týsdagur 7. august 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Stórur vandi er á ferð, tá
ið yvirtøka er eitt
endamál í sær sjálvum og
ikki vælferð føringa ella
Føroya. Nýggi formaður
Fólkafloksins ætlar at
yvirtaka 22 mál tey
næstu 7 árini. Heldur
skuldi hann fyrst roynt at
fingið mál, hann sjálvur
hevur yvirtikið, at
fungera í tí dagliga
Í vikuni, ið fór, bleiv Jørg
en Niclasen valdur til
nýggjan formann í Fólka
flokkinum. Tillukku við tí.
Í samrøðu við blaðmann
kemur framm, at nýggi
formaðurin ætlar at seta
sær sum mál, at yvirtaka
22 málsøkir tey næstu 7
árini. Loysingarflokkarnir
– Miðflokkurin og Sjálv
stýrisflokkurin – fegnast,
meðan Tjóðveldisflokkurin
fyrst vil síggja úrslit,
áðrenn hann trýr stavnhaldi
num hjá nýggja formanni
num.
Yvirtøka endamál í
sjálvum sær
Hvussu loysingarpolitikar
ar hugsa, kom týðuliga
fram undir viðgerðini av
løgmansrøðuni, tá ið
Jógvan á Lakjuni í sam
band við yvirtøkuna av
fólkakirkjuni segði, at ”nú
var komið á mál”!! (Hann
skundaði sær tó at siga, at
enn var nógv eftir). Men
tað, ið hjartað er fult av,
floymir muðurin yvir av.
Hugsi ikki, at ein
yvirtøka í sjálvum sær er
nakar trupuleiki – tað kann
sambært nýggju yvirtøku
lógini ornast við einum
frímerki ella einum maili
til donsku stjórnina. Men
trupuleikin er, tá ið yvir
tøkan er framd, at fáa tey
yvirtiknu málini at fungera
undir føroyskum yvirvalds
rætti.
Yvirtøkur verri fyri
føringar
Tað munnu vera fá mál, ið
eru blivin betri av at hava
verið yvirtikin, meðan
vísast kann á nógv mál, ið
eru vorðin verri eftir eina
yvirtøku. Bert fyri at neva
nøkur fá, so kann ikki
sigast, at yvirtøkan av
skúlaverkinum, tilbúgv
ingini, sjóbjargingarstøðini,
nummarplátunum hjá
Akstovuni ella Skipaeftir
litinum hevur gagnað
føringum.
Hví? Ikki tí, at stavsfólk
ini á hesum stovnum er
ódugnalig, men tí at føroy
skir loysingarpolitikarar
vilja billa føringum inn, at
yvirtøkur ikki kosta nevni
vert, og tessvegna verða
yvirtiknir stovnar girdir í
politiskar spennitroyggjur
og í den grad forsømdir,
bert ”tí komið er á mál”, tá
íð yvirtøkan er framd.
Yvirtøka til egið valdømi
Eitt av ”brøgdunum” hjá
nýggja formanni Fólkaflok
sins var sum landsstýris
maður í fiskivinnumálum
at yvirtaka Skipaeftirlitið.
Tað hendi 1. jan. 2002.
Hann hevur helst hugsað,
at “komið var á mál”, tá ið
stovnurin var blivin førisk
ur og lagdur í hansara
valdømi. Tað skuldi ikki
kostað meir enn 8 starvs
fólk at reka henda stovn –
hóast hann fekk at vita frá
serkønum, at stovnurin
skuldi hava minst 2025
starvsfólk, um hann skuldi
megna sína uppgávu.
Hvat er so hent? Nú eftir
5½ árum hevur stovnurin
enn ikki fótað sær. Skipa
eftirlitið skrivar framvegis
í fleiri regluverkum sínum
1. jan 2002! Ikki tí, at tey
ikki eru dugnalig á Skipa
eftirlitinum tí tað eru tey
– men tey hava fingið fleiri
uppgávur, men ikki tilsvar
andi starvsfólkamanning.
