Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. apríl 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tá ið aðalstjórin í Almanna- og heilsumálastýrinum kom til arbeiðis í gjáramorgunin, stóðu tey fyri honum við eini uppsøgn UPPSØGN Áki Bertholdsen Nú vendst ikki aftur hjá Høgna Joensen. Nú er hann endaliga sagdur upp sum aðalstjóri á Almanna- og heilsumálastýrinum. Tað var síðst í mars mánaða, at Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, boðaði frá, at ætlanin var at siga Høgna Joensen, aðal- stjóra, úr starvi. Tá fekk Høgni Joensen skrivlig boð um, at ætlanin varð at siga hann upp. Eftir at hava fingið hesa fyribils upp- søgnina, hevði aðalstjórin eftir lógini 14 dagar at gera sínar viðmerkingar til mál- ið. Men hann skuldi ikki møta til arbeiðis í hesari hoyringsfreistini. Tær viðmerkingarnar hevur hann nú gjørt. Men tær broyttu ikki støðuna: Mikudagion fekk hann endaligu uppsøgnina. Freistin at lata viðmerk- ingarnar inn var úti týs- dagin og tí møtti Høgni Joensen til arbeiðis miku- morgunin. Men tá ið hann komn til arbeiðis, stóðu tey fyri honum við endaligu upp- søgnini. Høgni Joensen er tæn- astumaður hevur tríggjar mánaða uppsagnarfreist. Sostatt er hann endaliga loystur úr starvi tann 31. juli. Persónligar eginleikar Orsøkin til, at hann er sagdur úr starvi, er, at landsstýrismaðurin, Løg- maður og Løgmansstjórin, Marjun Hanusardóttir, halda ikki, at hann hevur teir neyðugu, persónligu eginleikarnar til at røkja starvið. Tey vísa á, at Almanna- og heilsumálastýrið hevur ikki virkað væl og at tað er Høgni Joensen, sum hevur evstu ábyrgdina av stýrin- um. Sámal Petur í Grund sigur, at nú verður lýst eftir nýggjum aðalstjóra.Til nýggjur aðalstjóri er settur, røkir Maria á Dul starvið. Ikki síðsta orðið Hóast tað nú er endaliga greitt, at Høgni Joensen er sagdur upp, er síðsta orðið ikki sagt í málinum enn. Eitt nú hevur Kristian Magnussen, løgtingsmaður, reist málið í tinginum, har hann hevur sett Sámal Petur í Grund nakrar fyrispurn- ingar í málinum. Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Høgna Joensen í gjár. Men tá ið hann fekk at vita, at hann skuldi sigast upp, segði hann, at góðtók hann ikki uppsagnarfreistina, fór hann víðari við málinum, eisini í rættin, um neyðugt. Tað er nú endaliga greitt, at Høgni Joensen skal úr starvinum sum aðalstjóri í Almanna- og heilsumálastýrinum. men síðsta orðið er ikki sagt í málinum enn Nú vendst ikki aftur hjá Høgna Joensen – Um nakrar vikur letur eitt nýtt fiska- virki upp í Lopra. Tað er eitt virki, sum hevur verið í Oyndar- firði, sum nú flytur suður FISKIVINNA Áki Bertholdsen Um nakrar vikur er tað ætlanin, at eitt nýtt fiska- virki skal lata upp í Lopra. Tað er Hendrik Tausen, sum hevur havt fiskavirki í Oyndafirði, sum nú flytir virksemi sítt til Suðuroyar. Hann hevur leigað húsið, sum Jákup Joensen eigur á bryggjuni í Lopra til enda- málið. Á økismenningarfundin- um, sum var í Vági mána- kvøldið, upplýsti Jákup Joensen, at hann mána- dagin hevði undirskrivað sáttmála við Hendrik Tau- sen sum at leiga virkið. Men eftir, havt skilst, eru eisini møguleikar fyri í sáttmálanum, at Hendrik Tausen seinni keypir virkið. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fatur á Hendrikki Tausen. Men, eftir, hvat skilst er tað ILA sjúkan í Oyndafirði, sum ger, at hann flytir virksemið sítt haðani, tí ímeðan Oyndarfjørður er avbyrgt, er tað ov trupult at hava vinnu har. Vit hava eisini skilt, at á virkinum í Lopra verða eini 20-30 arbeiðspláss, tá ið avtornar. Spurningurin er, hvussu nógvum suðuroyingum verður brúkt fyri, tí á virkinum í Oyndafirði hava einir 12-13 útlendingar arbeitt, í høvuðsheitum teilendingar. Vit hava skilt, at ætlanin er, at teir skulu fylgja við suður á virkið í Lopra at arbeiða. Nýtt fiskavirki í Lopra Tað er ikki heilt so steindeytt í útjaðaranum, ið summi vilja ger at tað til, segði Jákup Joensen á Økis- menningarfundinum í Vági mánakvøldið. Sjálvur hevur hann nú leiga húsið, hann eigur á bryggjuni í Lopra, til eitt fiskavirki, sum skal flyta úr Oyndafirði, til Suðuroyar Nr. 