Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. august 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 150 - 7. august 2007 Lítla Vón, sum varð fødd 27. juli, er fyrsta barn í Føroyum við hesum vakra navni. Skjótt verður tað eisini at finna í yvirlitinum yvir føroysk gentunøvn NøvN Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Tá Súsanna Holm og Magni Mohr fingu boðini um, at lítla barnið, sum hon bar undir belti, helst var ein genta, fingu tey hugskotið at rópa hana Vón. – Vit settu okkum í samband við Navnanevnd­ ina, longu áðrenn hon varð fødd, fyri at vissa okkum í, at navnið fór at verða góðkent. Navnið Vón líkur øll krøv fyri at verða góðkent sum gentunavn, sigur Súsanna Holm. Í føroysku navnalóggáv­ uni eru greiðar ásetingar um, at fólk kunnu ikki bera hvørkikynsorð, ella nøvn við øðrum kyni enn barnið. Av tí at Vón er kvennkynsorð verður navnið góðkent sum gentunavn. Annars er reglan tann, at er navnið samansett, so ger seinni liðurin í navninum av kynið. Tí kenna vit eitt nú dreingja­ navnið Vónbjartur og gentunavnið Vónbjørt. Súsanna Holm vísir á, at bæði á íslendskum og á enskum verða heitini von og hope brúkt til nøvn, so hugtakið er kent sum fólkanavn. Hon og maðurin Magni Mohr eiga frammanundan tvey børn, sum eisini hava rættiliga sermerkt nøvn, nevniliga Askur og Ró. ­ Okkum líkar væl nøvn, sum eisini eru eitt vakurt hugtak, so sum Ró og Vón. Og eitt nú varð træið ask brúkt til kjølin á skipi, tí tað er so sterkt, at tað kann bendast uttan at brotna, sigur Súsanna. Og sjálvandi var Askur eisini navnið á fyrsta dronginum á jørð, sambært norrønu guda­ læruni. ­ Tí hava vit eisini sett ein ask niður í urtagarðinum, leggur hon afturat. Annað, sum tey hava hugsað um, tá tey hava funnið nøvn til børnini, eru føroysku stav­ irnir, sum eru í Ró og Vón. Súsanna Holm við lítlu Vón. Her saman við soninum, sum eitur Askur og dóttrini Ró. Mynd: Jens Kristian Vang Diddan er okkara Vón Árliga dansináttin í Øravík Leygarkvøldið 18. august skipa tey fýra dansifeløgini í Suðuroy fyri árligu dansináttini í Gistingarhúsinum í Øravík. Tiltakið, sum byrjar við borðhaldi kl. 19, kostar 180 kr. og tekning fer fram hjá dansifeløgunum har suðuri ella í gist­ ingarhúsinum. Fyriskipararnir siga, at vanliga luttaka eini 150 fólk á árligu dansináttini, og tey sum koma norðanfjørðs, kunnu bíleggja sær gisting í gistingarhúsinum framman­ undan. Tað eru tey fýra dansifeløgini í Suðuroy: Sumbiar Dansifelag, Jómsvíkingar, Tvøroyrar Dansifelag og Suðuroyar Norðara Dansifelag, sum bjóða vælkomin. Nú verður skjótt høvi hjá eldri føroyingum í Keypmannahavn at fáa vitjan av lands­ monnum sínum Fólkalív Rigmor Dam Rigmor@sosialurin.fo Kennir tú onkran eldri føroying, sum situr einsa­ mallur í Keypmannahavn, so hevur tú nú høvi til at rætta viðkomandi eina kjerliga og hjálpandi hond. Nú eru nevniliga ítøkiligar ætlanir um at birta lív í aftur føroysku vitjanar­ tænastuna hjá Reyða Krossi, sum leingi hevur ligið á láni. Tað eru tær báðar, Else­ beth Sørensen, sum sjálv er pensjónistur, og Dagmar Sørensen, sum er útbúgvin pedagogiskur antropologur, sum hava tikið stig til vitjan­ artænastuna fyri eldri føroy­ ingar