Nú eru tey 12 starvsfólk.
Ella við øðrum orðum er
Skipaeftirlitið yvirtikið við
minst 5½ árum ov stuttari
fyrireikingartíð.
Og hvør eigur upptøk
una? Út frá vitleysum
fortreytum. Jú, landsstýris
maður Sambandsfloksins í
fiskivinnumálum.
Norrmenn, týskarar,
ongilsmenn og
fransmenn í staðin fyri
danir
Fyri at fáa gerandsdagin at
fungera, hava klassafeløg
ini fingið nógvar av teim
um uppgávum, sum Skipa
eftirlitið fyrr hevði undir
donskum yvirvaldsrætti –
norrmenn (Det Norske
Veritas), týskarar
(Germanischer Lloyds),
ongilskmenn (Lloyds
Register) og fransmenn
(Bureau Veritas). Fyrr var
hetta ókeypis fyri
skipaeigararnar, men
klassafeløgini taka seg
væl betalt, ja sera væl.
Soleiðis fungera
yvirtøkur
Soleiðis fungera
yvirtøkur. Heldur enn at
hugsa um fleiri yvirtøkur,
áttu ansvarligir politikarar
at hugsa um, at fáa
yvirtiknu málini at
fungera til dagligt. Hetta
átti Jørgen eisini at hugsa
um.
viðmerkingar
Tú ein lítlan – eg ein
stóran.
Útlendingapolitikkurin,
sum hevur verið ein
sorgarleikur, og sum nú
landsstýrismaðurin sigur
seg vilja loysa við danskari
ESlóggávu. Uttan nakra
samráðing við ES um at
veita føroyingum somu
treytir í ES.
Innan sosiala økið er
tørvur á nýggjum atgerðum
og nýhugsan bygt á hug
sjónir um rættindi og skyld
ur, nú gjáirnar eru grivnar
nógv djúpri millum sam
felagsbólkar við rikna
politikkinum.
Innan gransking, útbúgv
ing og mentan, har ein
heilt annar politikkur og
drívmegi skal til. Ikki
minst skulu vit hava fólk
heim til Føroya – eitt nú av
teimum 21.000 føroyingu
num, ið búgva í Danmark
og har kvinnur eru í stór
um meiriluta.
Umhvørvispolitikkurin,
har alt er fastlæst, og mál
sum veðurlagsbroytingar
og lívfrøðiligt margfeldni
ikki hava verið tikin í
álvara, men hinvegin øll
uppskot feld.
Fiskvinnupolitikkurin og
vinnupolitikkurin sum
heild, har tað eru seráhuga
málini sum ráða, og ikki
ein fræls og liberal skipan,
har jøvn kapping og somu
treytir galda fyri øll og fyri
allar vinnur. Ístaðin verða
virðir forerd burtur og
framíhjárættindi veitt – og
ongin kann hava álit á neyð
ugu einskiljingunum, sum
tær eru handfarnar av
landsstýrinum.
Í javnstøðumálum, har
vit skulu hava fleiri kvinn
ur inn har avgerðirnar
verða tiknar.
Á pensiónsøkinum, har
torast skal at lyfta lægstu
bólkarnar upp og ikki tey,
ið longu hava stórar
pensiónir.
Á kommunala landkorti
num, har nú má skerast
ígjøgnum við framtíðar
uppbýti og bygnaði millum
land og kommunur.
Tí er greitt, at okkum
tørvar eina uppgerð í
føroyskum politikki. Vit
mugu taka eitt val nú, so
talvborðið kann ruddast og
setast upp av nýggjum.
Alternativið er greitt
Tjóðveldisflokkurin er til
reiðar. Vit hava greið mál,
ið kunnu bera Føroyar inn í
framtíðina. Vit hava enntá
gjørt meira enn 100 ítøki
lig uppskot, ið hava verið
løgd fyri tingið seinastu 4
árini og eru klár at fremja.
