Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. apríl 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 72 - 12. apríl 2001 7 gult7 cyan7 magenta7 svart7 6 Nr. 72 - 12. apríl 2001 gult6 cyan6 magenta6 svart6 Allir flokkar á tingi eru samdir um, at almenn umsiting í størri mun eigur at verða løgd í útjaðar- anum. ØKISMENNING John Johannessen Almenn umsiting eigur at verða flutt út í útjaðaran. Hesum vóru umboðini fyri allar politisku flokk- arnar samd um undir orða- skiftinum um økismenn- ingarálitið í VB-húsinum í Vági mánakvøldið. Jóannes Eidesgaard (C), Høgni Hoydal (E) og Hel- ena Dam á Neystabø (D) vóru øll samd um, at pol- itiski myndugleikin bein- leiðis eigur at fara inn og gera av, at umsiting í so stóran mun sum gjørligt eigur at verða løgd í útjað- aranum. Venda próvbyrðuni Formaður Tjóðveldisfloks- ins, Høgni Hoydal, hevði eitt ítøkiligt uppskot um, hvussu hetta kann gerast. Hann mælti til, at próv- byrðan fyri, hvar almennir stovnar skulu leggjast verð- ur vend á høvdið. Hetta merkir, at útgangs- støðið er, at ein almennur stovnur, sum skal setast á stovn, skal liggja í útjaðar- anum, og at ógvuliga tungt vigandi grundgevingar skulu til, um hann kortini skal leggjast í miðstaðar- økinum. Í dag er tað soleið- is, at gingið verður út frá, at nýggir almennir stovnar skulu leggjast í Havn, men at teir møguliga kunnu leggjast aðrastaðni, um grundgivið verður nóg væl fyri hesum. Formaður Javnaðarfloks- ins, Jóannes Eidesgaard, tók av fullum huga undir við uppskotinum hjá Høgna Hoydal. Men Jóann- es Eidesgaard helt kortini, at uppskotið mátti byggjast eitt sindur út, so tað eisini fevndi um at flyta núver- andi almennar stovnar út í útjaðaran. Tað er nevniliga eftir hansara sannføring ikki nóg mikið at flyta nýggjar almennar stovnar út í újaðaran. Hesum tók Høgni Hoydal undir við. Helena Dam á Neystabø, forkvinna Sjálvstýrisfloks- ins, var samd. Men hon helt tað kortini ikki vera rætt, bert at hugsa um størv í al- mennum stovnum. Hon vísti á, at høg størv innan onnur áhugaverd øki enn almenna fyrisiting mugu finnast í útjaðaranum. Formaður Sambands- floksins, Lisbeth L. Peter- sen, undraðist yvir tosið hjá Høgna Hoydal, um at flyta nýggjar almennar stovnar til útjaðaran. – Fullveldislandið Føroy- ar skal jú rationaliserast. Og rationalisering hongur ikki saman við desentralis- ering, gjørdi Lisbeth L. Pet- ersen greitt. Aðalstýrini í Havn Jacob Vestergaard, borgar- stjóri í Sumbiar Kommunu, reisti í hesum sambandi spurningin, um tað ber til at skrykkja aðalstýri upp við rót og flyta tey í útjaðaran. Hetta helt eingin av pol- itisku umboðunum vera nakað gott hugskot. Aðalstýrini mugu vera í Havn. Men aðrir stovnar kunnu flytast, var svarið frá innbodnu gestunum. Jóannes Eidesgaard og Høgni Hoydal vístu báðir á, at ein skipa ætlan skal til fyri at flyta stovnarnar. Tí annars verður bara, sum vanligt, stríð millum ymsu økini um almennu stovn- arnar, og so enda teir aftur í Havn fyri at varðveita frið- in. Samstundis sum Føroya Tele boðar frá, at tað hevur trupul- leikar við at veita øll- um borgarum somu tænastur, staðfestir økismenningarálitið, at góðir fjarskiftis- møguleikar er ein av- gerandi fyritreyt fyri menning ØKISMENNING John Johannessen Vandi er fyri, at Føroya Tele orsakað av kapping ikki fer at megna at veita útjaðara- økjunum somu tænastur, sum miðstaðarøkinum. Hesum boðaði Andras Róin, stóri fyri Føroya Tele, frá í formansfrágreiðing síni frá ársaðalfundinum hjá Føroya Tele fáar dagar áðrenn økismenningarálitið varð handað landsstýris- manninum í mentamálum í VB-húsinum í Vági. Í økismenningarálitinum verða fjarskiftistænastur nevndar, sum ein týðandi táttur í menningini av út- jaðaranum. Økismenning- arálitið metir gott fjarskift- issamband vera eina ta mest avgerandi fyritreytina fyri framburði. Men økismenningarálitið sær eisini vandan í, at Før- oya Tele fær alsamt størri kapping. Økismenningar- bólkurin hevur tosað við umboð fyri Føroya Tele, sum siga, at økta kappingin væntandi fer at bera í sær, at minni orka fer at verða nýtt til útjaðaran. Oljufeløgini hjálpa Sosialurin tók upp trupul- leikan við veitingarskyld- uni hjá Føroya Tele undir orðaskiftinum í VB-hús- inum um økismenningar- álitið. Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, vísti á, at útlendsk oljufeløg helst kunnu tryggja samskiftið við at leggja kaðalar ella stuðla Føroya Tele fíggjar- liga. Men Høgni Hoydal var eisin opin fyri, at bygt verður út við almennum stuðuli. Tó gjørdi hann púra greitt, at Føroya Tele fram- vegis skal rekast við vinnu- ligum grundarlag og at kapping skal vera á fjar- skiftisøkinum. Jóannes Eidesgaard helt tað vera heilt burturvið av Høgna Hoydal at tosa um, at oljufeløg skulu tryggja veitingarskylduna. Hann helt bestu loysnina vera, at tað almenna útbyggir og eigur linjurnar og netið, og so kunnu Føroya Tele og onnur feløg veita tænastur gjøgnum hetta kerv. Hetta helt Jóannes Eidesgaard vera bestu loysnina at tryggja útjaðaranum somu møguleikar, sum miðstað- arøkinum innan fjarskifti. Ongan stuðul Lisbeth L. Petersen, for- maður Sambandsfloksins, var samd við hinum í, at veitingarskyldan skal tryggjast. Men hon helt kortini ikki, at Føroya Tele skal hava almennar pengar. Somu fatan hevði Jóannes Nielsen úr Fólkaflokkinum. Helena Dam á Neystabø úr Sjálvstýrisflokkinum helt tað eisini vera náttur- ligt at tryggja veitingar- skylduna, men hon hevði einki boð uppá, hvussu hetta skuldi gerast. Suni á Dalbø, samfelags- frøðingur, sum hevur verið við til at gera økismenning- arálitið vísti í hesum sam- bandi á, at politikarar mugu gera upp við seg sjálvar, um Føroya Tele skal vera til fyri at hava vinning, ella tað skal vera eitt felag, ið tryggjar samskiftið í land- inum. Hesum var Jóannes Eid- esgaard samdur við honum í. – Tað er løgi at hugsa sær, at føroyski landsstýris- maðurin í vinnumálum, skal vera millumgongu- maður millum ísraelsmenn og palestinar innan fjar- skifti, samstundis sum tað ikki ber til at tosa í GSM í Fámjin, segði Jóannes Eidesgaard. Almennir stovnar skulu í útjaðaran Fjarskiftið má tryggjast Politisk semja er um, at flyta umsiting út í útjaðaran. Hetta sýndi orðaskifið í VB- húsinum mánakvøldið um økismenning heilt greitt. Serliga vóru tað Høgni Hoydal og Jóannes Eides- gaard, sum hvør í sær komu við ítøkiligum uppskotum, sum teir vóru ógvuliga samdir um Mynd: Jens Kristian Vang Forkvinna Sjálv- stýrisfloksins held- ur, at samgongan nú eigur at hugsa um møguleikan at skriva út nýval SAMGONGU- ÓSEMJA John Johannessen Løgmaður eigur at um- hugsa, um føroyski velj- arin skal sparast fyri ein- um valári. Hetta heldur Helena Dam á Neystabø, for- kvinna Sjálvstýrisfloks- ins, sum er við í sam- gonguni. Helena Dam á Neysta- bø heldur, at stríðið ímillum Tjóðveldis- flokkin og Fólkaflokkin er vorði til eina landa- skomm. – Teir báðir stóru sam- gonguflokkarnir eru farnir at bera seg at sum smábørn. Tað ber ikki til at koma við uppskotum og gjara út, hvør í sínum lag. Tað, sum skuldi vera skipað loysing er vorðið skipað kaos, sigur Hel- ena Dam á Neystabø. Forkvinna Sjálvstýris- floksins vísir á, at sam- gongan má vera samd og ikki alla tíðina royna at yvirbjóða hvørja aðra. Í hesum sambandi sipar hon til ósemjuna um bensinavgjaldið, Suður- oyarskipið, og nýggju semjuna millum lands- stýrismannin í fíggjar- málum og Starvsmanna- felagið. – Tað hevur stóran týdning, at vit halda fram í samgonguni og fáa uppskotini um sjálv- stýri Føroya fólks og bú- skapargrunnin samtykt. Men heldur hetta óskilið fram, eiga vit at um- hugsa, hvat er best fyri veljaran, sigur Helena Dam á Neystabø, for- kvinna fyri ein av teim- um trimum samgongu- flokkunum. Eiga at umhugsa nýval FYRISPURNINGUR John Johannessen Hvat hevur landsstýris- maðurin gjørt fyri at kanna loftvegis sam- bandið við Suðuroynna, og nær fer hann at leggja úrslit fyri løgtingið? Soleiðis ljóðar skriv- ligi fyrispurningurin, ið Hergeir Nielsen, ting- maður fyri