Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-06, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. august 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 [ Nr. 149 - 6. august 2007 ] Felagið hjá føroyska landsliðsspælaranum fær stóra peningaliga innsproyting, sum ber við sær, at tað sleppur undan húsagangi og kann keypa nýggjar spælarar ÚTISETAFELAG Jákup Mørk Síðani í vár hevur tað verið alment kent, at Frem, gamla arbeiðarafelagið í Valby, sum Atli Danielsen umboð­ ar, hevur verið fíggjarliga ógvuliga illa statt. Hesin veruleikin hevur havt við sær, at felagið ikki hevur havt loyvi at skriva sáttmálar við nýggjar spæl­ arar, og at hóttanin av húsa­ gangi støðugt hevur hingið yvir felagnum. Nú tykist tað at gerast ljósari, og um tað verður veruleiki, sum danskir fjøl­ miðlar við góðum keldum í felagnum bóru víðari í gjár, so verður ikki talan um húsagang. Heldur verður tað soleiðis, at felagið fer at fáa møguleika at keypa nýggjar spælarar. Felagið Gourmetbryggj­ aríið hevur gjørt av at seta milliónir í felagið. Haraftur­ at hava flestu av teimum, sum Frem skyldar pengar, gingið við til, at tey fáa ein fimting av tí, sum tey eiga til góða hjá felagnum. Roknað verður við at avtalurnar verða komnar upp á pláss innan tvær tær næstu vikurnar. Um tað ikki eydnast, at fáa felagið úr fíggjarliga óførinum, so eru ásetingarnar soleiðis, at seks stig fara at verða tikin frá Frem. Tað fer at bera við sær, at tað verður ógvuliga torført hjá Frem at varðveita plássið í næstbestu deildini. Sunnudagin var sjøtil settur á nýggja kappingarár­ ið í næstbestu deildini. Atli Danielsen og liðfelagarnir í Frem vóru í Næstved, og har gekk tað ikki meiri enn passaligt hjá Frem. Eftir 1. hálvleik var heimaliðið frammanfyri 1­0, og Næst­ ved vann 4­0. Ein av orsøkunum til vánaliga úrslitið var, at Frem tíðliga í 2. hálvleiki misti ein mann, sum sá bein­ leiðis reytt kort. Í summar eru fleiri spælarar farnir úr Frem og í onnur feløg. Ein av hesum er Gunnar Nielsen, føroyski U­21 landsliðsmálverjin, sum nú roynir seg í Ong­ landi. Ein annar, sum hevur spælt í Frem, og sum nú roynir seg í øðrum felag, er Denni Conteh. Hann er í Klaksvík, har hann royndi seg fyri fyrstu ferð, tá ið KÍ leygardagin vann 1­0 á heimavølli ímóti Skála. Lewis Hamilton vann eina sera keðiliga formil 1 koyring í Ungarn og liggur nú greitt á odda í kappingini um heimsmeistaraheitið. Sigurin var søtur hjá bretanum, eftir ljóta atburðin hjá spanska liðfelaga hansara í tíðarkoyringini leygdagin FormIL 1 Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Hamilton var á odda frá byrjan til enda í ungarsku formil 1 koyringini, og hóast Kimi Räikkönen lá beint í hølunum á honum frá byrjan til enda, megnaði Ferrari koyrarin ongantíð veruliga at avbjóða um oddasessin. Eina løtu eftir seinasta pitsteðg var heilt tætt teirra millum, og koyr­ ingin var líka við at gerast spennandi, men eingin veru­ lig roynd spurdist burturúr. Forðaði liðfelagnum Hetta vikuskiftið í formil 1, hevur annars verið ríkiliga dramatiskt. Leiðslan fyri koyringina í Ungarn revsaði leygardagin Fernando Alonso og flutti hann fimm byrjunarstøður aftur, eftir at Lewis Hamilton noyddist at bíða í pittinum, meðan Alonso stóð stillur í ein hálvan minutt við tí úrsliti, at Hamilton ikki fekk koyrt eitt seinasta skjótt umfar, skrivar almenna síðan hjá formil 1. McLaren liðið hevði biðið Alonso bíða í 20 sekund, men tá niðurtelj­ ingin var av, stóð Alonso stillur í uppaftur 10 sekund. Sjálvur sigur Alonso, at hann tosaði við sínar tøkn­ ingar um dekkini hesi eyka 10 sekundini, men hetta góðtóku myndugleikarnir ikki. Eisini McLaren liðið er revsað fyri at biðja Alonso standa stillan í 20 sekund. Orsøkin til at hann skuldi bíða, var sambært bretska liðnum, at Alonso skuldi koma á breytina uttan trafikk. Men sambært myndugleikunum á breytini í Ungarn, var bert ein bilur á breytini júst tá, og hann var ikki til fortreð fyri Alonso. McLaren liðið var tí dømt til ikki at fáa nøkur stig í meistaraheitinum fyri lið hetta vikuskiftið. Hetta merkir, at hóast Hamilton og Alonso tilsamans vunnu 15 stig í koyringini telja hesi bert í kappingini fyri koyrarar. Í McLaren liðnum eru kenslurnar millum Hamil­ ton og heimsmeistaran Alonso kølnaðar støðugt síðan kappingarárið byrjaði, og greitt er, at hendingarnar hetta vikuskiftið neyvan fara at gera kenslurnar heit­ ari. Keðilig koyring Við tveimum skjótum bilum við Alonso í McLaren og Felipe Massa í Ferrari á ávikavist sættu og fjúrtandu byrjunarstøðu, vóru nógvar yvirhálingar í væntu, men eingin av hesum báðum megnaði at gera nakað serligt um seg. Alonso end­ aði á fjórða plássi, meðan Massa ikki so frætt sum kom í stigini. Hamilton hevur nú 80 stig, meðan Alonso hevur 73 stig. Ferrari koyrararnir Räikkönen og Massa hava ávíkavist 59 og 60 stig. Sætti sigurin hjá Woods Amerikanska golfstjørnan, Tiger Woods, setti alla mótstøðu til viks um vikuskiftið í stóru kappingini WGC­ Bridgestone Invitational, sum bleiv leikt í Ohio. Woods endaði heili átta sløg framman fyri næstu spælararnar, sum vóru Justin Rose úr Onglandi og Rory Sabbatini úr Suðurafrika. Hetta er triðja árið á rað at hann vinnur kappingina, og harafturat sættu ferð á yrkisleið síni, at hann endar fremst í hesi kapping. So vann Sharapova aftur Sjálvt um hon liggur nummar tvey á heimsstykilistanum í tennis hjá kvinnum, so hevur ikki gingið heilt eftir vild væl hjá russisku tennisstjørnuni, Maria Sharapova, síðstu tíðina. Um vikuskiftið bragdaði tó aftur hjá Sharapova, tá hon vann stóra kapping í San Diego í USA. Í finaluni vann hon 2­1 á Patty Schnyder við settúrslitunum 6­2, 3­6, 6­0. Hetta er annað árið á rað, at hon vinnur hesa kapping, og hetta er fyrstu ferð síðani oktober síðsta ár, at Sharapova vinnur eina kapping. Nógvir pengar til Atla og teir Í endanum á tíðarkoyrgini var Fernando Alonso standandi í pittinum í ein hálvan minutt, hann forðaði sostatt liðfelaga sínum í at koyra eitt seinasta skjótt umfar Mynd: Polfoto Hamilton sigraði í Ungarn