So her skuldu allir møgu
leikar verið fyri samstarvi
við teir flokkar, ið vilja
eina aðra leið í Føroyum,
enn hana vit hava upplivað
seinastu 4 árini.
Orsakað av fastlæstu
støðuni í samgonguni, har
lítlir áhugabólkar kunnu
skáka hinar, hevur ikki
eydnast at fáa meiriluta
fyri flestu uppskotunum,
hóast ongin ivi er um, at
allarflestu tingfólk og fólk
sum heild taka undir við
teimum.
Eg kann bert nevna
uppskotini um: Búskapar
grunn; Tilfeingisbúð; at
strika skattalættan; løgfrøði
á Fróðaskaparsetrinum;
stuðul til stakar uppihalda
rar; øktar játtanir til grans
king og mentan; at hækka
lægstu fyritíðarpensjón,
Kyotosáttmálan; at taka
fult ræði á uttanríkismál
um, útlendingamálum og
loftrúminum; útjavningar
skipan millum kommunur;
uppskot um javnstøðu og
rættartrygd.
Hesi uppskot eru feld
upp til fleiri ferðir. Ístaðin
verða rossahandlar og
avgerðir, ið onga grundgev
ing hava, samtykt, hóast
bert ein sera lítil partur av
bæði tinginum og av fólki
num taka undir við teim
um. (Lat meg bert nevna
donsku ríkislógirnar, skúla
flytingar, skattalættar og
fiskivinnulógarbroytingar).
“Júmen, tað er ein semja í
samgonguni” er afturvend
andi mantraið – uttan mun
til um allar grundgevingar
tala ímóti.
Summarið hjá Láksáfoss
niðurbart
Avleiðingarnar av ábyrgdar
leysum politikki síggjast
tíverri ikki fyrr enn rúma
tíð eftir, at avgerðirnar eru
tiknar. Tá hugsjónirnar og
virðini verða slept, seyra
tey spakuliga burtur. Fyrst
fara hugsjónirnar og virð
ini. Síðani seyrar ábyrgdin
burtur – úr øllum liðum.
So sigrar líkasælan millum
fólk. Vit verða rurað í
blund við uttanumtosi. Til
vit einaferð verða skrykt úr
svøvni.
Vit hava nú fingið ein
fíggjarmálaráðharra í hes
ari samgonguni, sum hevur
sligið fast, at búskapar
politikkurin hjá somu sam
gongu og hjá sínum egna
flokki, hevur verið grund
leggjandi skeivur. Djúp
tøknir ójavnar eru skaptir
millum samfelagsbólkar og
millum økir í landinum.
Ístaðin er ferð koyrd á tey
hjól, ið frammanundan
mólu skjótast. Og hann
hevur sagt seg verða samd
an í øllum tí, sum andstøð
an hevur ført fram og tekur
undir við teimum uppskot
um, ið andstøðan hevur
lagt fram ár um ár, men
sum eru feld.
Eg kann bert nevna upp
skotið um Búskapargrunn,
um at strika skattalættar
nar, gera avtalur um fíggjar
ligt loft hjá kommunum,
útjavningarskipan, at gera
upp við rentustuðulin og
annað. Hann hevur víst á,
at útreiðslur eru fjaldar og
lagdar uttanfyri fíggjarlóg
ina. Ja, fíggjarmálaráðharr
in hevur eisini sagt alment,
at 2300 mió. skulu finnast
á fíggjarlógini at seta í
Búskapargrunnin.
Tað man vera eindømi í
heiminum, at ein stjórn
hevur ein fíggjamála
ráðharra, ið er so ósamdur
við sína samgongu og so
samdur við andstøðuni.
At hoyra Magna
Láksáfoss í summar var
eins og várið í Prag í 1968,
tá fólk tordu at siga sína
erligu hugsan og vildu
hava broytingar í einari
fastlæstari valdsskipan.
