Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. august 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Tøkk Eg takki øllum hjartaliga, sum gleddu meg við at vitja og sláa uppá tráðin á mínum 85 ára føðingardegi. Takk til øll, ið hjálptu mær. Harrin signi tykkum. Heilsan Niels Holm Jacobsen nøvn Martin var fyrstføddi í tí, sum seinni skuldi vísa seg at gerast ein av Føroya størstu barnaflokk­ um – 13 systkin – 11 dreingir og 2 gentur. Tað var tíðliga greitt, at hesin drongur hevði fingið nógv góð evnir í vøggugávu, evnir, sum komu til kennar so hvørt hann vaks til. Hann var sonur Eyðgerð, dóttir Anton Hansen, skipara og og Emmu Hansen, Gøtu og Bergur Petersen, keypmann, sonur S. P.Petersen (Pidda), keypmann og reiðara og Petru Petersen, Fugla­ fjørður. Henda lýsing av familju­ viðurskiftunum kann vera ein hjálp til at skilja, hví Martin valdi sær sjólívið sum lívsyrki. Rákin av havluft við sjóvarmálan á oyr­ uni við Gjógvará mundi saman við tætta sambandinum við abb­ arnar báðar kveikja hugin til sjógvin. Martin var innløgumaður og hann vísti tíðliga áræði til at skapa hesar innløgur. Eygagóður sum hann var, vann hann sær virðing millum útróðrarmenn í Fuglafirði, har hann tíðliga í skúlaárunum gjørdist egnari aftaná skúlatíð. Mang man teggjan vera hann sum løn fyri hetta arbeiði hevur drigið eftir vegnum heim til mammuna. Hann fór tíðliga til skips og leitaði víða fyri at nema sær kunn­ leika til ymiskar fiskihættir. Ungur fór hann uppá skúla og fekk prógv sum skipsførari mitt í 80­unum. Hann gjørdist skjótt skipari og fekk soleiðis í verki høvi til at brúka tey leiðaraevnir, skaparin hevði lagt niður í hann frá fyrstantíð av. Hann hevði ein natúrligan mynduleika, sum er egin fyri góðar leiðarar. Hann var lærdur upp við húki, men hansara mandómsavrik vóru gjørd við meski á føroyskum partrolarum, føroyskum og canad­ iskum rækjubátum, namibiskum feskfiska­ og flakatrolarum og føroyskum nótabáti. Tá íð honum fyrstu ferð stóð í boði at gerast skipari á føroyskum nótabáti, helt hann tað ikki vera rætt at taka av, tí hann var júst byrjaður sum skipari á stórum flakatrolara í Namibia. Hann vildi hava eitt úrslit av hesi verk­ ætlanini áðrenn hann tók seg aftur. Men tá íð hann eitt ár seinni aftur varð biðin um at koma til Føroyar, legðist hann ikki á boð­ ini og kundi játtað beinanvegin. Hann var í Namibia frá 1991 – 20­0­4. Tíðliga í hesum tíðarskeið­ inum rann tað saman millum hann og Vernu og í 1994 fingu tey dóttr­ ina Amandu. Vit eru mong, íð minnast samrøðuna, Tórur Mikkel­ sen morgunin eftir hevði í Útvarpinum við Martin og hansara lýsing av, hvussu eitt barn eftir tveimum so ymiskt littum foreldr­ um kundi síggja út. Eingin, íð lurt­ aði kundi vera í iva um útsjóndina á hesum undurbarni. Í 1999 fingu tey eisini sonin Jónberg. Tað var uttan iva eisini hesi trý – konan og børnini – íð lógu honum á sinni tá íð hann skuldi taka støðu til at flya heim til Føroyar. Tá íð hann aðru ferð varð biðin um at flyta, kendist tað væl, at hann hevði tosað hetta væl og virðiliga ígjøgnum saman við Vernu og fyrireikað børnini. Tey vóru búgvin til at flyta. Martin var familjukærur. Hon­ um dámdi at vera heima í reiðr­ inum á Kambsdali og fjálga um og gera tað hugnaligt. Og hugna­ ligt var tað altíð at koma á gátt har. Hennara breiða smíl og hans­ ara undirhald. Hann spardi seg ongantíð fyri at geva familjuni upplivingar sum t. d. at koyra til Havnar ella Klaks­ víkar fyri at svimja við teimum, ganga til fótbólt við soninum ella sum tá Verna fór ein túr til Namibia at ferðast í summar, ja, so fór Mart­ in saman við børnunum at vitja beiggjan í Grindsted i Danmark eitt langt vikuskifti fyri at tey m.a. kundu fáa Legoland at síggja. Martin var ofta sjálvur at síggja gongutúr á vegnum millum Kambs­ dal og Fuglafjørð, men um Jupiter var í dokk á Skála kundi tú møta honum – kanska saman við Amandu – til gongu undir Vala­ knúkum á veg til Skálar. Martinsa umsorgan røkk ikki bara til konu og børn. Ein freistast til at siga til øll sum hann kendi. I hvussu so er høvdu foreldur og systkin eitt stórt pláss í hansara hjarta og vit vóru helst mong onn­ ur íð kendu okkum fevnd av hans­ ara umsorgan. Hann minnti okk­ um á hetta við javnan at