týsdagur 7. august 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindi
Søkt verður eftir
- deildarleiðara
- varadeildarleiðara
- sjúkrarøktarfrøðingum
- heilsurøktarum
- heilsuhjálparum
Eisini verður søkt eftir
- fólki til reingerð og vaskarí
- fólki til matgerð (evt. kokkur)
við ábyrgd fyri vøruinnkeypi o.ø.
Førleikakrøv:
Umsøkjarin skal hava:
- prógv og góðkenning sum sjúkrarøktar-
frøðingur, heilsurøktari ella heilsuhjálpari
- áhuga og/ella eftirútbúgving í demens
- góð samstarvsevni
- gott yvirlit og megna at skipa dagin eftir
tørvinum hjá búfólkunum
Vit bjóða:
Eitt vinarligt arbeiðsumhvørvi, har øll kunnu gera sína ávirkan galdandi, og
atlit verða tikin til umstøðurnar hjá hvørjum einstøkum, um tað er gjørligt.
Setanarviðurskifti:
Løn og setanarviðurskifti sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Meira fæst at vita
um størvini við at venda sær til Hensiu Einarsson, leiðara,
ella Helenu Poulsen, varaleiðara, á tel. 302075.
Umsókn
saman við prógvi, CV og møguligum ummælum, skulu vera
Tórshavnar kommunu, postboks 32, 110 Tórshavn,
í hendi í seinasta lagi 20. august 2007.
Nýggi parturin av Tjarnargarði verður væntandi liðugur í september.
Tá fer Tjarnargarður at kunna hýsa 34 búfólkum. Í løtuni er talið 10.
ýgg p
j
g
g
p
Í
ýgg p
j
g
g
p
Tjarnargarður verður býttur í tríggjar eindir.
Í tveimum eindum verða 12 búfólk. Tann gamli parturin, sum hýsir 10 búfólkum,
j
g
ý
ggj
Í
j
g
ý
ggj
verður gjørdur til eina eind fyri búfólk við Alzheimer/demens.
Vit arbeiða eftir hugsjónini »The Eden alternative«, har tørvurin hjá búfólkunum er
avgerandi fyri, hvussu arbeiðslagið skal skipast. Tað krevur, at starvsfólk arbeiða eftir
øðrvísi hugburði enn vanligt hevur verið, tá arbeitt hevur verið við føstum rutinum.
Vit hava djór, plantur og barnavitjanir, so heimið gerst eitt livandi stað til gleði fyri
búfólk, avvarðandi og nærumhvørvið.
Ynskiligt er, at starvsfólkini eisini hava áhuga fyri ítrivi og tiltøkum, so tey saman við
búfólkum og avvarðandi skapa trivnað í heiminum, so her verður gott at vera.
Arbeitt verður tvørfakligt, og dentur verður lagdur á persónligar og fakligar eginleikar.
//
Starvsfólk til
Tjarnargarð
Karsten Hansen
hjálpti til í bjargingar
arbeiðinum, tá ódn
in rakti Summar
Festivalin. Royndi
bjarginarfelagslimur
in metir tað vera eitt
undur, at eingin kom
álvarsliga til skaðis
Summar
FeStivalur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Millum tey, ið hjálptu til
við bjargingini á Summar
Festivalinum, tá stóra mat-
og skeinkiteltið og minna
teltið við búffasøluni hjá
Hotel Norð fóru í eini
hvirlu, var Karsten Hansen
løgtingslimur fyri Miðflokk-
in.
Eg varð ringdur upp av
dóttrini. Tað eru hon og
maður hennara, ið hava
búffasøluna. Eg var júst tá
staddur í 85 ára føðingar-
degi, men fór beinanvegin
avstað.
Føðingardagurin
var á Gerðum, og eg búgvi í
Vìkunum, so hóast eg var í
góðum klæðum, metti eg
meg ikki hava stundir at
fara heim at skifta, sigur
Karsten, ið var á staðnum
longu áðrenn limirnir í
Bjarginarfelagnum.
Eitt undur
- Har var øgiliga kaotiskt.
Eg haldi, at tað er eitt undur,
at eingin fekk álvarsligan
skaða. Eitt nú fór stórar
jarntunnur á flog og kundu
rakt onkran, sigur Karsten,
ið sjálvur hevur verið limur
í bjargingarfelagnum siðan
1975 og ofta hevur verið
við í bjargingum. Hann
vísir á, at lítla teltið við
búffasøluni inntil hósmorg-
unin stóð frammanfyri hitt
størra teltið, men at tað
hevði verið nakað ábært, so
tí varð tað flutt. Hevði teltið
staðið fyri, tá telt og tunnur
fóru á flog, kundi vannlukka
staðist av tí.
Tingmaður hjálpti til
Karsten Hansen gav sær ikki stundir at fara heim at skifta, men fór undir bjargingina í
stásklæðum
Mynd: Jens Kr. Vang
Hóskvøldið verður
Yggdrasil at hoyra
í Miðlahúsinm,
sum vant er solistur
boðin við, hesaferð
er solisturin Ver
onika Portsmuth
tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
27 ára gamla Veronika er
útbúgvin klassikur sangari
og orkesturleiðari úr Est-
landi. Veronika hevur verið
í Føroyum seinastu tvær
vikurnar við eini starvsløn
fyri fýra vikur at seta seg
inn í tónleikaumhvørvið
her og at knýta enn fleiri
mentanarbond
millum
Føroyar og Estland.
Yggdrasil fer at spæla
løg saman við Veroniku,
hetta eru estisk fólkaløg
og løg, sum Veronika hev-
ur smiða, meðan hon
hevur verið í Føroyum.
Tað eru Tutl og Havnar
Jazzfelag Konsertin, ið
skipa fyri konsertini í
Miðlahúsinum hóskvøldið
kl 20.00 og kostar kr. 80
kr. Limir í Havnar Jazz-
felag gjalda kr. 50
Yggdrasil hevur sum
vanligt Kristian Blak í
manningini, hesaferð spæla
umframt Kristian, Konni
Kass á saksofon, Mikael
Blak á bassi og Brandur
Jacobsen á trummum.
Kristian Blak er sum altíð høvuðsmaður í Yggdrasil
Yggdrasil við
estlendskum solisti
Nr. 150 - 7. august 2007