72 - 12. apríl 2001 5 gult5 cyan5 magenta5 svart5 4 Nr. 72 - 12. apríl 2001 gult4 cyan4 magenta4 svart4 BYGGING Stefan í Skorini Týsdagin seinnapartin vóru fimm sáttmálar undirskriv- aðir við entreprenørar, sum skulu standa fyri bygging av Landssjúkrahúsinum. Arbeiðið, sum byrjar 7. mei, er mett at kosta 92 milliónir krónur, og tað skal eftir ætlan verða liðugt um trý ár. Fundamentið er liðugt, og tí kann arbeiðið uppá sjálvan bygningin fara í gongd. Tað er Landsverkfrøð- ingurin, sum skal umsita byggingina fyri Vinnu- málastýrið. Tað var annars Almanna- og Heilsumála- stýrið, sum legði lunnar undir arbeiðið, men síðani er skipanin broytt soleiðis, at Vinnumálastýrið skal hava allar bygningar í land- inum um hendi. Tí var tað Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður við vinnumál- um, ið handaði Oyvindi Brimnes sáttmálarnar, sum hann síðani undirskrivaði. Phil & Søn skal standa fyri byggiarbeiðinum, Glentco skal standa fyri hita og ventilatión og KB el-teknik hevur fingið arbeiðið at leggja streymin. Árni Winther, arktitektur hevur teknað, og verkfrøð- ingarnir hava verið frá Landsbyggifelagnum, P/F Sofus M. Jakobsen og íslendska verkfrøðingafe- lagnum Vsó. Bygging av Landssjúkra- húsinum byrjar 7. mei Tann 7. mei verður farið undir at byggja nýggjan bygning til Landssjúkrahúsið, og týsdagin vóru teir endaligu sáttmálarnir undirskrivaðir á Hotel Hafnia Mynd: Jens Kr. Vang Ein telduhakkari hevur fyri stuttum hakkað seg inn á heimasíðuna hjá Føroya Stiftstjórn, og hevur viðkomandi misnýtt heimasíðuna hjá Stiftstjórnini til ymiskt. Fleiri onnur virki eisini hava verið offur fyri slíkum TELDUHAKKARAR Heini í Skorini Fyri stuttum fekk Føroya Stiftstjórn ein hvøkk, tá tey varnaðust, at alt ruggaði ikki rætt inni á heimasíðuni hjá teimum á intertetinum. Ein telduhakkari hevði hakkað seg inn á heima- síðuna hjá Føroya Stift- stjórn, og út frá hesi heima- síðu hevði hann gjørt ymiskt, sum er strangliga bannað. Hakkarin sendi eitt skriv út, har hann nýtti nummar, adressu og pening hjá Føroya Stiftstjórn, har Føroya Stiftstjórn gav møguleikan at vinna fleiri mió. kr. Í skrivinum stóð, at upp- rættar tú eina konto, og teknar tú teg sum lim hjá Føroya Stiftstjórn, hevur tú møguleikan at vinna stórar peningaupphæddir. Hakk- arin hevði eisini lagt ym- iskar ónærisligar myndir inn á heimasíðuna hjá Før- oya Stiftstjórn. Hakkarin vildi ikki gera nakað heilt álvarsamt viðvíkjandi pen- ingastuldri ella stuldri av privatum tilfari, men bert at snýta og nýta heimasíðuna hjá øðrum. Elektron sigur, at hetta ikki er eitt ókent fyribrigdi, tí fleiri virkir hava verið úti fyri tí sama. T.d. kunnu nevnast Smyril Line, Tele- fonverkið, Formula og Elektron. Føroya Stiftstjórn hevur syrgt fyri, at slíkt ikki end- urtekur seg, og hava tey nú bøtt um trygdarviðurskift- ini inni á internetinum. Málið er ikki meldað til løgregluna. Føroya Stiftstjórn offur fyri telduhakkarum Spildurnýggj bók um Reyða Kross er júst útgivin, og er tað Edvard í Skorð- ini, sum hevur skrivað. Bókin lýsir tíðina í Reyða Krossi frá 1926 – 2001 REYÐI KROSSUR Heini í Skorini Nýggja bókin “Reyði Krossur Føroya” frá 1926 – 2001 er ein spildurnýggj føroysk bók um Reyða Kross, og fevnir hon um arbeiðið hjá Reyða Krossi líka frá byrjan av og upp til okkara tíðir. Bæði virkið hjá hesum felagsskapi í Føroyum og uttan úr heimi er lýstur í bókini, og er bókin 75 síður. Sum sagt eru heimlig viðurskifti lýst, men eisini søgan um alheims Reyða Kross og Reyða Hálvmána er frágreidd og lýst í bókini. Evni, sum ikki fyrr hava verið viðgjørd í Føroyum, eru fleiri. Nær og hvussu byrjaði “Sjúkrasystratænastan”? Nær byrjaði frálæran um fyrstu hjálp? Nær og hvussu varð tilbúgv- ingin av bjargingarring- um og børum lagdar út um landið o.s.fr. Eisini er skrivað í hesi bók, at Reyði Krossur Føroya setti tilbúgvingarfólk í 1942 at fyrireika hjálp, tá seinni heimsbardagi einaferð var av. Einars Prent hevur prentað bókina, og kostnaðurin fyri “Reyði Krossur Føroya” í bókabúðum er 115 krónur, meðan limir fáa bókina fyri 95 krónur. Nýggj bók um Reyða Kross