Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-06, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. august 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 [ Nr. 149 - 6. august 2007 ] Jón Rói í tvørtræið Eftir dyggan 5-0 lúsing í Randers mitt í vikuni, vóru teir í AaB ikki misnøgdir við 1-1 á útivølli móti Horsens. AaB legði seg á odda, áðrenn Horsens javnaði við brotssparki. Í 2. hálvleiki misnýtti Horsens brotsspark. Jón Rói Jacobsen spældi alla tíðina, og Súni Olsen var á vøllinum inntil mitt í 2. hálvleiki. Jón Rói Jacobsen stútaði í 2. hálvleiki á tvørtræið. Christian ov stuttur Sunnukvøldið vóru Christian Lamhauge Holst og liðfelagar hansara í Lyngby, sum liggur norðanfyri Keypmannahavn, á vitjan í Brøndby. Stórur spenningur var um júst henda dystin, tí tað í fyrstu umførunum hevur gingið heilt av skriðuni hjá Brøndby. Fyrsta stóra tíman gekk tað javnt á. Christian Lamhauge Holst var á vøllinum alla tíðina, og hann var finur spælskipari hjá Lyngby. Tem Hansen var ikki á vøllinum. Christian hevði góðan møguleika at gera mál í 1. hálvleiki, men hann rakti ikki bóltin nóg væl. Eftir 70 minuttir fekk Brøndby hol á, og teir vunnu at enda 3-0. – Vánalig døming Christian Lundberg vísti, hví GÍ hevur ynskt at fáa hann knýtt- an upp í teirra hóp. Eftir dystin gleddist danin eisini um at vera aftur í Føroyum, men tað var trupult at fáa hann at tosa um annað enn dómaran. – Eg havi glett meg til henda dystin, og tí er tað keðiligt at hann verður oyðilagdur á henda hátt. Dómarin hevði frammanundan gjørt av, hvør skuldi vinna henda dystin. Soleiðis tóktist tað í hvussu so er fyri mær, segði Christian Lundberg avgjørdur. Hann hevði ikki nógv gott at bera dómaranum, men rósti heldur liðfeløgunum. – Eg haldi, tað er flott, at teir varðveita góða moralin alla tíðina. Vit koma eisini gott aftur at enda og tað er flott, metir Christian Lundberg. Væl nøgdur liðfor- maður Liðformaðurin hjá NSÍ, Óli Hansen, var ein fegin maður eftir dyst- in. Hann og hansara lið- felagar høvdu gjørt tað, ið kravt varð av teimum og staðfestu teir sína støðu sum oddalið. – Vit fáa trý stig og tað ætlaðu vit okkum, so vit væl nøgdir, segði Óli Hansen við Út- varpið í gjár. Spurdur um brotsspørkini, svar- aði Óli stutt, at hann ikki hevði so nógvar viðmerkingar til tað. – Vit halda, tað er straffi, og fáa eisini tvey mál uppá tey, segði hann. Óli Hansen fegnaðist ikki bara um stigini, men eisini at Christian Høgni Jacobsen var aftur á liðnum. Bæði NSÍ og GÍ høvdu fingið ein nýggjan Christian í teirra álop. Teir gjørdu eisini hvør sítt mál, men eftir dystin var heilt stóra samtaluevnið dómarin FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Christian Høgni Jacobsen var aftur í Runavík og Christian Lundberg aftur í Føroyum – hesaferð í GÍ. Báðir komu teir á máltalv- una og gjørdu teir harvið júst tað, teir eru keyptir til. Tann fyrri við fantastiska flottum langskoti, og tann seinni við klassiskum centerforward-máli, har hann trumlaði bóltin í málið eftir ófantaligt verjuspæl. Hetta átti at vera mest upp- lagda samtaluevnið kring nátturðaborðini í Eystur- oynni sunnukvøldið, men heldur man tað vera leiklut- urin hjá dómaranum Jens Petur Brattalíð, sum varð viðgjørdur bæði væl og virði- liga. Hetta tí, tá tíggju minuttir vóru spældir, dømdi hann brotsspark til NSÍ, eftir at bólturin tók í armin á einum GÍ-leikara. GÍ gjørdi nógv burturúr hesum, men