týsdagur 7. august 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Anna Margretha Hammer, vanliga nevnd Gretha,
búsitandi í Ljósá, andaðist á Eysturoyar Røktar- og
Ellisheimi mánadagin, 6. august, 71 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr røktarheiminum hósdagin
klokkan 14.
Anna Hansen, Vestmanna, andaðist á Landssjúkra-
húsinum sunnudagin 5. august, 71 ára gomul.
Kistan kemur í Saron í Vestmanna í kvøld klokkan
19. Jarðarferðin verður mikudagin, 8. august
klokkan 14. Tey, ið vilja minnast Annu, kunnu lata
Saron eina gávu, konta í Eik banka.
Kistan við Heina S. Glerfoss, Mikladalur, fer av
Landssjúkrahúsinum týsdagin klokkan 13.30.
Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni mikudagin
klokkan 13. Sungið verður úr sálmabókini.
(Kelda: uf.fo)
Andlát og jarðarferðir
Sunnudagin hin 29. juli 2007 and-
aðist okkara kæra vinkona, Inga
Arge, brádliga, bert 41 ára gomul.
Tað kennist so óveruligt so brádliga
at missa ein javnaldra í bestu árum.
Vit gingu allar í flokki saman í
Kommunuskúlanum í Havn og
spældu sum børn flest. Hava fylgst
nógv og hitst javnan - eisini í vaksna
lívinum. Tá vit minnast aftur á allar
tær góðu løturnar, ið vit hava havt
saman, er tað so tungt at hugsa, at
veruleikin er, at vit ikki aftur skulu
hava slíkar løtur, hvar eisini tú, Inga,
er partur av hesum.
Nógv er hent í tínum stutta lívi.
Eftir skúlan arbeiddi og ferðaðist tú.
Tú vart í London, Fjareystri, USA,
Ísrael og Norra. Tá ið tú vendi aftur
úr útheiminum, fór tú aftur á skúla-
bonk og tók eina HF eksamiu. Tín
stóri áhugi var blómur og trø, og
gjørdist tú eisini gartnari. Afturat
hesum fekst tú tvey deilig børn.
Okkara tankar leita til teirra og
familju tína.
Altíð vart tú so glað og hevði
mót upp á lívið. Hetta vísti tú
eisini, tá tú fyri einum ári síðani
byrjaði at lesa sjúkrarøktarfrøði í
Aalborg. Tú komst heim í
summarferiu aftan á at hava
staðið allar royndirnar. Lívsmótið
og stoltleikin lýstu av tær. Vit
vóru allar so glaðar, tína vegna.
Tú gjørdi húsini og havan í stand
– ja ikki var nakar, ið kundi vita,
at hetta bleiv seinasta avrik títt.
Inga, vit sakna teg ómetaliga
nógv og vilja við hesum orðum
lýsa frið yvir minnið um okkara
kæru vinkonu, Ingu Arge.
Heilsan vinkonurnar
Minningarorð um okkara kæru vinkonu og
floksfelaga úr Kommunuskúlanum, Ingu Arge
f. 23. desember 1965 – d. 29. juli 2007
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan
hátt vístu samkenslu, tá ið kæri mammubeiggi,
pápabeiggi, ommubeiggi, abbabeiggi og svágur
Hákun S. Djurhuus
Porkeri
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk fyri troystarík orð í kapellinum, í Betania, í
kirkjugarðinum og til tykkum, ið hjálptu til við
ervinum. Tøkk til Suðuroyar Sjúkrahús fyri góða
umsorgan og røkt tíðina hann var har.
Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir, uppringingar og
peningagávu til Zarepta.
Tøkk til tykkum øll, ið fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Charlotta Djurhuus
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið vístu samkenslu, tá
kæra mamma, vermamma og omma okkara
Lena Niclasen
Vágur
doyði og varð jarðað.
Takk til tykkum á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Takk øll, ið hjálptu til við jarðarferðina og takk til
prest fyri troystarrík orð í kapellinum og í kirkjuni.
Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til
Eldrasambýlið og takk øll tit, ið fylgdu henni til
hennara síðsta hvíldarstað.
Somuleiðis takka vit hjartarliga øllum á
Eldrasambýlinum, ið vóru um hana tey síðstu árini.
