mánadagur 6. august 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 149 - 6. august 2007 ]
Formula á
nýggjum
undirlagi
Roknað verður
við, at HB skal
spæla heimadyst
í annaðkvøld og
B36 mikukvøldið
OVARI VØLLUR
Jákup Mørk
17. umfarið hongur í
leysum lofti. Tveir dyst
ir eru ikki spældir. Ætl
anin er at fáa teir frá
hondini í hesi vikuni.
Um tað gongst, sum
tað verður vónað og
roknað við, so verður
ein spældur týskvøldið,
og ein verður spældur
mikukvøldið.
Talan er um heima
dystirnar
hjá
stóru
havnarfeløgunum B36
og HB. Um vikuskiftið
bar tað grannunum í
Gundadali ikki til at
spæla. Orsøkin er tann,
at
nýggja
graslíkið,
sum ætlanin var, at tað
skuldi spælast á á Ólav
søku, ikki er klárt enn.
Um vikuskiftið hava
myndugleikarnir í høv
uðsstaðnum sagt, at um
veðrið verður til vildar
í dag, so verður gras
líkið klárt at spæla á
týskvøldið.
Fótbólts
sambandið hevur ikki
viljað ásett, nær dystir
nir skulu verða, áðrenn
dagurin í dag er liðugur,
og tað harvið er greitt,
um nýggja graslíkið
verður klárt at spæla á.
Um tað gongst, sum
myndugleikarnir í høv
uðsstaðnum ætlað, so
fara HB og AB at spæla
týskvøldið, og so fara
B36 og B71 at spæla
mikukvøldið.
Landsliðsvenjarin
fegnast um, at
lyklaspælararnir
á landsliðnum fáa
nógva tíð á vøllinum
í fremstu donsku
deildini
LANDSLIÐIÐ
Jóannes Hansen
12. september er tiltikin
dagur í føroyskari lands
liðssøgu. 17 ára dagin fyri
minnisríka
avrikinum
í
Landskrona sigur skráin, at
Føroyar skulu spæla EM
undankappingardyst
í
Litava.
Jógvan Martin Olsen,
landsliðsvenjari, sum fyri
stuttum saman við FSF
skrivaði undir samstarvs
sáttmála fyri tvey tey næstu
árini, hevur síðstu vikuna
verið á flatlondum og fylgt
føroyskum
landsliðs
spælarum.
Hann hevur sæð onkrar
av dystunum hjá U19
landsliðnum, sum hevur
luttikið í Lyngby Cup, og
hann hevur sæð onkrar av
dystunum hjá U17 lands
liðnum í NM kappingini,
sum hevur verið í Jyllandi.
Størsta áhugan fyri teir
fýra EM undankappingar
dystirnar,
sum
Føroyar
skulu spæla í heyst, hevur
tað, at venjarin hevur verið
eygnavitni, tá ið útisetarnir
á landsliðnum hava roynt
seg. Nú hann er á veg til
hús aftur, er venjarin væl
nøgdur við, at landsliðs
spælararnir í superliguni
eru nógv á vøllinum.
Tað ber við sær, at teir
eru í betri dystarvenjing,
enn teir vóru í fjør og í vár,
tá ið bæði Jón Rói Jacobsen
og Súni Olsen vóru nógv
skaddir. Og tað ber aftur
við sær, at fyritreytirnar hjá
landsliðnum verða uppaftur
betri. Tað sigur seg sjálvt,
at spælarar, sum fleiri ferðir
hvørja viku spæla á hægsta
støði í Danmark, eru upp
lagdir
lyklaspælarar
á
føroyska landsliðnum.
Christian Lamhauge
Holst hevur ment seg til at
vera ein av lyklaspælarunum
í Lyngby, har hann er
arkitektur aftanfyri álops
spælið. Lyngby venjarin,
Kasper Hjulmand, sigur seg
eisini vera væl nøgdan við
tað, sum Tem Hansen vísir
undir venjing. Men tað
tekur sína tíð at venja seg
við ferðina og umstøðurnar
annars, tá ið man er fluttur
frá Fremad Amager, sum
var botnlið í 1. deild, og so
til eitt superligufelag, sigur
Jógvan Martin Olsen, sum
sunnudagin var í Fredericia
og sá AaB við Jón Róa
Jacobsen og Súna Olsen á
liðnum spæla:
Tað er stór kapping um
plássini, og tað sigur ikki
so lítið, at bæði Jón Rói
Jacobsen og Súni Olsen
hesa ferð vóru ímillum teir
fyrstu ellivu. AaB venjarin,
Erik Hamrén, sigur, at
nógvu dystirnir gera, at teir
fáa
brúk
fyri
nógvum
spælarum. Eg haldi, at Jón
Rói Jacobsen var mest
eyðsýndur av teimum fýra í
aftastu AaB ketuni sunnu
dagin. Jón Rói tykist vera
rættuliga væl fyri.
Og hvat sigur tú um Súna
Olsen?
Hann var á vøllinum
inntil í 68. minutti. Súni
vísti fínan hugburð, og eg
ivist onga løtu í, at hann fer
at fáa so mikið nógva
spælitíð, at eisini hann
verður í góðari dystarvenj
ing, tá ið landsliðið aftur
skal í eldin, sigur lands
liðsvenjarin.
Símun stóran leiklut
Tvey tey seinastu árini
hevur Símun Samuelsen átt
stóran leiklut á liðnum hjá
Keflavík. Men hóast hann
ferð eftir ferð verður kosin
at vera millum teir bestu og
tann besti, so hevur hann
higartil ikki megnað at
vunnið sær fast pláss á
landsliðnum.
Hóskvøldið sá Jógvan
Martin
Olsen
Keflavík
spæla í UEFA Cup í
Herning ímóti FCM.
Símun Samuelsen hevur
lyklaleiklut hjá Keflavík.
Hann er ytstur á miðvølli
num í vinstru. Tá ið teir
fara í álop, er hann hangandi
aftanfyri teir fremstu. Lut
urin hjá honum er at skera
inn í vøllin, og tað ber ofta
við sær, at hann er at finna í
plássum,
har
hann
er
rættuliga vandamikil og
harvið skorar fleiri mál.
Enn hevur hann ikki
vunnið sær fast pláss á
landsliðnum?
Símun er mest sum
sjálvskrivaður í hópinum,
og hann er alla tíðina við í
myndini. At hann ikki hevur
sama leiklut á landsliðnum,
sum hann hevur í Keflavík
kemst av, at vit spæla øðr
vísi, enn Keflavík spælir.
Tað er neyðugt hjá okkum
at spælararnir í borðunum
hava størri leiklut í verju
spælinum, enn Símun hevur
tað á íslendska liðnum,
sigur Jógvan Martin Olsen.
Profilarnir eru væl upplagdir
Christian Lamhauge Holst er ein av føroysku landsliðsleikarunum, sum leikar í bestu donsku deildini. Felag hansara, Lyngby,
hevur fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið, men um vikuskiftið taptu teir 2-0 á útivølli fyri Brøndby.
Mynd: Álvur Haraldsen
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
– Eg havi glett meg til henda dystin, og tí er tað keðiligt at hann verður
oyðilagdur á henda hátt. Dómarin hevði frammanundan gjørt av, hvør
skuldi vinna henda dystin. Soleiðis tóktist tað í hvussu so er fyri mær.
Christian Lundberg, GÍ