Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. august 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 150 - 7. august 2007 tíðindi Tónleikur dró til listaframsýning Tilhaldið í Tórsgøtu skipaði á ólavsøku fyri bæði listaframsýning og konsertum. Frits Johannesen vísti málningar fram, og samstundis varð skipað fyri fýra konsertum við kórum úr Føroyum, Tjekkia og Noreg. Listaframsýningin og konsertirnar vóru væl vitjaðar. Wanja Petersen, leiðari á Tilhaldinum, metir, at á leið 1.000 fólk vóru á vitjan. Frits Johannesen er kendur fyri bæði málningalist og tónleik, og tónleikur hevur verið eitt gjøgnumgangandi tema í hansara list. Heitið á framsýningini í Tilhaldinum var »Rinkusteinar til sølu«. Samrøða Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sonni Johansen er virkandi borgarstjóri í Sjóvar komm­ unu, meðan Malena Thom­ sen er burtur. Hann er útbúgvin skips­ byggjari og hevur eisini maskinist útbúgving. Sonni hevur verið á sjónum at kalla alt sítt lív, tey nógvu árini sum útróðrarmaður. ­ Sum bygdaráðslimur og nú virkandi borgarstjóri í eini kommunu, sum fevnir um meginpartin av vestara armi av Skálafjørðinum, eri eg ikki glaður fyri tað, sum fram er farið, nú russiski trolarin fór og land og sakk við Flesjarnar. Sá ræðandi út Hann sigur, at soleiðis sum seinasti leygardagurin tók seg út, tá hann hevði ligið lág­ ur í ættini síðan dagin fyri, stúrdi hann rættiliga fyri eini umfatandi oljudálking. ­ Longu frá fyrstu løtu, tá skipið fór á land tíðliga hós­ kvøldið, hava vit fylgt gongdini, og vit vóru eisini úti á Nesi og hugdu at, hvussu út sá við skipinum. Sonni heldur ikki, at teir 12 tímarnir, Olshana stóð á Flesjunum, vórðu brúktur so væl, sum teir kundu og áttu at verið brúktir. ­ Eg haldi so avgjørt, at orkan í nógv størri mun átti at verið løgd í at tøma skip­ ið fyri olju heldur enn at royna at bjarga skipinum. Í mínari verð átti vit í fyrstu syftu at hugsa um tað umhvørvisliga, áðrenn vit hugsaðu um tað materiella. Eingin ivi Hann heldur, at soleiðis sum støðan broyttist eftir fleiri royndir at hála skipið av aftur, áttu flestu at dugað at mett, at skipið fór til botns, tá tað fekst av aftur. ­ Longu hóskvøldið fingu vit at vita, at skipið hevði fingið eina seks metur langa rivu í bakborðssíðu, sum var 30 semtimetrar breið, har hon var breiðast. Væntandi var eisini, at tá ið stór skip sum Finnur Fríðu seinnu settu á skipið, mátti antin bera ella bresta. Sonni heldur, at var ætlan­ in hjá teimum, sum skipaðu fyri, at søkkja skipið, so eydnaðist tað væl. ­ Tað er altíð lætt at vera eftirklókur og meta um, hvat átti at verið gjørt, men vit, sum varða av kommun­ unum og økjunum við Skálafjørðin og Sundalagið, vóru ongantíð í iva um, at skipið ikki mátti fara til botns við oljuni. Hann heldur, at russiski trolarin lá so tungur í sjónum, tá hann umsíður varð togaður av aftur Flesj­ unum fríggjamorgunin, at eingin kundi roknað við, at skipið fór at flóta. Á djúpum vatni ­ Eg skilji ikki, hvussu nak­ ar kundi rokna við, at skipið fór at flóta, soleiðis sum út sá. Tað fleyt heldur ikki leingi. Løtu eftir, at Olshana var leys av Flesjunum, sakk skipið, og við hesum fór meginparturin av oljuni við skipinum á havsins botn. Sonni skilur heldur ikki, hví tey, sum stóðu aftanfyri átakið, lótu skipið søkka á størsta dýpi, sum er á Tanga­ firði. ­ Nú oljan kortini fór við skipinum, átti tað at verið munandi lættari at fingið hana upp, um skipið lá grynri, leggur hann aftrat. Virkandi borgarstjórin heldur, at tá eingi útlit kort­ ini vóru til, at skipið fór at flóta, kundi skipið tað sama ligið á Flesjunum nakrar dagar, so lættari hevði verið at komið til oljuna. ­ Tað kann vera, at trupult hevði verið at komið til oljuúttakini, tá sjógvur fylti maskinrúmið, men við ser­ kønum fólki og útgerð átti hetta at latið seg gjørt. Í øll­ um førum mátti tað verið lættari at fingið fatur á oljuni, meðan skipið enn lá omaná vatninum, enn nú tað liggur á meira enn 70 metra dýpi, sigur Sonni. At vera eftirklókur Tilbúgvingin hevur eisini víst á vandan fyri fólkinum, um skipið misti stabilitetin og koppaði, um oljan hevði verið tikin úr skipinum. ­ Nú hevði Olshana sjálv­ andi fleiri tangar, og tað er vanligt í slikum føri at taka oljuna upp og fylla sjógv í aftur tangarnar. Sonni ásannar, at fleiri fólk vóru saman um átakið, og millum hesi hava ivaleyst - Vit vilja hava olj Tá sitandi bygdaráð tók við í Sjóvar kommunu, heitti bygdaráðið á myndugleikarnar um at seta ein serligan sendara á Flesjarnar, ein sonevndan racon-sendara, sum gevur kraftmikið ekkó á radaranum. - Vit sendu hesa áheitan, tí vit hava so nógv strandaland í okkara kommunu, bæði vestanfyri og eystanfyri. Men umbønin varð ikki gingin á møti, sigur Sonni Johansen, sum situr í bygdaráðnum í Sjóvar kommunu Tjaldrið, sum næstan uttan íhald hevur ligið við Flesjarnar, roynir at byrgja uppfyri, at oljan rekur inn á Streymoyarlandið