Takk øll somul.
Familjunnar vegna
Niclas, Eyðbjørg og Fríðbjørg
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Seinasta leygardag fylti Vilhelm
Johannesen, tingmaður 65 ár. Vilhelm
Johannesen varð føddur 4. august
1942 í Klaksvík og er sonur Estrid og
Bethuel Johannesen. Politiska yrkis-
leiðin hjá Vilhelmi byrjaði, tá hann
sum 37 ára gamal í 1979 gjørdist
landsstýrismaður. Hetta komst av, at
Jacob Lindenskov, sum tá var lands-
stýrismaður, við 1255 atkvøðum varð
valdur á Fólkating, eftir at Johan Niel-
sen gjørdi av ikki at stilla upp aftur.
Vilhelm var næstvaldur á listanum við
867 atkvøðum, og tað fall honum í lut
at taka við landsstýrissessinum eftir
Jacob Lindenskov.
Við løgtingsvalið í november 1980
varð Vilhelm fyrstu ferð valdur, og
hevur sitið á tingi síðani burtursæð frá
tíðarskeiðnum 1985 – 1989, tá hann
var landsstýrismaður. Nú Vilhelm
fyllir 65, hevur hann sostatt sitið 27 ár
á tingi.
Vilhelm hevur verið landsstýris-
maður í tveimum umførum. Fyrstu
ferð frá 1979 – 1981 sum landsstýris-
maður við almanna- og heilsumálum,
arbeiðsmarknaðarmálum og ídnaðar-
málum. Seinna skeiðið var fra 1985 –
1989 við málsøkjunum aling og ídnað-
ur, ferðavinna, onnur sjóvinna, arbeiðs-
marknaðarmál og lógarmál. Vilhelm
gjørdist sostatt fyrsti landsstýrismaður
í alimálum.
Á tingsins røðarapalli er Vilhelm
sum tikin úr leikum, og minnið hevur
hann sum fáur. Væl er hann skorðin
fyri tungubandi, og pennurin góður.
Sum blaðstjóri á Sosialinum frá
1972 – 1979 vísti hann síni kynstur
sum debatørur. Tá tað kom fyri, at
fax´ið ikki riggaði, og ein oddagrein
var strandað í Klaksvík tók hann horn-
ið, og las hana upp yvir telefonina. Og
skuldi ein grein fáast til vega í skundi,
ja so var telefonin brúkt, og Vilhelm
dikteraði “...og hvat gjørdi Pauli Ellef-
sen? Hann stakk halan millum beinini
og rýmdi!”. Uttan pappír og blýant
risti hann burturúr ermuni uttan stór-
vegis hóvasták.
Tíðarskeiðið 1973 – 1975 var Vil-
helm blaðstjóri burturav. Hetta var
eisini um tað mundið Sosialurin setti
tey fyrstu blaðfólkini Jákup N. Nielsen
og John Sigurd Johannesen.
Fleiri føroyingar vóru tá niðri og
lósu til journalist. Útbúgvingin var
skipað, sum nú, við skúlatíð og prakt-
ikktíð. Tey, sum ynsktu í prakktikk
hjá bløðunum í Føroyum høvdu tó
ikki møguleika, tí einki blað var góð-
kent praktikkpláss.
Vilhelm fekk tó Sosialin góðkendan
sum prakktikkpláss, tá hann sendi
rektaranum
á
journalistskúlanum
bræv saman við einari frágreiðing um
Sosialin og nøkrum útgávum. Teir
fyrstu praktikantarnir vóru Johan
Mortensen, Jan Müller og Jógvan
Jespersen, sum allir eru rættiliga
kendir innan fjølmiðlaheimin í dag.
Av politiskum álitisstørvum kann
nevnast, at Vilhelm hevur verið limur
í starvsnevnd Javnaðarfloksins frá
1972 til 2003, fíggjarnevndarlimur
1989 – 1996 og aftur frá 2004 til í
dag. Vilhelm var formaður í Føroya
kommunufelag 1979 – 1981, tá IRF
varð sett á stovn.
Vilhelm Johannesen 65 ár
Nr. 150 - 7. august 2007