Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-06, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. august 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 [ Nr. 149 - 6. august 2007 ] Lukasz er óførur Fyrsta umfarið í triði bestu donsku deildini hevur verið um vikuskiftið. Fremad Amager, sum Todi Jónsson og aðrir føroyingar eiga, var á útivølli ímóti grannunum B1908. Fremad Amager vann 2-1 eftir 1-1 í 1. hálvleiki. Næstbesta Brøndby liðið spældi á heimavølli ímóti Holbæk. Brøndby vann 3-0. Við føroyskum eygum var merkisvert, at Lukasz Cielsewicz, sum hevur spælt í VB, skoraði tvey tey fyrstu Brøndby málini – í 28. og í 45. minutti. Arvesen vann í Danmark Norski súkklarin hjá danska súkklufelagnum, Team CSC, vann sunnudagin størstu súkklukappingina í Danmark, Post Danmark Rundt. Tað var eisini stóra danska súkklufelagið, Team CSC, sum setti dagsskránna í kappingini, og størsta kappingin um fremsta plássið var ímillum Arvesen, Matti Breschel og Nicki Sørensen, sum allir súkkla fyri CSC. Í síðsta gjørdist einkul- starturin leygardagin avgerandi. Her eydnaðist Arvesen at taka leiðsluna frá Breschel, og tá etapan sunnudagin endaði í einum massaspurti, gjørdist Arvesen samlaði vinnarin av kappingini. Vildu meiri enn vit fingu Dan Djurhuus, liðfor- maður hjá VB/Sumba, iðraði seg um mistu stig- ini eftir dystin. – Hatta var harmiligt. Vit ætlaðu okkum trý ella í minsta lagi eitt stig, men alt glapp okkum av hond- um, segði Dan Djurhuus við Útvarpið eftir dystin. Hann viðgekk, at VB/ Sumba kanska ikki spældi so væl, men rósti stríðsandanum og segði, at menninir gjarna vildu meira, enn teir fingu. Somuleiðis helt hann tað vera nøkur keðilig mál, sum EB/Streymur fekk, tí sum hann segði, so kundu teir kanska skora upp á okkurt annað, enn júst hasar kjansirnar. Dan Djurhuus staðfesti tó kortini, at teir fram- vegis trúgva upp á, at tað fer at lata seg gera hjá teimum í Formula- deildini. Framvegis við í toppinum Arnbjørn Hansen avl- oysti Karoly Potemkin í seinna hálvleiki og gjørd- ist eisini matchvinnari, tá hann í yvirtíðini tryggj- aði EB/Streymi sigurs- málið. – Hatta vóru nøk- ur týdningarmikil stig, vit fingu í dag, tí annars vóru vit næstan avskriv- aðir, segði Arnbjørn í viðmerking við Útvarpið eftir dystin. Spurdur um teir trúðu upp á tað alla tíðina, svaraði Arnbjørn, at um ynskið er at liggja í fremstu røð, so er neyð- ugt at kempa allar 90 minuttirnar umframt tað eyka, sum dómarin legg- ur aftrat. – Men vit eru so framvegis við enn í oddinum, staðfesti ungi kollfirðingurin. -rólant Eftir hálvanannan tíma stóð á jøvnum í uppgerðini millum felagsliðini í bestu deildini. Javnleikur kundi hvørgin partur tó brúka til nakað, og í yvirtíðini fekk EB/ Streymur avgerandi málið FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Setningurin hjá VB/Sumba var greiður. Teir skuldu hava stig, helst fleiri, burtur úr sunnudagsins dysti. Eis- ini hóast mótstøðuliðið æt EB/Streymur. Og felagsliðið úr Suðuroynni hevði eisini fleiri stig í hondini til tað restaðu tíggju minuttir. Tá javnaði Símun Eliasen, og suðuroyingar høvdu bara eitt stig eftir. Men í yvir- tíðini mistu teir eisini hetta, tá Arnbjørn Hansen skoraði, og so stóð VB/Sumba eftir við ongum, meðan EB/ Streymur fór við