Men alt bendir á, at summ
arið á Argjum 2007 hjá
fíggjarmálaráðharranum
gjørdist eins stutt og várið
í Prag. Eftir ein
samgongufund, er nú fast
og fyribundið aftur, og
samgongan skal ístaðin
“royna at halda aftur í
fíggjarlógini”. Vit vita øll,
at hetta merkir, at onki
verður gjørt.
Strika skattalættan og
skriva út val
Tað er meiningsleyst og
ábyrgdarleyst at lata hey
stið ganga, har tað bert
verða valballónir og ymsar
desperatar royndir hjá
flokkunum í samgonguni
at pussa onkrar skerdar
fjaðrar mótvegis veljara
num, sum fara at mynda
politisku skipanina. Tað
besta vit kunnu gera nú, er
at semjast um at strika
skattalættan fyri 2008, sum
er samtyktur uppá nakkan
av komandi løgtingi – sum
ongin grundgeving finst
fyri yvirhøvur – og síðani
skriva út val. Tástaðni
kunnu vit vinna á
líkasæluni.
Framhald av síðu 12
Í góðveðrinum
hóskvøldið í farnu viku,
var ein russiskur trolari
so óheppin at renna á
Flesjarnar. Hann rendi
seg so fastan at hann
stóð báði aftan og
framman
Trolarin slapp ikki av
aftur við egnari megi, tí
ein klettur var komin upp
gjøgnum skrokkin, og
sendi hann tí út neyðar
kall. Sum sjófartstjóð
hava vit nátt sum dag,
tøka hjálp til slíkar neyð
støður. Hóast veðurmenni
nir spáddu illveður tók
bjargingarstøðin ta djørvu
avgerð at senda hjálp í
stundini, og skjótt vóru
hjálparskip og tyrlur á
vanlukkustaðnum. Rætt var
avrátt og varð manningin
bjargað í øllum góðum.
Gud havi lov fyri tað.
Ikki minnir hendingin
sørt um stríðið í Runsival,
tá Gud steðgaði sólini til at
hjálpa teimum kristnu til
sigurs. Veðurfrøðingarnir
spáddu illveður, men tað
gjørdist slíkt dýrdarveður
at russarnir kundu spáka
sær turrskøddir yvir á
bjargingarflotan og verða
fluttir til Havnar í øllum
góðum.
At trolarin seinni fór til
botns við nøkrum litrum av
olju umborð, var harmu
ligt, men tað týdningar
mesta í hesum sambandi er
at einki mannalív fór til
spillis. Tað eiga Gud og
MRCCstøðin allan
heiðurin av.
Bjargaði manningini
Sektin á, um yvirtikin mál fungera ella ikki!!
Johan
Petersen
a. Guttormur
DJurhuus
Í Dimmalætting 27.7.07
hevði eg ein fyrispurning
til løgmann Jónnes Eides
gaard og nú fyrrverandi
formann fólkafloksins
Anfinn Kallsberg. Enn er
einki svar komið. Lesara
bræv mítt var soljóðandi:
Til Jóannes Eidesgaard
løgmann og Anfinn Kalls
berg formann Fólkaflok
sins. Í Dimmalætting 27.
juli nr. 104 hevur
Jóannes Eliasen
lesarbræv »Okkara
danska umboðan í
útheiminum«.
Í hesum sambandi fari
eg at spyrja løgmann og
Anfinn: Hevur Jóannes
Eliasen skilt og endur
givið rætt úr hesum
skjali, ella hevur hann
púra misskilt alt tað, sum
hann endurgevur?
Tað hevur eisini áhuga
at fáa at vita, hvar og
hvussu útreiðslurnar til
okkara umboð í Brüssel,
London og Reykjavík
lønir, skrivstovuhald o.a.
verða goldnar. Vónandi
fái eg skjótt og greitt
svart.
Teir øna ikki aftur, sum
flestu kunnugt, er tøgn
størsta vanvirðing av
honum, sum spyr.
Endurtøka av fyrispurningi
Poul mohr
Nr. 150 - 7. august 2007