týsdagur 7. august 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 150 - 7. august 2007
una burturbeinda
eisini verið serkøn fólk á
økinum.
- Eg hevði í hvussu er
væntað, at vit fingu eina
betri frágreiðing um, hví
oljan ikki varð tikin úr skip-
inum enn hana, vit higartil
hava fingið, sigur hann.
Hann heldur annars ikki,
at Olshana sá út til at fara at
koppa nakran veg, tá skipið
stóð á Flesjunum.
- Hetta var í hvussu er
ikki tað, sum vit uttanfyri
standandi høvdu varhugan
av, leggur hann aftrat.
Eingin samanhangur
Virkandi borgarstjórin í
Sjóvar kommunu heldur, at
samanhangur ikki var í
øllum, sum ført varð fram
hesar dagarnar, oljan hótti
umhvørvið í Sundalagnum
og við Skálafjørðin.
- Vit vistu bara tað, sum
fjølmiðlarnir søgdu okkum.
Í tíðindunum hoyrdu vit, at
kommunurnar vóru við í
átakinum at byrgja upp fyri
hóttandi
oljudálkingini,
men vit høvdu tá eingi boð
– ei heldur nakra áheitan –
fingið um nakað sum helst.
Sonni sigur, at hann fleiri
ferðir vendir sær til MRCC
fyri at spyrja seg fyri, men
kundi einki fáa at vita.
- Ikki fyrr enn sunnumorg-
unin bleiv eg fyrstu ferð kon-
taktaður av einum starvs-
fólki á MRCC, sum segði
seg ringja runt og spyrja, um
vit ikki høvdu fingið meyl.
Tað vísti seg ikki, sum
tilbúgvingin í hesi løtu hevði
tamarhald á støðuni.
Sá ikki gott út
Sonni sigur, at honum og
øðrum í bygdaráðnum í
Sjóvar kommunu dámdu
einki, sum út sá serliga
vestanfyri leygarkvøldið.
- Vit koyrdu javnan vestur
um Tangan at hyggja, og
leygarkvøldið kundu vit bara
rokna við tí ringasta. Serliga
sást nógv olja við Kolbana-
gjógv og norður móti Sela-
trað. Her fleyt rættiliga tjúkt
av olju, og at síggja til var
hetta hydraulikolja saman
við gassolju og kanska
smyrjolju.
Sonni sigur, at hann rætti-
liga stúrdi fyri, at her fór at
enda rættiliga galið.
- Eitt var, at vit nú stóðu
andlit til andlits við eina olju-
dálking. Annað var, at vit
einki fingu at vita, hóast vit
royndu at spyrja okkum fyri.
Alt virkaði so hjálparleyst.
Sendara á Flesjarnar
Russiski trolarin er fjórða
skipið í røðini, sum siglir á
Flesjarnar síðan 1950, og
bert eitt av hesum er komið
heilskapað av aftur. Hini trý
eru endað á havsins botni.
Skipini, sum eru farin á Flesj-
unum, eru Góðanes, Ólavur
Gregersen og nú Olshana.
- Tá vit tóku við í Sjóvar
kommunu, heittu vit á
myndugleikarnar um at seta
ein serligan sendarar á Flesj-
arnar, ein sonevndan racon-
sendarar, sum gevur ógvu-
liga kraftmikið ekkó á rad-
aranum. Vit sendu hesa
áheitan vitandi um, at vit
hava so nógv strandaland í
okkara kommunu, bæði
vestanfyri og eystanfyri.
Men umbønin varð ikki
gingin Sjóvar kommunu á
møti.
- Vit fingu at vita, at hetta
ikki varð hildið at vera neyð-
ugt, og tískil er eingin slíkur
sendari komin. Um ein slík-
ur sendari hevði gjørt nakr-
an mun í eini slíkari støðu,
sum henni, ið Olshana var í,
er ógjørligt at siga.
Oljan skal upp
Sonni Johansen tekur sam-
an um sjálva oljudálkingina
og sigur, at nú hann gjørdist
høgur í ættini, sær nógv
betri úr við Strandalandið.
- Fjøran vestanfyri er nógv
dálkað í støðum, men higartil
eru vit sloppin rímiliga væl.
Vit fara tó at krevja, at oljan,
sum eftir er í Olshanu, verður
tikin upp úr skipunum, so
“tikkandi” umhvørvisbumb-
an, ið henda oljan er, verður
burturbeind, sigur virkandi
borgarstjórin í Sjóvar komm-
unu.
Sonni Johansen og Sunleiv Højgaard, ávikavist virkandi borgarstjóri í Sjóvar kommunu og
brunaumsjónarmaður hjá Skálafjarðar Sløkkiliði
Mynd: Vilmund Jacobsen
Mynd: Jens Kr. Vang
Nólsoyarkabarettin
farin til verka
Kabarettin er afturvendandi tiltak á ovastevnu. Hon hevur
ofta víst nólsoyingum og gestum, at á oynni eru nógvir
frálíkir sjónleikarar. Afturat tí er hugflogið frítt, og
umstøðurnar í Royndarhúsinum eru soleiðis, at áskoðar-
arnir til „Grønu sproytuna‰ eru nær leikarunum og tí fáa
heilt øðrvísi upplivilsi. Kabarettin plagar at verða
framførd báðar dagarnar.
Fjølbroyttur tónleikur
á ovastevnu
Fríggjakvøldið verða nakrar forvitnisligar konsertir í
Nolsoy í sambandi við ovastevnu. Tá fara Bendar Spónir,
Petur Háberg Band og Side Effect at dundra í tjaldinum á
Klivum. Talan er um bæði aktuellar og óroyndar bólkar,
ið venja undir trongum umstøðum í Havn. Tiltakið
skalsambært fyriskiparunum metast sum ein stuðul til
hesar bólkar. Tað er Studio Oyravox, ið skipar fyri, og
ætlanin er, at nýggja tiltakið skal verða afturvendandi.