Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. august 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 149 - 6. august 2007 summarfestival Romantiskar yrkingar og vakurt gittarspæl myndaðu konsertina hjá Stanley Samuelsen SUMMARFESTIVALUR Oddur á Lakjuni planet@sosialurin.fo Stanley er ein rutineraður maður. Hann spælir sum ein dreymur uppá gittaran. Afturat sær hevði hann tveir tónleikarar, og saman spældu teir sera væl. Tónleikararnir dugdu sera væl at halda seg aftur, og at spæ­ la minimalistiskt. Hann spældi bæði sangir av fyrru og sein­ nu fløguni hjá sær. Tað vóru vakrar yrkingar, har fleiri vóru fosturlandssangir. Fleiri av sangunum vóru kendar føroyskar yrkingar, sum hann sjálvur hevur gjørt lag til. Sum heild vóru sangirnir nokkso sorg­ blíðir og romantiskir. Tað var friðarligur og dempaður tónleikur, sum, av tí at tað var so róligt, saktans kundi verið koyrt harðari frá. Onkrir sangir fóru yvir í latínskar rútmur. Hann spældi eina flotta útseting av “Regn og regn og regn” hjá Mikkjali á Ryggi, og Stanley fekk tað at ljóða, sum um sangurin gott kundi havt verið skrivaður í Meksiko. Her slapp hann við fingraspælinum veruliga at vísa, hvussu góður gittarspælari hann er. Tað vóru rættiliga nógv fólk til staðar, men av tí at tónleikurin var friðarligur og ikki serliga hart frá, stóðu nógv og prátaðu, heldur enn at lurta. Tó til kendasta sangin, “Um eg kundi kvøðið”, bæði lurtaðu tey og sungu við. Sorgblíður Stanley Hóast regnið gjørdi eina roynd, so megnaði tað ikki at spilla góða hýrin á fólkunum, ið lurtaðu eftir Hanusi SUMMARFESTIVALUR Petur Háberg petur@sosialurin.fo Hanus G. Johansen trein á metstóra pallin á Vágsbøði eitt sindur seinkaður vegna lon­ gu spælitíðina hjá Scorpions. Hann tyktist eitt sindur einsamallur á stóra pallinum aftaná eina konsert, sum nærum blásti alt og øll umkoll. Men hóast hetta megnaði Hanus, sum so mangan áður, at fylla tómrúmið við síni nærveru og ein­ føldu framførslu, hann og gittarin tveirein­ ir. Talan var ikki um nakra nýhugsandi ella slóðbrótandi framførslu, men tað var heldur ikki tað, ið fólkið ynskti at hoyra. Hanus er fólkaogn, og tá ið hann sang kendar sangir sum ‘Átjan’, ‘Saknur’ og ‘Á, kundi á tíðar­ havi’, vóru tað fá, ið ikki sungu ella murr­ aðu við. Regnið, ið hevði hildið seg burtur meðan Scorpions spældu og tað mesta av kvøldin­ um, kom á vitjan mitt í framførsluni. Men hetta darvaði hvørki Hanusi ella áhoyrara­ fjøldini, ið var hampiliga stór. Tá ið tíð var at gevast, vildi fólkið ikki sleppa Hanusi við tí úrsliti, at hann sang trý eykaløg. Fólkið vildi ikki sleppa Hanusi Hóast tað steðgaði eitt sindur upp í mið­ juni, so hevði Deja Vu eina tað bestu framførsluna á festi­ valinum SUMMARFESTIVALUR Petur Háberg petur@sosialurin.fo Fyrstir á Flagspallinum fríggjakvøldið vóru Deja Vu, ið spældu klokkan átta. Sum vanligt er við teimum fyrstu framførslunum á ein­ um festivaldegi, so var eitt sindur tómligt við fólki at byrja við. Hetta gjørdist frægari sum framførslan leið. Teir fimm í Deja Vu gjør­ du nógv um seg fyri eini tíð síðani. Um tað mundið, tá ið fløgan hjá teimum ‘A Pla­ ce To Stand On’ kom út, spældu teir dúgliga kring Føroyar. Men seinastu mán­ aðirnar hevur ikki verið nógv at hoyrt til teir, og av somu orsøk var tað við spenningi, at man bíðaði í Flagstjaldinum. Luftin úr ballónini Deja Vu løgdu hart út og spældu nøkur av teirra mei­ ri orkufyltu løgum. Við góð­ um botni frá bassi og trumm­ um kundu hini ljóðførini og røddirnar leggja sítt sveim­ andi ískoyti omaná. Tað sat og svingaði væl. Sjálvur hal­ di eg, at hesi meiri peppaðu løgini rigga best. Eftir tað komu nøkur frið­ arlig løg, sum tóku luftina úr ballónini. Serliga tað eina instrumentala lagið, ið koyrdi í fimm minuttir og stórt sæð í tveimum akkord­ um, var tungt at koma ígjøgnum. Møguliga hevði tað riggað í einum meiri inniligum umhvørvi. Inni í einum lítlum, sýrutum kon­ serthøli við stearinljósum og pútum á gólvinum a la Losjan í Gøtu. Men í Flags­ tjaldinum, á alljósum degi, tók tað ikki við. Gloymd genta Við sær á palli høvdu Deja Vu fingið Ásu Wraae Olsen, ið eisini var við á G! Festi­ valinum. Hon hevur eina Eivör­líknandi rødd, ið rigg­ ar væl inn í droymandi tón­ leikin hjá Deja Vu. Men gjøgnum stóran part av framførsluni hoyrdist hon næstan ikki. Serliga í tí eina lagnum, har hon sang einsa­ møll, var tað súrt, at hon ikki hoyrdist betri. Men burtursæð frá hes­ um, so skulu ljóðmennirnir fáa eitt herðaklapp fyri at fáa so frætt ljóð inni í tjald­ inum. Egið sound At enda kom frálíka lagið ‘Is There Someone’, og tá ið Deja Vu vórðu klappaðir uppaftur, kom ‘Confused’, ið er eitt av bestu føroysku løgunum nakrantíð eftir mínum tykki. Deja Vu spæla sín egna tónleik og leggja seg eisini eftir at hava sítt egna sound. Eitt altjóða sound, og tað er altíð gott. Tað riggar væl, og teir høvdu eina sera góða kon­ sert fríggjakvøldið, hóast tað steðgaði eitt sindur upp í miðjuni. Mín besta tón­ leikauppliving á vindbarda festivalinum. Eitt gott og vælsvingandi Deja Vu Stanley og bólkur hansara dugdu hildu seg til tað minimalistiska Mynd: Jens Kr. Vang Mynd: Jens Kr. Vang Hanus var einsamallur á stóra pallinum Mynd: Jens Kr. Vang