Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. august 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 150 - 7. august 2007 Ynskja Berg sum bisp Fleiri kirkjuráðslimir eru í hesum døgum farin undir at savna undirskriftir til innstilling av Bergi Debes Joensen, presti, sum valevnið til bispavalið. Í grundgevingum sínum vísa tveir teirra – kirkjuráðslimurin Tummas Lervig í Klaksvík og kirkjuráðsformaðurin í Gøtu, Dagbjørt Ólavsdóttir Hansen – á, at Bergur hevur hegni at leiða, vegleiða og geva íblástur í trúskapi móti bíbliuni og tí evangelisk-luthersku læruni. Hann hevur breitt samband við fólk innan kirkjuna, eisini millum tey ungu og hann hevur eisini kunnleika til altjóða kirkjuligt arbei ði, sum er ógvuliga týdningarmikið, nú vit hava fingið eina sjálvstøðuga føroyska kirkju. At enda vísa Tummas og Dagbjørt á, at Bergur D. Joensen hevur útbúgvið seg innan leiðslu og samstarv, eins og hann hevur lisið jura í nøkur ár. Fakligar/teoretiskar útbúgvingar, sum eru týdningarmiklar hjá leiðaranum í nýggju sjálvstøðugu føroysku kirkjuni. Hóskvøldið fær Tvør­ oyri eina rættiliga sjáldsama og for­ vitnisliga vitjan. Tá fer nevniliga trú­ boðaraskipið Logos II at leggja til bryggju og verður liggjandi har alt vikuskifti. Samstundis verða hópur av tiltøkum umborð og í landi Trúboðaraskip Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Tvøroyri: Tað er ikki ofta, at Tvøroyri og suðuroyingar fáa slíka vitjan. Men eina- ferð skal verða fyrstu ferð. Í longri tíð hevur verið arbeitt við at fyrireika hesa vitjanina, sum umsíðir gerst veruleiki í sunnastu oyggj okkara. Tað er felagsskapurin Op- eration Mobilisation (stytt: OM) ið eigur hetta skipið. Hetta er sami felagsskapur sum eigur gomlu Norröna. - Tað er ikki frítt, at tey 180 fólkini umborð, og sum koma úr 40 ymiskum lond- um, eru spent uppá vitjan- ina, sigur samskiparin hjá OM í Føroyum, Karl Robert Vang. Við móttøkuna hóskvøld- ið er ætlanin at gera nógv burtur úr. Millum annað eru umboð fyri politiska myndugleikan og løgmaður sjálvur boðin við. Og sum skilst fer løgmaður eisini at siga nøkur orð í hesum sam- bandi. Logos II steðgar í Føroy- um til mánadagin, tá leiðin verður løgd víðari norður í hav. Næsti steðgur verður í íslendska høvuðsstaðnum Reykjavík. Altjóða café Undir vitjanini á Tvøroyri fáa fólk høvið at vitja umborð á Logos II til øll tey ymisku tiltøkini, ið verða fyriskipað av manningini. Her verður m.a. talan um eina stóra bókasølu, har fólk kunnu ogna sær eitt sera stórt úrval av kristilig- um bókum. Henda bóka- sølan er opin allar dagarnar, meðan skipið liggur við bryggju. Eitt annað spennandi til- tak er ein serstøk “internati- onal café”, sum somuleiðis verður opin meðan skipið liggur á Tvøroyri. Umframt alt hetta verður rundvísing av skipinum og onnur spennandi tiltøk fyri øll og allar aldursbólkar. Tað verða tó ikki einans tiltøk umborð, tí ætlanin er eisini at hava onnur tiltøk í landi undir vitjanini. Tað er annars ókeypis at koma umborð. Tiltøk umborð og í landi Millum tey mongu tiltøkini umborð á skipinum er eitt serstakt hjúnarkvøld fríggja- kvøldið. Á middegi leygardagin verður eitt tiltak fyri øll tey, sum hava verið við OM tey seinastu fimmti árini. Um kvøldið verður eitt altjóða kvøld í ítróttarhøllini í Trongisvági, har ein fyrst fer at hava eitt mentanarligt innslag við góðum boð- skapi. Aftaná verður eitt stórt ungdómstiltak har ein stórur partur av manningini á Logos II fer at luttaka, umframt Andrew Bergham- ar og Kristina Bærentsen. Sunnudagin hevur Logos II opið hús, har dentur ser- liga verður lagdur á familj- una. Møguleiki verður her at heilsa uppá manningina. Vitjanin endar sunnu- kvøldið kl. 22 tá sangur, røð- ur og fýrverk verður á skránni. Gleða seg at hitta føroyingar »Gamla Norröna« kemur seinni Hetta er fyrstu ferð at eitt skip hjá felagsskapinum vitjar í Suðuroy. Áður hava onnur skip hjá OM vitjað bæði í Klaksvík, Runavík og í Havn. Nógvir føroyingar hava eisini mynstrað umborð á hesum skipinum gjøgnum árini. Upprunaliga var ætlanin at gamla Norröna, sum nú eitur Logos Hope, skuldi koma higar í ár. Umvælingin av skipinum tók tó longri tíð enn væntað, og tí verður henda vitjanin av ongum í ár. Men lítil ivi er um, at skipið fer at koma hendavegin í nærmastu framtíð. Logos II hevur eina manning úr 40 ymiskum londum. Íalt eru 180 fólk við Trúgvi Petersen er stýrimaður umborð á Logos II. Hann man gleða seg at kunna sigla skipið í eina føroyska havn