búsitandi í Danmark. ­ Í fyrsta umfari hava vit gjørt av at savna okkum um Keypmannahavn, men sum frálíður er eisini ætlanin at fevna um restina av landi­ num, sigur Elsubeth Søren­ sen, sum hevur búð í Dan­ mark alla sína vaksna tíð. Tankarnir leita heim Elsubeth greiðir frá, at tað var við støði í samrøðum við prest, fyrrverandi leið­ aran í Føroyahúsinum og við starvsfólk í Grøn­ lendingahúsinum, at tað gjørdist greitt, at eldri úti­ setar fyrst og fremst hava tørv á vitjan frá lands­ monnum. ­ Tá útisetar verða gamlir, leita tankarnar ofta aftur til heimstaðin. Og eru tey sam­ stundis dement, er ofta vandi fyri, at seinna málið dettur burtur. Sostatt duga tey bara føroyskt, og kunnu illa samskifta við onnur. Tí hava tey stóran tørv á at tosa og hoyra føroysk, greiðir Elsubeth Sørensen frá. Væl ílatin Hon sigur eisini, at tað van­ liga er stórur vandi fyri, at slík vitjanartænasta dettur niðurfyri, er ikki eitthvørt annað í tí fyri tey sum vitja, enn bara at fara út til tey gomlu. ­ Tí hava vit eisini sett okkum fyri, at tað skal geva nakað báðar vegir. Sostatt sleppa vitjanarvinirnir á vikuskiftisskeið, har tey verða ílatin til uppgávuna, sigur Elsubeth Sørensen. Harumframt er ætlanin, at tænastan eisini skal fevna um eina matarskipan, har tann vitjandi kemur við føroyskum mati til tann gamla. ­ Hetta er gjørt í tøttum samstarvi við nýggja leið­ aran í Føroyahúsinum, sum eisini hevur víst ætlanini stóran áhuga, eitt nú við at bjóða húsið fram til at hýsa okkum, sigur Elsubeth Sørensen. Siga søgu sína Vitjanartænastan hevur fingið játtað pening úr einum grunni hjá danska sosialmálaráðnum, so hon í fyrstu atløgu er ein verk­ ætlan, ið verður eftirmett, tá eitt ár er umliðið. ­ Hugskotið við verk­ ætlanini er millum annað eisini at fáa tey gomlu til at siga sína søgu fyri okkum. Hví fluttu tey niður og hvussu hevur lívið lagað seg sum heild? Endamálið við hesum er at fáa tey gomlu at minnast, og at geva teimum eitt oyra, sum lurtar, sigur Elsubeth Sørensen, sum vónar, at tað í fyrstu atløgu í øllum førum verða 10 fólk, sum fáa vitjan. Elsubeth og Dagmar, heita á fólk um at tekna seg sum vitjunarvin, og at siga frá, um tey kenna eldri føroyingar í Danmark, sum hava tørv á vitjan. Tær eru at hitta á tel: Elsubeth 51.920265 ella 45884080 ella Dagmar á 35381361 eftir miðjan august. Eldri útisetar fáa vitjan Elsubeth heitir á fólk um at tekna seg sum vitjunarvin, ella at siga frá, um tey kenna eldri føroyingar, sum sita einsamallir í Danmark og hava tørv á vitjan Mynd: Jens Kristian Vang Tónleikarar royna seg sum fótbóltsleikarar Aftur í ár verður skipað fyri einum forvitnisligum fótbóltsdysti í Nólsoy á ovastevnu. Liðini, ið dystast, eru nevniliga mannað við tónleikarum. Liðini eru soleiðis býtt, at útvaldir tónleikarar yngri enn 30 ár spæla ímóti øðrum tónleikarum, ið eru farnir framvið 30­ára­ markið. Sum skilst, er tað garvaði tónleikarin og B36­fjepparin Terji Rasmussen, ið hevur tikið stig til tiltakið, sum royndist væl í fjør. Tó vórðu nakrir leikarar, ið noyddust at fara av vøllinum við skaðum. Ætlanin við dystinum er at geva áskoðarum møguleika at síggja føroysku tónleikararnar úr einum øðrum vinkli.