Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-06, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. august 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 149 - 6. august 2007 17 Jógvan Hansen og bólk­ur hansara vísti, at her var talan um sera góðar tónleik­­ arar, og meira enn ein framúr góðan sangara. Saman­ beringin við Show­ menn tyk­tisk­t nærligg­ j­an d­i. SUMMARFESTIVAL Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Meðan veðurgudarnir leygarkvøldið góvu Summ­ ar Festivalinum ein framm­ aná, so var timingin hjá teimum ófør fríggjakvøldið, eftir at 10.000 fólk í turr­ veðri høvdu upplivað eitt rokkbrak við The Scorpions, fór at sirma. Nógv fólk nýt­ tu tí høvið at fara inn í turra FLAGS­tjaldið, har lokala hetjan Jógvan Hansen fór á pall. Jógvan Hansen hevði við sær bólkin, ið stuðlaði honum á veg til sigurin í íslendsku songkappingini X­Factor. Teltið var rættiliga fult, og Jógvan og bólkurin tykt­ ust væl uppløgd. Umframt gittarleikara, bassleikara, trummuleikara og tangent­ leikara vóru eisini tveir framúrskarandi kórsangarar við honum, teirra frálíku kór lyftu framførsluna upp á eitt sera høgt støði. Ein av teimum var songkvinnan Kristjana Stefánsdóttir, ið er viðurkendur sangari og sanglærari í Íslandi. Sum ein dansur Á skránni vóru fyri tað mes­ ta lániløg, her vóru løg hjá eitt nú George Michael, Robbie Williams og U2, ser­ liga væl vóru rokkløgini væl móttikin. Umframt øll lániløgini vóru tvey gomul hitt hjá Jógvani á skránni, Aria lagið ”Rooftop” og Kularrøtur lagið ”Hon Er Omma Mín”, hetta vóru utt­ an samanbering nógv best umtóktu løgini á kvøldinum. Eftir at hava spælt Rooftop, sum í løtuni liggur ovast á íslendska popptindinum, segði Jógvan, at teir áttu bert at spælt hetta lagið. Hóast talan var um skemt, var ein sannleiki í hesum. Eg saknaði meira heima­ gjørt, og konsertin bar brá av at vera dansur, ein væl spældur dansur, men altso ein dansur. Miðskeiðis í konsertini fór Jógvan av pallinum, og lat Kristjanu Stefánsdóttir sleppa til, í einum frálíkum soul lagið, vísti hon júst hví hon er so viðurkend í Íslan­ di. Eisini hin kórsangarin, ið var mannfólk, slapp at royna seg, tá Jógvan aftur fór av pallinum, og hann saman við bólkinum sang Living on a Prayer hjá Bon Jovi. Tað er ikki nógv at seta fingurin á í framførsluni, alt var væl spælt, sungið og lagt til til rættis. Jógvan var flott stylaður og sá út sum ein poppstjørna. summarfestival Íslendsku Showmenn Amy Diamond­ fór á pall á Summarfestivalinum í oysand­i regni og nak­að av vind­i var eisini, men heitu rútmurnar savnaðu flei­ ri túsund­ á Vágsbø SUMMARFESTIVAL Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Talan var um sól og summarrútmur, ið mest bjóða til stuttar buksur, sól, bambuss­ máttur og heitan dans, tá Amy Diamond fór á pall á Vágsbø. Men veðrið spældi ikki við. Tað oysregnaði og eitt lot var eisini. Alt meðan pallurin tyktist í syrgiligari stan­ di, og baktjaldið smoygdi sær niðureftir, fór tónleikabarometrið uppeftir. Lítli svenski poppdiamanturin hevði eina lívliga framførslu. Góða røddin hugtók tey mongu, ið hóast veðrið høvdu leitað sær á Vágsbø. Lítli kroppurin við stóru røddini hevði eina rimmar framførslu. Afturvið sær hevði hon dansarar, ið eisini høvdu´góða framførslu. Hóast veðrið als ikki var við, og sóltón­ leikurin ikki hóskaði, so lat Amy ikki við seg koma, men hevði eina góða framførslu. Og harvið fingu áhoyrararnir eina góða uppliving í regninum. Ein professionell 15 ára gomul, ið fekk lurtarar at fara í andstøðu til regnið, og halda út í hendan tónleikatím­ an. Eitt jaligt upplivilsi, bæði tónleikaliga og hugfarsliga, tí regnið og sterka lotið settu ikki kílar í framførslu og heildaruppliving. Ongin ivi skal tó vera um, at Amy hevði verið heilt framúr, um hon hevði tónleikarar afturat sær, og ikki noyddist at standa á pal­ li í eini sing­back framførslu. Petur Háberg spæld­i í Flagstj­ald­inum á Summarfestival­ inum SUMMARFESTIVAL Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Petur Háberg var á palli á Summarfestival­ inum í flagstjaldinum, innan tað byrjaði at farast í nógva vindinum. Undirritaði hevur ikki hoyrt Petur áður og gjørdist bilsin. Her var talan um popp við tyngd í. Kans­ ka meira rock. Og tað riggaði væl hjá Pet­ uri, og unga manningin spældi sera væl. Tað er stuttligt at hoyra so unga manning spæla so væl. Fleiri og fleiri leitaðu sær í tjaldið, meðan Petur stóð á palli og fjøldin fagnaði fram­ førsluni, og eg haldi eisini, at tað var uppi­ borið.Petur og bólkur hansara borgarðu fyri eini góðari framførslu, har ljóðið eisini var í ordan. Popprockur á enskum frá listafólk­ um, ið ikki eru ensk, kann skjótt gerast ov útvatnað ella heilt einfalt ov vánaligt, men so er ikki hjá Peturi Háberg. Talan er um eina heild, ið situr sum hon skal. Poppurin hjá Peturi var í roynd og veru rockur, ið ikki fer illa við oyrunum. Og tað hóskaði sera væl klokkan 16:30 á degi. Riggaði hjá Peturi Petur Háberg hevur unga og sera dugnaliga manning við sær Mynd: D. Olsen Gimsteinurin skein í regninum Amy Diamond var síðsta navn, ið slapp á stóra pallin, áðrenn illveðrið steðgaði festivalinum Mynd: Jens Kr. Vang Jógvan Hansen og hansara fólk spældu síni lániløg sannførandi, men tað var í teimum heimagjørdu løgunum at veruligt lív kom í Mynd: Álvur Haraldsen