Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. august 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 149 - 6. august 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Í skaranum av forvitnum ferðamonnum og –kvinnum, sum gjøgnum øldirnar hava leitað til okkara lítla og avbyrgda oyggjaland, hava týskarar ella týsk­ mælt fólk altíð havt ein sjónskan leik­ lut. Carl Julian Graba kom henda veg­ in í 1828 og skrivaði eina forvitnisliga dagbók frá síni ferð. Fyri fyrra kríggj vitjaði Carl Küchler í Føroyum, og í 1913 kom hansara verk Die Färöer, ið tilsamans var 300 síður. Millum onnur úr tí týska mentanarøkinum, sum hava ferðast hendan vegin og skrivað bøkur og greinar um oyggjarnar, kunnu verða nevnd Else Zimmermann og Ernst Krenn, doktari. Sum heild hava hesi ferðafólk lagt seg eftir at lýsa náttúru og fólkalív. Ein maður úr hesum liði, og so sanniliga ikki tann lakasti, Detlef Wildraut, verður í dag 70 ár. Detlef varð føddur tann 7. august 1937, í bygdini Burbach í valdøminum Siegen í Nordrhein­Westfalen í Týsklandi, og er sostatt ein av teimum mongu týsk­ arum, sum vuksu upp undir tí skugga av ruðuleika og oyðing, sum nazisman og annar heimsbardagi varpaðu yvir teirra land. Pápi hansara æt Wilhelm Wildraut, mamman æt Gerda og varð fødd Klein. Sama heyst flutti familjan til býin Hagen, men tá ið pápi Detlef á heysti 1942 varð innkallaður til krígstænastu, flutti mamman við børnum sínum aft­ ur til Burbach, har Detlef vaks upp í húsunum hjá abbanum og ommuni. Detlef tók studentsprógv í 1957 á Fichte­studentaskúlanum í Hagen, las síðani gudfrøði á ymiskum lærdum háskúlum, tók sítt fyrra gudfrøðiliga prógv í 1963 og tað seinna á vári 1966. Detlef hevur virkað sum prestur, men tó einamest sum lærari í gudfrøði. Hann giftist í 1967 við Dorotheu Hangebrauck, sum er pedagogur. Hjúnini fingu børnini Daniel og Ruth og hava í dag eisini abba­ og ommu­ børn. Tey búgva í býnum Witten, nak­ að sunnan fyri Dortmund. Í 1988 bar so á, at Detlef, sum sókn­ aðist eftir einum frítíðarmiði, bar eyga við eitt danskt upplýsandi rit fyri ferðafólk, har hann fyrstu ferð las um Føroyar og sá myndir haðani. Hansara forvitni varð vakt, hann gjørdi av at fara at ferðast til hetta landið, men sær sjálvum líkur vildi hann fyrst læra seg málið. Frá Arnold Busck í Keyp­ mannahavn fekk hann sendandi bók­ ina hjá W.B. Lockwood um føroyskt, og hann kom so til Føroya á sumri 1988 og búði her í tvær vikur. Tilvildin hevði lagað tað so, at á heysti árið fyri høvdu týskir frímerkja­ samlarar, staddir í Köln, gjørt av at stovna eitt týskt­føroyskt felag. Tá ið felagið so varð stovnað, hetta hendi tann 8. oktober 1988 í Düsseldorf, fekk Detlef fundarboð og gjørdist lim­ ur. So við og við bleiv Detlef drigin inn í felagsarbeiðið, hann gjørdist skrivari í felagsnevndini í 1992 og formaður í 1997 og fór so við og við at lata tilfar til tað blað, felagið var farið at geva út, sum fekk navnið TJALDUR. Felagið fekk annars navnið Deutsch­Färöischer Freunde­ skreis, t.e. Týskt­Føroyskt Vinafelag. Sum tað skilst av hesum fáu og knøppu upplýsingum, er Detlef Wild­ raut