mánadagur 6. august 2007síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
[ Nr. 149 - 6. august 2007 ]
Men tað leyp ikki
nógv av hjá KÍ, sum
var um reppið at
missa tepra sigurin
móti Skála, sum
hevði fleiri óroyndar
spælarar á liðnum
KÍ-SKÁLA
Jóannes Hansen
Tað lætnaði hjá klaksvíking
um, tá ið síðsta bríkslið
hevði ljóðað í storminum
leygardagin. KÍ hevði vunn
ið 10 á Skála, og tað sást á
bæði spælarum og viðhalds
fólkum, at tað hevði ovur
honds týdning, at hesi stigini
komu til høldar.
Hetta var ikki so undar
ligt. Sigurin bar við sær, at
niðurflytingin blásti eitt
sindur longri burtur í øllum
vindinum. Og harafturat
stóð tað ikki so lítið á síðstu
løtuna.
Skála
venjarin,
John
Petersen, hevði vánaligar
fyritreytir at arbeiða út frá.
Fleiri av stuðulsspælarunum
vóru ikki tøkir orsaka av
skaðum, og onkrir teirra
noyddust á vøllin, hóast teir
vóru skaddir.
Síðstu løtuna spenti Skála
álopsbogan, eitt nú setti
venjarin
seg
sjálvan
á
vøllin. Um úrslitið gjørdist
eitt, tvey ella trý mála tap
hevði ikki so stóran týdning.
Liðið varð umskipað, og
seinastu løtuna vóru tað
bara tveir ella hálvur triði í
skálaverjuni.
Tað ráddi um at dyrgja
eftir javnleikinum, og fleiri
ferðir síðstu løtuna var um
reppið, at tað eydnaðist at
fáa mál. Bestu møguleikar
nar høvdu innskifti og hálv
skaddi Slavisa Kaplanovic
og miðverjin Milan Curcic,
sum úr góðari støðu eftir
horna sendi beint á KÍ
málverjan.
Málið og møguleikar
Heimaliðið
hevði
størri
tyngd og breidd, og sammett
við tíðliga í hesum árinum
er viljin at spæla í staðin
fyri at sparka fótbólt so
nógvar ferðir størri. Líkind
ini vóru so mikið vánalig,
at dysturin átti at havt verið
útsettur til t. d. í gjár, og
vánaliga veðrið darvaði
spælinum heilt nógv.
Fyritreytirnar at spæla
gjørdust ikki betri av, at ov
ofta var bólturin ov ovar
laga, og harvið var vindurin
uppaftur størri bági, enn
hann annars hevði havt
verið.
KÍ var grammari, og klaks
víkingar høvdu onkrar møgu
leikar.
Toppskjúttin
Paul
Clapson var bæði í 1. og ser
liga í 2. hálvleiki í góðum
støðum at gera mál, men
heldur ikki hesa ferð eydn
aðist tað honum at sleppa
upp í part, hóast hann tóktist
hava góðan hugburð.
Serliga stórur var møgu
leikin, tá ið Jan Andreasen
stutt eftir, at hann varð
fluttur fram á miðvøllin,
har hann stóð seg væl, snild
isliga stakk bóltin fram ímil
lum til toppskjúttan. Men
PCarin hjá KÍ er ikki so væl
virkandi í løtuni, sum hann
var fyrr í ár.
Nýggi spælarin, Denni
Conteh, sást tað ikki so
nógv til. Hann tóktist hava
tað torført á váta graslíkin
um saman við viðspælar
unum.
Einsamalla málið stóðst
av tilvild. Harley Berthold
sen sendi fríspark úr 43
metrum, bólturin støkk eina
ferð í graslíkið í brotsteigin
um, og millum nógvar
klaksvíkingar og skálamenn
ferðaðist bólturin umvegis
tvørtræið og í málið.
Men í oktober verður tað
líka mikið, hvussu klaksvík
ingar skoraðu málið, sum
bar trý stig við sær. Tað er
møguleiki fyri, at hetta
illveðursmálið fer at verða
munurin millum sunnudags
og
leygardagsfótbólt
í
Klaksvík næsta ár!
Tað ljósnaði í ódnarveðrinum
Skála
KÍ
Bendtner er ikki klárur
enn
Danski áleyparin í Arsenal, Nicklas Bendtner, verður mettur
ímillum størstu álopstalentini í enskum fótbólti, men venjarin
hjá Arsenal, Arsene Wenger, metir hann ikki vera ordiliga
kláran til besta liðið enn. – Nicklas er enn ikki klárur at byrja
fast í Premier League, men eg ætli mær at geva honum so
nógvar møguleikar sum til ber, fyri at fáa hann at skilja, hvat
hann enn manglar. Bendtner hevur annars víst síni góðu evni í
vinardystum fyri Arsenal, og hann hevur m.a. skorað ímóti
bæði Paris St. Germain og Lazio.