øllum. Samanumtikið var tað heldur einki galið í, at EB/ Streymur vann dystin. Teir høvdu bóltin mest, flest kjansir og vóru eisini betra liðið, hóast VB/Sumba var á odda meginpartin av dystinum. Góða gongdin brotin Gongdin seinastu dystirnar fyri summarsteðgin hevði verið góð hjá VB/Sumba. Fýra teir síðstu dystirnir høvdu allir givið stig, og av seks teimum seinastu dyst- unum hevði VB/Sumba bara tapt ein. Og heimaliðið fekk eisini ein lovandi byrjan í fyrsta dystinum eftir summar- steðgin. Tá stívliga eitt korter var farið, legði Jón Krosslá Poulsen heimaliðið á odda, tá hann skamt uttan- fyri brotsteigin setti bóltin hart og flatt í málið dygst við handara stong. Málið gav monnum trúnna upp á, at tað bar til. Eisini hóast teir eftir hetta vórðu press- aðir nakrar metrar aftur á vøllin, og vóru undir støð- ugum trýsti tað, sum eftir var av dystinum. Fýra ferðir í netið Eftir málið handlaði EB/ Streymur skjótt. Venjarin sendi eitt greitt tekin um, at hetta bar ikki til og skifti hann nýggja miðvallarleik- aran Zsolt Szekeres út við Hanus Eliasen. Við hesari útskifting broyttu teir eisini skipanina frá at vera eina 4- 5-1 til eina reina 4-4-2 við Sorin Anghel og Karoly Pot- emkin fremst. Hetta vísti seg at rigga nakað væl betur, og koyrdi spælið hjá EB/Streymi eisini rættiliga væl eftir hetta. Teir skaptu sær eina rúgvu av kjansum, fleiri hálvar og nógvar heilar, men inn vildi bólturin ikki. Upp um og framvið og so einaferð á tvørtræið. Og tá bólturin so endiliga fór í málið, so vóru tey av røttum kolldømd. Fyrst fekk Ronnie Samuels- en bóltin í netið, og síðani Karoly Potemkin, men báðar ferðir høvdu teir runnið seg í rangstøðu. Hepni skuldi til Tá tað restaðu bara tíggju minuttir var VB/Sumba framvegis á odda. Men trýst- ið á Vlada Filipovic var øgi- ligt og hevði málverjin hjá VB/Sumba staðið ein megn- ar dyst, har hann hevði vart fyri mangari naskari mál- roynd. Hesa seinastu løtuna stóðu áskoðararnir sum á nálum. Heimaáskoðararnir í vónini um at fáa trý kær- komin stig á kontoina, og teir vitjandi í vónini um at fáa eitt mál og helst tvey. Tá tað hvørki spurdist nakað burtur úr vandamikl- um skotum úti frá ella gjøgn- umspældum álopum, var tað ironiskt nokk eitt rættiliga heppið mál, sum setti gongd á hjá EB/Streymi. Símun Eliasen var komin framvið í álop, og úr vinstru sendi hann nakað sum minti um eitt innlegg innfyri. Bólturin fann tó ongan lið- felaga men fór beina kós í mál, har málverji og verja bara kundu hyggja spyrjandi upp á hvønn annan. Í yvirtíðini var málið hjá EB/Streymi minni heppið, men meiri gjøgnumspælt. Hans Pauli Samuelsen spældi innskifta Arnbjørn Hansen leysan, og einsa- mallur við málverjanum sveik hann ikki. Soleiðis misti VB/Sumba alt, sum missast kundi, seinastu minuttirnar. Fyrst tey trý stigini og síðani tað eina, sum teir høvdu í yvir- tíðini. EB/Streymur gjørdi hinvegin tað, sum kravt var av teimum frammanundan, um teir ynsktu at fylgja hin- um báðum liðunum framm- an fyri seg. VB/Sumba – EB/Streymur 1-2 (1-0) Yvirtíðin avgjørdi alt EB/Streymur VB/Sumba EB/Streymur tryggjaði sær sigurin í síðstu sekundunum av útidystinum ímóti VB/Sumba, tá innskifti Arnbjørn Hansen enn einaferð vísti síni góðu evni framman fyri málinum. Mynd: Sofus Debes Johannsen