ikki nakar vanligur ferðamaður og føroyavinur. Vit mongu í Føroyum, sum hava ta gleði at kenna henda mann, kenna Detlef sum ein trúgvan vin og eitt arbeiðsgrev, næstan sum eina íholdan av orðatakinum: fram kemur hann ið hóvliga fer. Sum árini eru gingin, hevur hann vunnið sær dygga og djúpa vitan um Føroyar, um søgu, politikk, landalæru, búskap, list og bókmentir. Hann hevur verið her 12 ferðir, og hvørja nýggja ferð brúkar hann til at fáa meiri vitan, varðveita og víðka síni vinarbond, fáa nýggjar vinir og kenningar og annars brúka eygur og oyrur. Fruktirnar av hesum arbeiði eru til skjals í teimum mongu greinum, ritgerðum og ummæl­ um, hann hevur almannakunngjørt í tíðarritinum TJALDRI, seinast eini drúgvari og framúr áhugaverdari grein um klaksvíkarstríðið, eitt kapittul í Føroya nýggjaru søgu, sum vit før­ ingar annars tykjast at mala rundan um sum hundur um heitan greyt. Umframt at vera gudfrøðingur, ið hevur stóra almenna vitan um heim­ speki, politikk og søgu, er Detlef Wildraut eisini málsligur fróðarmaður við óvanligari breidd. Aðalreglan hjá honum er, at kemur hann til eitt nýtt land, vil hann, veri landið stórt ella lít­ ið, tala við fólkið har á fólksins egna máli, og sostatt lærir hann seg altíð, undan eini ferð, landsins mál. Sjálvur hevði eg ta gleði, staddur í Lübeck í summar, at eta nátturða eitt kvøldið á eini turkiskari matstovu í Engelsgrube, saman við Detlef og felagsvini okkara, Norbert Vogt, sum eisini er nærlagdur og arbeiðssamur føroyafrøðingur, og sum hevur verið ritstjóri á TJALDRI øll árini. Eg bað tá Detlef greiða okkum frá sínum málkunnleika, og meðan Ave Maria, Beethovens midnáttarsonata og Pavarotti sýntust at sveipa seg, við alsamt litfagrari veingjum og alsamt meira hækkandi árini, um okkara sinni, fortaldi hann um sína málsligu víðkanarferð. Detlef er lítillátin mað­ ur, eingin orsøk er til at blása snjallan í lúður um hetta, men Tatsache ist, at hesin stillføri maður dugir (hugsi eg) sekstan mál, tey flestu væl, nøkur rættiliga væl, teirra millum, umframt klassisk mál og tey vanligastu europe­ isku málini, nýhebraiskt, katalanskt, portugisiskt, danskt og nakað av arabiskum. Millum tey mál, Detlef dugir væl, er eisini føroyskt, sum Detlef bæði talar, skrivar og lesur. Hann hevur umsett ein hóp av føroyskum greinum og stuttsøgum, eftir bæði mannligar og kvinnuligar føroyskar rithøvundar, og hesar týðingar eru til skjals í TJALDRI. Í hesum sambandi eigur at verða tikið fram, at hetta tíðarritið er merkisvert og eindømi. Tað er eitt seriøst, sera væl frágingið, vísindaliga upplýsandi tíðarrit, við tilfari um øll brigdi í Føroya viðurskiftum. Eitt rit av sama slag er ikki til, hvørki her í Føroyum ella í útheiminum og so sanniliga heldur ikki í Danmark. Ei undur í, at blaðið liggur frammi, sum virðismikil kelda til vitan um Føroyar, á mongum lærdum háskúlum í heiminum. Teir eru einki minni enn knassar, hesir týskararnir, sum ikki bara megna at geva út eitt dygdargott tíðarrit, men eisini hava givið út stór bókaverk (seinast eina endurútgávu av Lucasi Debes í týskari týðing), og týðandi bibliografisk