týsdagur 7. august 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Tíðindi frá
skóTajamboree
Av teimum 40.000 skótun
um á jamboree'ini eru 7000
vaksin fólk, ið taka sær av
øllum tí praktiska, so sum
mati, virksemi, reingerð,
renovatión, flutningi og so
framvegis.
Tænastuliðið er samansett
av fólki frá londunum, hað
ani luttakandi skótarnir eru.
Í tænastuliðnum eru 6 føroy
ingar. Bogi úr Havn hevur
eitt virksemi saman við
Patrik úr Sveis og Erik úr
Hollandi, sum býr í Hong
kong. Tummas, Trygvi og
Regin, sum eisini eru úr
Havn hava eitt annað virk
semi sjálvir. Bæði virk
semini snúgva seg um at
fyribyrgja happing og at
skapa virðing millum fólk.
Bogi heldur fyri, at »tæn
astuliðið er kittið, ið fær alt
at hanga saman«. Umframt
hesar eru eisini Steinar og
Pauli í tænastuliðnum.
Teir fáa bólkar við einum
1520 ungum í senn, sum
arbeiða við eyðkennunum
fyri happaran og tann happ
aða. Regin, letur at, at tey
ungu eru glað fyri at viðgera
hetta evni, tí øll kenna til
happing á onkran hátt. Virk
semið endar við, at øll geva
eitt lyfti til sín sjálvs, um
hvussu tey vilja virka við til
at gera heimin til eitt betri
stað at vera.
Føroysku leiðararnir í
tænastuliðnum
búgva
á
leguøkinum hjá teimum
vaksnu. Grannarnir eru úr
Chile og Belgia. Tá ið tei
hava frí, práta teir við aðrar
leiðarar, hyggja inn á inter
netkafe'ina ella eru við til
fótbóltskappingina, ið er
millum ymsu tænastuliðini.
Føroyingarnir ið tænastu
liðnum hava sum allir aðrir
goldið fyri at sleppa á Jam
boree, umframt at teir brúka
3 vikur av frítíð síni til
ferðina; men kortini eru teir
á einum máli um, at teir
vilja mæla øðrum skótum
til at fara við í tænastuliðið
um tey fáa høvið.
Gilwell Park -
skótavirksemi
út um tað vanliga
Bæði føroysku liðini hava
verið á Gilwell Park til
virksemi út um tað vanliga.
Munin fór sunnudagin 5.
august til Gilwell Park og
Hugin var har longu 1.
august.
Gilwell Park var upp
runaliga latið til skótarørsl
una, sum gáva, fyri at børn
og ung úr London skuldu
hava eitt frístað uttan fyri
býin, har tey kundu íðka
skótaítrottina. Tað var bóka
útgávumaðurin MacLaren,
ið gjørdist varugur við tørv
in og sum síðani keypti
harragarðin við tilhoyrandi
lendi og lat skótunum alt til
ognar.
Økið verður framvegis
nýtt til endamálið, ið tað
var keypt til: virksemi hjá
skótunum. Maria av Oyri
royndi klatriveggin, sum
stendur í parkini og lat at, at
hetta var ein avbjóðing!
Annars var var eisini
møguleiki
fyri
prenti,
brennimerking, fjallasúkl
ing og vatnskreiðing um
framt hopin av øðrum virk
semi.
Gilwell Park gjørdist eis
ini heimstað fyri skotaleið
ara útbúgvingina, ið byrjaði
í 1919. So við og við gjør
dist talið av skótaleiðarum
so stórt, at tað ikki var
møguligt at fáa allar til
Gilwell Park á skeið, og tí
verður
nú
skipað
fyri
Gilwell útbúgvingin hjá ein
støku skótasamskipanun
um runt í heiminum. Til
minnis um gevaran, bera
allir skótaleiðarar, ið hava
gjøgnumført
Gilwell
útbúgvingina eitt turriklæð,
við einum lítlum toypetti av
serstaka skotska mynstrin
um hjá MacLaren.
Kittið, ið fær alt at hanga saman
Kittið, ið fær alt at hanga saman: Trygvi, Bogi, Tummas og Regin eru í altjóða tænastuliðnum
Maria roynir seg á klatrivegginum
Pætur við brennimerkingina
Nr. 150 - 7. august 2007