Kjartan
var ógegn
igur
Fyrrverandi B36-
formaðurin átti
ikki at tikið lut í
kæruviðgerðini
av máli, har felag
hansara er annar
parturin, var
niðurstøðan hjá
Yvirkærunevndini
FótbóLtur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í síni kæru um úrskurð
in
hjá
Aganevndini
førdi Skála millum ann
að fram, at felagið ikki
kundi góðtaka, at fyrr
verandi B36formaður
in var við til at viðgera
málið, tá júst B36 var
annar parturin í hesum.
Spurningin um gegn
ið hevði Kjartan Mohr
sjálvur reist, tá málið
kom til viðgerðar í Aga
nevndini, men semja
var um, at hann væl
kundi vera við til at
viðgera málið.
Í sínum viðmerking
unum sigur Yvirkæru
nevndin, at tað ikki ger
Kjartan Mohr ógegn
igan, at hann í drúgt
áramál
hevur
verið
starvsnevndarlimur
í
B36. Enn tá eitt ár sum
formaður.
Hinvegin vísir nevnd
in á, at Kjartan Mohr
framvegis er limur í
B36, og at hann tá ikki
eigur at taka lut í við
gerð av einum málið,
har sama felag er partur
av málinum. Yvirkæru
nevndin leggur tó dent
á, at tað ikki er nøkur
orsøk at halda, at ósak
lig atlit hava verið tikin
undir
málsviðgerðini
hjá Aganevndini.
Danin, Denni Conteh, var
fyri fyrstu ferð at síggja í bláu
KÍ-troyggjuni, tá teir tóku
ímóti Skála leygardagin. Tað
eydnaðist Conteh og KÍ at
vinna dystin 1-0 við máli frá
Harley Bertholdsen.
Mynd: Álvur Haraldsen
Terry aftur skaddur
Síðsta kappingarár hevði enska stórfelagið, Chelsea, stórar
trupulleikar í verjupartinum, tá enski landsliðsverjuleikarin,
John Terry, ikki var við. Og nú er sterki verjuleikarin aftur
blivin skaddur. Hesa ferð er tað ein skaði í knænum, sum
argar, og Terry verður helst ikki klárur fyrr enn um fýra
vikur. Sostatt má Chelsea vera hann fyri uttan fyrstu
dystirnar av nýggja kappingarárinum í Premier League,
samstundis sum hann ikki verður klárur til vinardystin hjá
Onglandi ímóti Týsklandi. Harafturat er ivasamt, hvørt Terry
verður klárur til týdningarmiklu EMundankappingardyst
irnar hjá Onglandi ímóti Ísrael og Russlandi í næsta mánaði.
Tað var helst vænt-
andi. Og fríggja-
dagin staðfesti
Yvirkærunevndin
hjá FSF, at Skála ikki
skal tapa dystin móti
B36, har teir høvdu
gloymt eitt navn á
dómaraseðlinum.
Hinvegin setir bótin
á 10.000 kr. nýggjan
mátistokk fyri bøtur í
føroyskum fótbólti.
FótbóLtur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað skal ikki kosta á ítróttar
liga økinum, um skrivligt
mistak verður gjørt á dóm
araseðlinum. Tað var aðal
setningurin, sum føroyskur
fótbóltur samdist um, eftir
at MB í 1990 misti týðandi
stig, tá enski Paul Snowball
av misgávum ikki var kom
in við á dómaraseðilin tann
eina dystin.
Við úrskurðinum, sum
nýggja Aganevndin hjá FSF
gjørdi um dystin millum
B36 og Skála varð tann sið
venjan broytt, men í so
máta hevur Skála fingið
beint málið aftur á beint.
Yvirkærunevndin
gav
nevnliga Skála viðhald í, at
teir ikki skuldu dømast at
tapa dystin móti B36.
Skála hevði í síni kæru
ført fram, at tey ikki hildu
revsingina standa mát við
brotið, sum varð framt, tá
Slavisa Kaplanovic varð
gloymdur á dómaraseðlin
um til dystin móti B36.
B36 hevði í kæruni ført
fram, at dómaraseðilin er
eitt av týdningarmestu skjøl
unum í fótbóltskappingini,
og at tað tí er talan um so
mikið týðandi brot, at Skála
eigur at dømast sum tapari
av dystinum.
Við støði í føroyskari og
norðurlendskari
siðvenju
vildi Yvirkærunevndin tó
ikki staðfesta úrskurðin hjá
Aganevndini. Dentur verður
lagdur á, at brotið á ongan
hátt gav Skála nakrar ítrótt
arligar fyrimunir, og at
hetta heldur ikki varð ætlað
so. Tí staðfesti nevndin, at
úrslitið av dystinum, sum
endaði 11, stendur við,
men at Skála fær eina bót á
10.000 kr.
Hetta seinasta boðar frá,
at tað verður lagdur dentur
á, at dómaraseðilin verður
rætt útfyltur. Seinast líkn
andi mál var fyri, fekk B71
1.000 kr. í bót, tí teir av mis
gávum høvdu skrivað skeiv
an
spælara
á
dómara
seðilin.
Aganevndin varð kolldømd