mánadagur 6. august 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 149 - 6. august 2007
15
summarfestival
Summar Festivalurin
2007 er farin aftur
um, hann beyð
okkum so ymiskar
upplivingar, sum
størsta rokkbrakið í
føroyskari tónleika
søgu og hvirlur so
sterkar, at festivalurin
koppaði.
SUMMARFESTIVAL
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Steintór Rasmussen fyri
reikari av Summar Festival
inum, spyr í samrøðu við
okkum aðrastaðni í blað
num:
Hvør kundi ímyndað
sær, at vit fingu ódn fyrsta
vikuskiftið í august?
Ja, hvør hevði ímyndað
sær tað? Sum eygnavitni til
hendingina, tá mat og
skeinkiteltið brádliga varð
rykt burtur av eini hvirlu,
gleðist eg um, at eingin stór
vegis fólkaskaði stóðst av
hendingini. Upplivingin var
ógvislig, og skelkandi fyri
tey, ið vóru partar av henni.
Veruleikin er tann, at vit fin
gu ódnarveður fyrsta leygar
dag í august, og at harðasti
hvirlurnar vóru í Klaksvík,
har størsta føroyska tón
leikatiltakið nakrantíð var
hildið.
Ber til at hava til
tøk í Føroyum?
Í samrøðu við Sosialin hós
dagin, segði ein annar av
fyrireikarunum, Erik Bisk
optø, at eftir mjørkan í fjør
var nærliggjandi at spyrja
seg sjálvan, um tað yvirhøv
ur bar til at skipa fyri tílík
um tiltøkum í Føroyum.
Hesin spurningur hevur utt
an iva aftur verið á loftið
millum fyrireikararnar, eftir
at festivalurin varð avlýstur
leygardagin.
Men er svarið, ið Erik
sjálvur gav í Sosialinum
hósdagin, enn líka rætt?
Tað er viktigt ikki at lata
seg amputera av veðrinum.
Vit búgva ikki í Føroyum
av praktiskum ávum. So
leingi smápartafelagið Sum
mar Festivalurin ber seg, og
fólk enn bakkar upp um til
takið, so halda vit fram.
Aftur í 2008
Í útvarpinum í gjár boðaðu
fyrireikararnir frá, at tiltakið
aftur verður hildið í 2008,
men at tað verður flutt til
aðru viku í august.
Tað er tó, nærliggjandi at
hugsa, at støðan hevði verið
ein onnur, um fólkaskaði
hevði staðist av mat og
skeinkiteltinum, ið varð tik
ið av eini hvirlu, ið sambært
Steintóri Rasmussen kom
heilt óvart á fyrireikararnar.
Hetta er sjálvandi ein tonkt
støða, men tað skerst ikki
burtur, at teltið við síni nóg
vu vekt og metalstongum
fór sleingjandi oman ímóti
hjálparleysu fólkunum, ið
stóðu á Vágsbøi. Sama stað
har mannfjøld hevði verið
savnað fáar tímar framman
undan til konsertina við
Amy Diamond. Lukkutíð
var bøurin rættiliga tómur,
júst tá hetta hendi og tey, ið
endaðu undir teltinum, fin
gu heldur ikki stórvegis
skaða.
Skrivaðu tón
leikasøgu
Í Føroyum hevur náttúran
ferð eftir ferð víst okkum,
at hon hevur eina øgiliga
megi, og leygarkvøldið vísti
hon enn einaferð, hvussu
stór megin er. Tí er spurn
ingurin um, tað er ov stórur
vági, at skipa fyri tiltøkum
av hesi stødd?
Sjúrður Skaale frásøgu
maður á stóra pallinum,
segði við portal.fo leygar
dagin, at tá vit skipa fyri
einum tiltakið í Føroyum,
ið er tríggjar dagar, og tveir
av hesum døgum eru í góð
veðrið, so eiga vit at vera
nøgd.
Bæði hósdagin og fríggja
dagin var veðrið gott, og
tað skerst ikki burtur, at ser
liga framførslan hjá Scorp
ions fríggjakvøldið er minn
ilig. Hetta var eitt tað størsta
rokkbrakið í føroyskari tón
leikasøgu, og 10.000 fólk
vóru savnaði framman fyri
pallin á Vágsbøi fyri at upp
liva tað. Eiga vit, í okkara
ræðslu fyri, at veðrið kann
gera um seg, at grava okk
um niður, og sostatt skerja
okkara møguleikar at hava
tílíkar upplivingar, ella eiga
vit, sum Steintór Rasmussen
í gjár segði við útvarpið, at
vóna, at Summar Festivalur
in nú hevur fingið sín part
av keðiligum veðri, og at
komandi festivalar verða í
góðveðri. Svarið er trupult
at finna, men verður nokk
svarað
komandi
ár,
tá
atgongumerkini til Summar
Festivalinum 2008 verða
sett til sølu.
Ódnarveður í august
Steintór Rasmussen í regninum
og vindinum, beint áðrenn
avgerðin at steðga tiltakinum
varð tikin
Mynd: Jens Kr. Vang
Skelkaðir og meitslaðir festivalgestir
Mynd: Dagfinn Olsen