týsdagur 7. august 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 150 - 7. august 2007
- Tað tykist næstan
sum leiðslan í Strand-
ferðsluni ynskir
at spenna bein
fyri stevnuni, siga
fyriskipararnir av
ovastevnu. Orsøkin
er órimiligar prís-
treytir fyri leigu av
skipum umframt
príshækkanin á ferða-
seðlum við Rituni
Ovastevna
Finnur Jensen
finnur@sosialurin.fo
Fyriskipararnir av ovastevnu
eru stak ónøgdir við Strand
ferðsluna. Orsøkin er tann
órímiliga
høgi
prísurin,
sum Strandferðslan hevur
sett fyriskiparunum fyri
leigu av annaðhvørt Ternuni
og Sam. Av tí at Ritan ikki
loyvir bilflutning, er sera
nógv baks av at flyta og
landa alla fragtina, so sum
ljós og ljóðútgerð, ið kem
ur úr Havnini til oynna. Tí
varð semja gjørd við Strand
ferðsluna um at leiga antin
Ternuna ella Sam.
Hetta kostar 2.500 kr. at
leiga um tíman. Og tað er
eisini í lagi, men nú vísir
tað seg, at vit skulu leiga
bátin allan vegin úr Klaks
vík. Tað tekur 6 tímar og
kostar sostatt 15.000 krón
ur. Tað hava vit ikki ráð til,
sigur Jákup av Skarði, for
maður í stuðulsnevndini
fyri svimjihyl í Nólsoy.
Hetta fekk fyriskiparin úr
Nólsoy at vita frá stjóranum
í Strandferðsluni, Regini
Vágadal, í telefonsamrøðu
mánadagin.
Nólsoyingar skulu har
umframt rinda 20.000 kr fyri
at fáa Rituna og Silju Star at
sigla eykatúrar til allar stevnu
gestirnar. Og sambært fyri
skiparanum ætlar Strand
ferðslan enntá at hækka prís
in á ferðaseðlum úr 40
krónum upp í 100 krónur.
Tað tykist næstan sum
leiðslan í Strandferðsluni
ynskir at spenna bein fyri
stevnuni, leggur Jákup av
Skarði afturat.
Sosialurin ætlaði at fáa
viðmerkingar frá Regini
Vágadal, stjóra í Strand
ferðsluni, men hann var á
fundi fram til døgurða, tá
deadline er.
Strandferðslan spennir bein fyri ovastevnu
Eingin forðing
hevði verið at fingið
oljuna úr Olshanu,
heldur ikki eftir, at
maskinrúmið fyltist
við sjógvi, tí úttøk
vóru á dekkinum
at fáa oljuna upp
ígjøgnum, segði
skiparin á Olshanu,
Yuriy Matveen undir
sjófrágreiðingini í
morgun
sKIPsvanLUKKa
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Eg heitti ferð eftir ferð á
føroysku myndugleikarnar
at fáa oljuna upp úr skipin
um, men svarið var, at teir
fingu ikki herbergað henni,
og tí varð hon verandi um
borð, segði Yuriy Matveen,
skipari á Olshanu undir
sjófrágreiðingini í morgun.
Avhoyringin av skipar
anum varð rættiliga drúgv,
hon byrjaði klokkan gott
átta í morgun og var ikki av
fyrr enn farið var av hálvg
um tólv.
Skiparin Yuriy Matveen
greiddi frá, at teir vóru
komnir undan Íslandi við
257 tonsum av fiski, og
lógu á reduni í Havn undan
Ólavsøku. Eftir høgtíðina
fóru teir inn á Kollafjørð at
leggja veiðina upp. Í tí sam
bandi sendi Havnarskriv
stovan
loðsin,
Asbjørn
Heinesen umborð, og hann
loðsaði Olshanu innar á
Kollafjørð.
Tá lastin var løgd upp á
frystihotellinum,
skuldi
skipið eftir ætlan til Havnar
aftur at bunkra olju, men av
tí at teir ikki sluppu framat
í Havn, varð gjørt av at
bunkra í Kollafirði. Bunkr
að vóru 270 tons av olju, og
saman við teimum 30 tons
unum, ið vóru í skipinum,
var Olshana fult bunkrað.