Tjóðveldis- flokkin, hevur sett Bjarna Djurholm, lands- stýrismanni í vinnumál- um, um loftvegis sam- band við Suðuroynna. Hergeir Nielsen vísir í viðmerkingum sínum á, at tað stendur í sam- gonguskjalinum, at møguleikin fyri loftveg- is sambandi skal kann- ast. Tí vil hann hava at vita, hvussu langt lands- stýrismaðurin er komin við hesum máli. Hergeir Nielsen hevur áður verið heitur for- sprákari fyri loftvegis sambandi millum Suð- uroynna og miðstaðar- økið. Hann hevur mill- um annað mælt til, at sambandið verður røkt av smáum vatnflogfør- um, ið kunnu lenda á ávikavist Trongisvágs- firði og Havnarvág. Miðflokkurin umhugsar at leggja fram uppskot komandi tingsetu um at gera tað ólóligt at inn- flyta tubbakk til Føroya. Á landsfundi Mið- floksins seinasta leygar- dag nevndi ein av limum floksins hetta hugskot. Fundurin gjørdi av, at hugsast skal víðar um hetta uppskot. Hergeir spyr um flogsamband Umugsa at banna tubbakki Her eru tvær gerinar á sama dokumenti - til tí fyrru mynd av bori og eltør (hann er í arkivi) og til tí seinnu mynd av skuipoum sum taka olju OLJULEITING Jan Müller -Vit hava eingi boð fingið frá BP um, at teir ikki fara at bora. Tvørturímóti legði stjórin hjá BP stóran dent á, at teir kundu byrja at bora í ár, tá skrivstovan varð latin upp í fjør. Tí rokna vit sjálvandi við, at BP borar í ár. Hetta sigur Eyðun Elttør, landsstýrismaður, nú tíð- indi hava gingið um, at BP møguliga fór at útseta sína boring til í næsta ár. Tað var føroyski stjórin hjá BP, Hjarnar Djurhuus, sum í samrøðu við Sosialin her- fyri segði, at boripallurin Jack Bates, sum skuldi brúkast til Føroyaøkið, helst fór at taka sær av øðr- um uppgávum hinumegin markið. Sosialurin skilur, at BP hevur havt fyrispurning um boriskipið West Navion. Og at tað verður leitað eftir einum boripalli eisini. Elttør roknar við BP borar í ár SAMVINNA Jan Müller Nógv bendir á, at samvinn- an millum Føroyar og Het- land bara fer at vaksa. Het- lendingar gjørdu í gjár end- aliga av at seta 50 mill. kr. í nýggju Norrønu og sama dag samtykti bretska stjórnin at lata part av fígg- ingini til út- og umbygg- ingingi av havnaterminalin- um í Lervick. –Hetta er spennandi tíðir fyri okkum í Hetlandi, nú skjøtil verður sett á at um- og útbyggja havnina sigur eitt umboð fyri Shetland Islands Coun- cil, sum Sosialurin tosaði við í gjár. Umboðið helt tað vera stórhending fyri Hetland, at ikki færri enn tríggjar nýggjar ferjur fara at sigla millum Hetland og Skotland og Føroyar frá 2003. –Tað ganga vanliga meira enn 25 ár at vit fáa eina nýggja ferju. Nú fáa vit tríggjar í sama ári leggur hann aftrat. Tað er greitt, at hetlend- ingar síggja stórar møgu- leikar í eini øktari sam- vinnu við Føroyar og nú um dagarnar var aðalstjórin í Shetland Islands Council í Føroyum, har hann hevði fundir við umboð fyri vinnulív og myndugleikar m.a. løgmann og oljumála- ráðharran. Eyðun Elttør, landsstýris- maður sigur, at teir hava fingið eina innbjóðing at koma til Hetlands at síggja umstøðurnar har, eitt nú risastóra oljuterminalin í Sullom Voe. Eyðun Elttør vitjaði ann- ars í Orknoyggjum nakað herfyri, har hann m.a. sá stóra oljuterminalin har, Flotta. Tað eru hesir báðir terminalarnir , sum í dag taka ímóti oljuni frá Atl- antsmótinum, tvs. teimum báðum keldunum Foinaven og Schiehallion skamt frá føroyska markinum. Tað er eingin loyna, at eitt nú het- lendingar fegnir síggja, at møgulig føroysk olja verð- ur flutt til teirra oljuhavn, um so er at føroyingar gera av, at eingin olja skal í land í Føroyum. Sum Sosialurin skilur, so er møguleiki fyri, at umboð fyri løgtingið t.d. løgting- sins vinnunevnd fara at vitja í Hetlandi í næstum. BP hevur fyrr boðað frá, at tað fór møguliga at bora tveir brunnar í ár. Sullom Voe, oljuterminalurin í Hetlandi, sum nú verður útbygdur. Hetlendingar síggja fegnir, at føroyingar fara at brúka hann Hetlendingar ovurstóran áhuga fyri Føroyum Eyðun Elttør, landsstýrismaður roknar við, at BP fer at bora í ár.