Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. august 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 150 - 7. august 2007 Tórbjørn Jacobsen, tingmaður hevur sett fyrispurning til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, viðvíkjandi bjargingar­ arbeiðnum táið russiski togarin ”Olshana” rendi á Flesjarnar í Tangafirði og sakk hin 3. august 2007. Hann er soljóðandi: Hvør hevði ta operationellu ábyrgdina av bjargingar­ arbeiðnum, eftir at russiski togarin ”Olshana” hevði rent seg upp á Flesjarnar ? Er føroyska tilbúgvingin nóg væl útgjørd við amboð­ um til at at taka sær av ein­ um skipbroti sum hesum við ”Olshanu”, og hevur landsstýrismaðurin tryggj­ að sær at so er. Spurning­ urin verður settur í mun til tíðindini um, at flogfør fóru undir at flúgva útgerð úr Noregi eftir at skipið var havarerað ? Hópurin av peningi er brúktur yvir landsins fíggjarlóg til tilbúgvingar­ skipanina síðani íslendska farmaskipið ”Jøkulfell” sakk norðanfyri, hvat er peningurin í høvuðsheitum brúktur til ? Hví varð avgerðin tikin um at toga skipið avaftur, hvør gav ”Finni Fríða” boðini um at fara undir hetta átak og hvør hevði evstu ábyrgdina fyri, at hesi boðini vórðu givin ? Hví valdi bjargingarábyrgdin at taka kjansin fyri totalhavaríi, sum gjørdist úrslitið, held­ ur enn at royna møguleikan og lata skipið vera standandi á Flesjunum, soleiðis at møguleikin í hvussu er varð varðveittur fyri, at oljan kundi takast úr skipinum áðrenn tað fór til botns á 70 metra dýpi ? Hvat heldur landsstýris­ maðurin um avgerðirnar og raðfestingarnar hjá Sjó­ bjargingarstøðini, táið umhvørvið í økinum og royndin at bjarga skipinum vera vegað upp ímóti hvørøðrum ? Hvat heldur landsstýris­ maðurin um ætlaðu dispon­ eringina, at sleipa skipið inn á Sund ella inn á Skála, táið skipið fekst avaftur og fleyt, við tí risiko, at skipið sakk miðskeiðis inni á Skálafirði, og síðani hevði komið at ligið sum ein tikkandi umhvørvisbumba harið onki sjóvarfall er ­ og harvið lítil og ongin natúr­ lig útskifting av sjógvi? Hevur landsstýrismað­ urin, eftir tað sum hendi hóskvøldið 2. august og fríggjamorgunin 3. august, treytaleyst álit á Sjóbjarg­ ingarstøðini MRCC sum nú er, og sum hann hevur politisku ábyrgdina av? Veit landsstýrismaðurin um skipið var nøktandi ábyrgdartryggjað, soleiðis at trygd er fyri, at trygging­ in hjá skipinum tekur sær av øllum kostnaðinum, sum upptakið kemur at kosta landinum, kommunu­ num, sløkkiliðunum, alaru­ num og øllum teimum sum annars koma at bera útreið­ slur av avleiðingunum av havarínum, ella kann Føroya Løgting møguliga vænta, at landsstýrismað­ urin, táið málið er endað, fer at heita á landsstýris­ mannin í fíggjarmálum um at koma til tingið við eini umbøn um eykajáttan fyri at gjalda kostnaðin av upptakinum? Heldur landsstýrismað­ urin, at ein innanhýsis eftirmeting á Sjóbjarg­ ingar­støðini er nóg mikið fyri at greiða øll mál, harí­ millum um fakligu og maritimu førleikarnar hjá teimum sum sita við ábyrg­ dini, og í hesum førinum stjórnaðu bjargingarar­ beiðnum, sum endaði við einari umhvørvisvanlukku? Ella ætlar landsstýrismað­ urin at