Hartil kom so eisini eini
tíggju tons av smyrji og
hydraulikkolju, so tilsamans
hevði Olshana 310 tons av
olju umborð, tá teir fóru av
Kollafirði hóskvøldið 2.
august um 18.40tíðina.
Teir høvdu ikki biðið um
loðs, men skiparin metti tað
vera frægast at halda somu
leið út aftur, sum teir komu
inn við loðsinum. Men neyvt
somu leið hava teir ikki
hildið, tí um 19.15 tíðina
stóð Olshana á flesjunum.
Trettan ár umborð
Skiparin greiddi frá, at hann
hevði
skiparaprógv
og
hevði ført Olshanu í trettan
ár. Hetta er aðru ferð, at
Yuriy Matveen er í Føroy
um, og hann helt seg vera
ivaleysa langt frá flesjunum,
tá teir fóru av Kollafirði
hetta kvøldið.
Skiparin tosaði í »kápil
longdum«, ein longd, sum
svarar til ein tíggindapart av
einum fjórðingi. Tá teir
sigldu inn á Kollafjørð vóru
teir umleið fýra kápillongdir
vestan fyri flesjarnar, og á
veg út aftur vóru hann og
stýrimaðurin samdir um, at
halda seg tríggjar kapillongd
ir vestanfyri. Tá Olshana
stoytti, vóru teir sambært
skiparanum
2,46
kápil
longdir vestanfyri flesjarnar.
Oljan var goymd í 12
ymiskum tangum, og semja
var millum skipara og
maskinmeistara um, at hol
helst rættiliga skjótt ert
komið á tanga nummar átta.
Tó segði skiparin, at olja
ikki sivjaði úr skipinum
beinanvegin.
Eftir stoytin gav skiparin
beinanvegin boð um at
kanna skrokkin á skipinum,
og innan fimm minuttir
hevði hann sent út neyðar
kall.
Tjaldrið var rættiliga skjótt
á staðnum, og eisini ein
annar bátur, sum skiparin
segði líktist einum sleipibáti.
Hesin hevði oljusperringar á
dekkinum,
men
hóast
skiparin á russiska skipinum
segði seg beinanvegin heita á
føroysku bjargingarliðini um
at fáa lagt hesar út, men
kortini gingu fleiri tímar,
áðrenn hetta hendi.
Oljuna úr skipinum
Hóast skiparin tosaði russ
iskt undir sjófrágreiðingini,
so var samskiftið millum
hann og føroysku myndug
leikarnar farið fram á ensk
um hetta kvøldið og náttina.
Men hetta hevði ikki borið
nakrar trupulleikar við sær.
Tá talan gjørdist um at
royna at fáa skipið av flesj
unum aftur, heitti russiski
skiparin enn einaferð á
myndugleikarnar um ikki
at gera nakra roynd í so
máta, áðrenn oljan var tømd
úr skipinum.
Tað var púra greitt fyri
mær, at minsta óróð kundi
skaða skipið og orsakað ein
oljuleka. Tí var tað í mínari
verð átroðkandi neyðugt at
fáa pumpað oljuna úr Ols
hanu. Bæði tí at vandin fyri
umhvørvisdálking var so
stórur, men eisini tí at skip
ið hevði lætnað eini 300
tons, varð oljan pumpað úr,
segði skiparin.
Men eingin var at taka
ímóti oljuni úr russiska skip
inum, og tí gjørdist endin
tann, at Olshana at enda
varð skrykt av flesjunum
við tí úrsliti, at hon sakk.
Sambært
skiparanum
hevði tað verið møguligt
heilt til tað síðsta at fingið
oljuna upp, tí úttøk vóru á
dekkinum, sum oljan kundi
verið pumpað upp ígjøgn
um, eisini hóast maskinrúm
ið var fylt við sjógvi.
Hinir russisku sjómenni
nir vóru eisini avhoyrdir í
morgun, og teir kundu bert
vátta
frágreiðingina
hjá
skiparanum.
Vælsignað fáið oljuna upp
Skiparin á Olshana á veg úr Rættinum saman við tveimum av umboðsmonnunum á Faroe Agency
Mynd: Jens Kristian Vang