stórverk. Detlef Wildraut hevur, saman við vinafelagnum, ikki bara virkað dúgliga fyri samstarvi við føroyskar týsklærarar og rithøvundar og skipað fyri, at føroyskir studentar og læraraskúlanæmingar hava kunnað gjørt lestrarferðir til Týsklands, men eisini sjálvur hýst føroyskum næming­ um og gjørt útferðir í Týsklandi saman við teimum. Kanska kundi tað verið undirritaða loyvt í hesum sambandi at komið við einum hugskoti til okkara mentamála­ ráð, serstakliga ráðharran Jógvan á Lakjuni. So virkið hetta týsk­føroyska felag er og so dygdargott tíðarritið er, er eingin ivi um, at hetta arbeiði kann stuðla upp undir, at Føroyar, okkara mál, bókmentir, list osfr., kunnu koma at rúgva meira upp í akademiskari norðurlandafrøði í tí týskmælta ment­ anarøkinum. Samstundis er greitt, at mangt plaggið ikki verður loyst úr lagdi, tí felagið rennir seg í peninga­ ligar avmarkingar og ikki, sum norður­ lendsk feløg av sama slag, hevur atgongd til almennar grunnar. Stutt sagt: tørvur er á einum før­ oysk­týskum mentanarligum sam­ starvi og einum føroysk­týskum grunni, ið kundi hjálpt til at fíggja týð­ andi ætlanir, tiltøk, útgávur, umseting­ ar osfr. Ein slíkur grunnur kundi eisini verið bjargingin, so at tann týsk­før­ oyska orðabókin, sum (mær vitandi) liggur liðugt skrivað, kundi komið út og verið okkum øllum til gagns. Detlef Wildraut er nærlagdur maður, sum leggur dent á neyva upplýsing. Skuldi okkurt verið komið skeivt fyri í hesi frágreiðing, biði eg um fyrigev­ ing. Við hesum orðum verður, av undirritaða og (eingin ivi um tað) eisini av ørgrynni av vinum og kenn­ ingum í Føroyum, borin tí týsk­før­ oyska brúbyggjaranum Detlef Wild­ raut og konu hansara Dorotheu fagn­ aðarkvøða á hesum merkisdegi. Dusts­ ins ár eru ikki tað tey vóru fyri øld síðani, og sostatt ynskja vit honum eisini framhaldandi ríkan ávøkst í mál­ snildar og fróðskapar urtagarði. Hanus Kamban Detlef Wildraut sjeyti Dagurin 7. august. Donatus, deyður umleið 380. Drongurin Donatus misti bæði foreldrini, og undan forfylging flýddi hann til Arezzo í Italiu. Varð prestlærdur og end­ aði sum biskupur har á staðnum. Seinni varð hann tikin og hálshøgdur. Sagt verður frá, at okkara allarbesti babba, verfaðir, bróður, svágur, gubbi, onkil og abbabb Heini S. Glerfoss Mikladalur andaðist á Landssjúkrahúsinum fríggjakvøldið 3. august, 71 ára gamal. Familjunnar vegna Ragna, Målfryd og Milon Diana og Eyðun Andlát og jarðarferðir Kistan við Heina S. Glerfoss, Mikladalur, fer av landsjúrahúsinum týsdagin klokkan 13.30. Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni mikudagin klokkan 13. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, sum vilja minnast Heina, kunnu lata Blákross­ felagnum eina gávu, konta í peningastovnunum. Anna Hansen, Vestmanna, andaðist á lands­ sjúkrahúsinum sunnudagin 5. august, 71 ára gomul. Kistan kemur í Saron í Vestmanna týskvøldið klokkan 19. Jarðarferðin verður mikudagin, 8. august, klokkan 14. Tey, ið vilja minnast Annu, kunnu lata Saron eina gávu, konta í Eik banka Andlát og jarðarferðir www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo