn
ing Tausen. André verjir
móðurmálið, meðan Svenn
ing verjir ynskimálið. Tað
er ongin skomm at skifta
meining. Tað var Jens Otto
Krag, sum segði tey tiltik
nu orðini: “Man har et
standpunkt, til man tar et
nyt”. Og tað gjørdi eisini
Richard Long í málspurn
inginum.
Men aftur til bókina. Eg
mæli øllum til at lesa hesa
frálíku fakbókina, serliga
journalistum. Hon er undir
haldandi, fakliga sterk og
lærurík. Og er hon útseld,
so mugu tit læna hana.
Hetta var tað.
Móðurmál og klikumál
Dan ReineRt
PeteRsen
Føroysku fjølmiðlarnir
treingja so harðliga til
málsligar vegleiðarar, og
tað er heilt burturvið, at
teir ikki hava rættlesarar,
tí so nógv vánaligt mál og
so nógvar stavivillir eru at
síggja.
Eg kann taka okkurt
burtur úr rúgvuni.
Ferð eftir ferð hoyrir tú
sagt: Tú mást hava ein
góðan dag… Tú mást
hava tað gott… Tú mást
hugna (hygga) tær…
ístaðin fyri at tú noyðist at
hava tað gott, og tað hevði
eingin funnið uppá at
sagt.
Nú ein dagin stóð í bløð
unum, at grísurin var
gitin. Sjálvandi varð hann
einaferð gitin, men
meiningin varð helst, at
hann var kviðin.
Herfyri vórðu umrødd
bundin og óbundin staða
nøvn, og sagt varð, at bert
einstøk stóðu óbundin,
men tá ið fleiri hundrað
staðanøvn av fleiri túsund
standa óbundin, vil eg pá
standa, at tað ikki eru bara
nøkur einstøk undantøk.
Tú mást hava ein góðan túr!
Fuglafjør›ur
KRistin
Poulsen
Eingin kann kasta mær
fyri, at eg havi tikið
undir við øllum tí, sum
løgmaður okkara
Jáoannes Ejdesgaard er
komin fram við.
Tí er tað mær ein gleði
at kunna siga meg
samdan í tí, løgmaður
segði í røðu síni á
ólavsøku, um at nýggja
løgtingsvallógin skuldi
samtykkjast av fólkinum.
Einki kann vera meira
rætt enn hetta.
Tey umboð, vit seta
inn á ting, umboða
okkum. Tað er tí einki
meir rímiligt, enn at vit
veljarar, sum
arbeiðsgevarar teirra,
áseta reglurnar fyri,
hvussu tey verða vald.
ZaKaRias
Wang
Fólkaatkvøða um valskipan
stjórnmála
frøðingur