av- gerðin stóð við. Tað var eisini í lagi, tí bólturin kom altso í armin hjá GÍ-leikar- anum. Beint fyri steðgin bríkslaði dómarin so aftur. Jónhard Fredriksberg varð spældur leysur út í høgru, gjørdi eitt trekk inneftir í brotsteigin har Geza Turi var komin út at verja fyri. Kviki skálamaðurin fekk eisini prikað bóltin framvið málverjanum, og letur Geza Turi Jónhard Fredriksberg fara framvið sær. Geza Turi stóð við samlaðum beinum og ørmunum inn at kroppin- um, men í tí at Jónhard fer framvið honum skramblar Jónhard um koll. Dómarin bríkslaði og peikaði á sama stað, sum hann gjørdi góðan hálvan tíma frammanundan. Hetta fekk sinnið í kók á gøtu- monnum, skilligt nokk, tí brotsspark var tað ikki. Gøtumenn royndu at fáa dómaran at spyrja linju- verjan eftir. Hesin hevði ikki flaggið á lofti og stóð beint yvirav tilburðinum, men hetta gjørdi dómarin ikki. Heldur ikki gav hann Geza Turi kort av nøkrum slag. Tað má sigast at vera ógvu- liga undrunarvert, tí Geza Turi var seinasti maðurin hjá Jónhardi á veg inn ímóti málinum, og tá eru reglurnar greiðar: reytt kort. Ofta verð- ur gult kort givið í staðin, um tað er eitt ivamál hvørt tað var síðsti maður ella ikki, men heldur ikki hetta hálaði dómarin úr lumm- anum. Einans brotsspark. Tað sum síðani fekk bik- arið at flóta yvir hjá GÍ var, tá Christian Lundberg mið- skeiðis í seinna hálvleiki var koyrdur um koll, tá hann annars hevði beina kós móti Jens Martin Knud- sen, og floytan hjá dómaran- um tagdi. NSÍ stýrdi fyrsta tíman Liðformaðurin Óli Hansen setti bæði brotsspørkini í netið, og soleiðis gjørdist hálvleiksstøðan 2-0 til NSÍ. At NSÍ var á odda var fult í trá við spælbýtið. Heima- liðið hevði sitið á tí mesta, og spælið hevði koyrt væl hjá teimum. Upplagdar mál- møguleikar høvdu teir ikki nógvar av, men liðið hevði víst góðar taktir við fleiri vælspældum álopum, sum kundu enda við at verið heilt vandamikil, men kort- ini ikki blivu tað. Í verju- partinum riggaði tað eisini væl, so tað sá gott út hjá NSÍ, tá teir fóru undir seinna hálvleik. Og tað gjørdist bara upp- aftur betri, tá eitt korter var farið av seinna hálvleiki. Afturvendi Christian Høgni Jacobsen fangaði ein leysan bólt eftir hornaspark. Rak seg í góða støðu nakað uttan fyri brotsteigin og sendi síð- an bóltin upp í málhornið. Eitt fantastiska flott mál, sum fekk trúgvu áskoðararnar at syngja sangin, teir hava longst eftir sungið: “Christi- an, hann er okkara...” Fjáltur kom á Hetta málið avgjørdi dystin, og nú átti NSÍ av røttum at stýrt sigurin heim. Men tað gjørdu teir ikki. Konsentra- tiónin sveik eina løtu og tað revsaði GÍ. Ein høgur bóltur varð sendur inn í brotsteigin, har Jens Martin Knudsen og verjan ikki kundu semj- ast um, hvør skuldi fara eftir bóltinum. Christian Lundberg vildi tó heldur enn fegin hava fatur í hes- um, so hann fór trumlandi í millum og skumpaði bóltin í kassan. Eftir hetta tóktist heima- liðið fjálturstungið, men teir fingu tó tamarhald á støðuna aftur, eftir at GÍ hevði trýst eina løtu uttan at fáa nakað burtur úr, og soleiðis stýrdi NSÍ seg til ársins tólvta sigur. NSÍ – GÍ 3-1 (2-0): Vespurnar stinga víðari GÍ NSÍ Christian Lamhauge Holst er ein av føroysku landsliðsleikarunum, sum leikar í bestu donsku deildini. Felag hansara, Lyngby, hevur fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið, men um vikuskiftið taptu teir 2-0 á útivølli fyri Brøndby. Mynd: Álvur Haraldsen