seta ein eksternan kanningarinstans at eftir­ meta bjargingararbeiðið, eins og gjørt varð, táið ”Jøkulfell” sakk í føroysk­ um sjóøki norðanfyri? Hvønn førleika heldur landsstýrismaðurin at leið­ arin á Sjóbjargingarstøðini skal hava og hvønn før­ leika kravdi Fiskimálaráð­ ið, táið starvið varð sett av nýggjum fyri kortum? Hevur landsstýrismað­ urin eina meting, ella eitt kvalifiserað git um, hvat samlaði kostnaðurin verður av hesi operatiónini? Hevur landsstýrismað­ urin umhugsað at skipa kravda loðstænastu í øki­ num, fyri ávís skip, fyri at minka um vandan fyri umhvørvisoyðing sum hesari í framtíðini? Viðmerkingar: Russiski togarin ”Olsh­ ana” hevði samsvarandi fjølmiðlunum verið á Kolla­ firði og bunkrað á leið 270 tons av brenniolju. Á veg suður ígjøgnum Tanga­ fjørð, ávegis til fiskiskap, rendi hann seg upp á Flesjarnar. Hetta hendi hóskvøldið hin 2. august kl. 1915. Neyðarkall varð sent út, og eftir tað tók føroyska Sjóbjargingar­ støðin MRCC Tórshavn yvir og stjórnaði bjarging­ ararbeiðnum. Einfalda niðurstøðan er síðani, at skipið frá at vera havare­ rað, totalhavareraði fríggjamorgunin kl. 0756, táið tað sakk og fór til botns á umleið 70 metra dýpi. Viðurskiftini viðvíkj­ andi øllum tí sum hendi fram til havaríið er ikki ein politiskur og operationell­ ur spurningur, tað er mál sum verður viðgjørt í heilt øðrum fora m.a. í sjórætt­ inum. Ein hópur av ósvaraðum spurningum liggja sum eftirglóð eftir miseydnaðu bjargingina. Spurningar, sum ikki eru svaraðir alment táið spurt hevur verið og frágreiðingarnar hava hartil tíðum verið merktar av andsagnum og fakligum vankunnleika, og fólk eru eftirsíðani vorðin ørkemlað og standa spyrj­ andi um okkara tilbúgving­ arskipan og hennara tærið, nú ein oyðandi dálking gjørdist úrslitið á Tanga­ firði, í Sundalagnum, á Skálafirði og nú oman eftir Suðurstreymoyarlandinum. Fyri góðum tveimum árum síðani kom MRCC Tórshavn veruliga undir trýst og vit fingu okkara fyrstu royndir av hvussu dygg okkara tilbúgving í grundini var, táið harðast leikar á. Íslendska handils­ skipið ”Jøkulfell” gekk burtur norðanfyri Føroyar hin 7. februar 2005 og 6 mans sjólótust. Málið varð tikið upp politiskt, lands­ stýrismaðurin vardi fram­ ferðina hjá Støðina, líka til politiska trýstið var vorðið so stórt, og eitt misálit hekk og sveiggjaði í luftini á tingfundinum 3. mars sama árið, at løgmaður sjónliga gav landsstýris­ manninum boðini, at frá­ boða tingmonnum eina eksterna kanning av øllum tí sum fram var farið í bjargingararbeiðnum, ið Støðin hevði staðið fyri í hesum sambandinum. Avleiðingarnar eru kendar. Stjórin fór úr starvinum og síðani eru mannagongdir­ nar broyttar og herdar og hópur av almennum pen­ ingi brúktur fyri at tryggja kompetansuna og neyðugu dygdina hjá hesi somu tilbúgvingarstøð. Nú høvdu tey flestu ein varhuga av, at viðurskiftini kring Støðina vóru í lagi. Hóskvøldið havareraði aftur eitt fremmant skip í føroyskum sjóøki. ”Olsh­ ana”. Í dýrdarveðri rendi togarin seg upp á Flesj­ arnar. Eftir at Sjóbjarging­ arstøðin hevði tikið komm­ ando´ina hendi í veruleik­ anum ikki annað enn tað, at havareraða skipið total­ havareraði. Í myndamáli varð ein stórur oljutangi, meira ella minni tilvitað, loraður av Flesjunum niður á havbotnin. Úrslitið er, at økið í námindum er hótt av oljudálking, og at ein ”oljubumba” á 270 tons nú liggur á 70 metra dýpi á Tangafirði. Tey fæstu skilja avgerðir­ nar og raðfestingarnar hjá ábyrgdarhavaranum í bjargingini. Manningin varð tíanbetur bjargað. Síðani tykist tað at hava verið alt um at gera, at sleipa skipið av Flesjunum. Gøtubáturin ”Finnur Fríði” varð biðin um at loysa frá bryggju í Runavík fyri at brúka sína stóru maskinorku í royndini at toga russiska togaran av aftur. Sambært sjónarvátt­ um og fjølmiðlum royndi hann fleiri ferðir við sínum 11.000 hestum, og táið hann skrykti í sjeyndu ferðina loysnaði, og tað gingu bara fáir minuttir, so hvarv ”Olshana” í havdýp­ ið. Tað man neyvan vera komið óvart á nakran, sum bara hevur minsta kunn­ leika til umstøður sum hesar. Ætlaninar, sum Sjó­ bjargingarstøðin annars hevði lagt sær, um skipið fleyt eftir at tað var loysn­ að, tykjast eisini serstaka margháttligar, serliga hugsanin um at sleipa skipið inn eftir Skálafjørði­ num, við vandanum fyri, at skipið sakk á miðjum firði. Einum streymleysum fjørði, harið at kalla ongin útskift­ ing er av sjógvi. Sunds­ ætlanin tykist lítið skilabetri. Ongin skilir hví Sjóbjarg­ ingarstøðin ikki lat skipið vera standandi á Flesju­ num, hagartil oljan var fingin úr tí. Heldur ikki russiski umboðsmaðurin í Føroyum, Árni Dam, sum man vera ímillum mest skipakønu menn í landi­ num. Sjálvandi var vandi fyri at skipið fór til botns av sær sjálvum, allíkavæl, men fyri tað var í hvussu er ein teoretiskur møgu­ leiki fyri, at oljan um ikki annað kundi verið fingin úr tí, á ein lagaligari hátt enn nú, táið tað liggur á slíkum dýpi, at tað verður ein serstakliga trupul uppgáva at súgva oljuna úr vrakinum. Tað tykist sum at Sjó­ bjargingarstøðin hevur raðfest hendan gamla russiska skrokkin fram um umhvørvið í økinum. Og tað man vera ein gáta fyri øll onnur enn tey/tann sum tóku/tók avgerðirnar. Sjóbjargingarstøðin ætlar nú at eftirmeta seg sjálva, í samband við bjargingararbeiðið táið ”Olshana” sakk. Lands­ stýrismaðurin heldur tað vera eitt gott hugskot. Og hevur annars treytaleyst álit á støðini sambært honum sjálvum í Degi og Viku hin 6. august 2007. Tað helt og hevði hann eisini táið hendan sama Støðin ætlaði tað sama eftir ”Jøkulfell”­ málið í 2005. Líka til tingið trýsti hann í botn og fekk hann at boða frá eini uttanveltað­ ari kanning av øllum málinum. Fyri tey flestu er hetta málið í tilbúgvingarhøpi átøkt hinum fyrra. Einasti munurin er, at tá lógu mannalív ímillum og nú er stórur partur av Streymoy og Eysturoy raktur av eini herviligari oljudálking. Tí má kravið verða, at landsstýrismaðurin setir eina líknandi uttanveltaða, og harvið objektiva, kann­ ing í verk av hesum forlisi­ num og bjargingararbeið­ num, fyriskipað av Sjó­ bjargingarstøðini, fyri at øll mál mega verða skikkað greidd, soleiðis at fólk aftur kunna fáa álit á okk­ ara tilbúgvingarskipan, ein tørvur sum er størri nú enn nakrantíð. Hvør hevði ábyrgdina av Olshana? Tórbjørn jacobsen