vitja, tá íð hann var heima ella í minsta lagi at sláa upp á tráðin. Tann stóri skarin íð fylgdi Martin úr Fuglafjarðar kirkju, vitnar eisini um menniskjanslig bond út yvir tað vanliga. Martin elskaði natúruna og var í samljóði við hana bæði á sjógvi og landi. Og sólin – sum umboð fyri alla natúruna ­ kundi tí held­ ur ikki bara sær júst sum prestur kastaði jørð á Martin at brenna eitt stórt hol í regnskýggini yvir Nón og Gjógvaráfjalli fyri at heilsa hesum syni sínum. Mær untist at vera nakrar túrar á báti saman við Martin. Hann sá nakað í øllum og hevði ofta eina við­ merking til tað hann sá. Eitt aldu­ skvatl, eitt streymkrak, ein mjørkaflóki, ein súla, eitt skýggj – alt hetta talaði onkusvegna til hansara og mangar av hansara viðmerkingum hava opnað míni eygu og oyru fyri onkrum, sum eg ikki áður gáaði eftir. Góði Martin! Tú vart lívsglaður og ynskti at gleðast saman við okkum. Fríggjakvøldið 20­. juli bjóðaði tú okkum í føðingardag, sum hevði verið dagin fyri. Har var borðreitt við øllum góðum. Eitt herligt kvøld har familja, vinir og manning hugnaðu sær við práti og sangi til út á kvøldi. Vikudagin seinni vart tú knapp­ liga deyður. Alt rundan um teg varð tagnað, alt kendist stilt og eingin fann orð fyri hesum sorg­ arleiki. Vit grótu og syrgdu uttan orð. Tú lumpaði okkum, Martin. Og sama við eplaveltuni hjá tær. Hon undrast á, at eingin vitjar seg longur. Tú eigur eitt stórt pláss í okkara hjørtum og vit eiga nógv góð minnir um teg. Sum eitt av teim­ um vilja vit nevna summari 1977 tá íð tú og Eyðun vitjaði okkum í Hanstholm. Tú 15 ára gamal, hálvvaksin, lummarnir fullir av pengum, sum skuldu brúkast til at keypa systkjunum okkurt gott fyri. Í tíni umsorgan fyri teimum smærru vart tú eisini tær sjálvum líkur. Ein lívsjáttandi summar­ feria, har altíð okkurt var á vási. Jú Martin, vit fara altíð at fegn­ ast um, at tú hevur verið til. Far í friði, góði vinur. Takk fyri títt trú­ festi og hjálpsemi. Góða Verna, Amanda, Jónberg, foreldur og systkin við familjum. Vit hava øll mist. Ella sum ein av manningini á Jupiter segði við meg: Hetta kemur illa við hjá okkum øllum. Hetta hava verið strevnir dagar, men tit hava ging­ ið undan við at vísa okkum, hvussu vit kunnu koma víðari. Vit hava fingið lyftir um, at tað vera ikki lagdar størri byrðar á okkum enn vit kunnu bera ella kunnu fáa hjálp til at bera. Hetta hevur samveran í heiminum hesi kvøldini greitt víst okkum. Vit drýpa høvur í sorg og lýsa frið yvir minnið um Martin Haldis og Atli Minningarorð um Martin Petersen, Kambsdalur føddur 19.07.1962 – deyður 27.07.2007 Dagurin 8. august. Rut. Dagurin vígdur minninum um kvinnuna, sum Rutarbók í Gamla testamenti er skrivað um. Týdningurin av bíbilska navninum er ókendur, kanska merkir tað vinkona ella trúgv. Rasmus er føddur tann 9. august í Soylu heima á Sandi. Foreldur hansara vóru Jógvan og Anna Poulsen. Rasmus er giftur við Sannu sum er ættað úr Uttastovu yvuri í Trøðum. Tey fingu 4 børn Annfinn, Jóhan Petur, Sunneva, og John. Síðan hava tey 13 abbabørn og 13 langabbabørn. Rasmus bygdi sær hús heima á Sandi, tad er tætt við tað sum verður kalla í Soylu, seinni fekk hann sær hetta sum eftirnavn. Sum 16 ára gamal fór hann til skips við sluppuni Isabellu.Undir krígnum sigldi hann við fiski til Onglands. Tá seinnið heimsbardagi endaði var hann í Aberdeen. Har var gott lag á fólki, og teir fingu góðan prís fyri last­ ina teir høvdu selt beint áðrenn tey góðu boð. Eftir kríggjið sigldi Rasmus við ein­ um týska trolaranum Rodrico, har hann var ein av teimum 21 føroyingum sum vóru við. Tá útróðurin tók seg upp yviri í Før­ oyingahavnina, fór hann sum formaður við einum Nordafar báti at rógva út, og tad sigst at væl lá fyri. Rasmus var tilsamans 14 ár í Føroyinga havnini. Tá Rasmus gavst í Grønlandi, var hann ein av teimum sum bygdu havn­ ina á Sandi. Eftir at havnin var liðug, keypti hann ein Nordafar bát, kallaður Snaranes, hesum báti róði hann út við til hann føldi, at hann var ov gamal til at rógva út einsamallur, tá var hann 75 ára gamal. Rasmus hevur roynt eitt og hvørt. Hann fekk møguleika at fara við slupp­ uni Jóhannu til Keypmannahavnar, har 50­ ára minningarhald var fyri týsku hersetingini var hildin. Rasmus og Sanna hava verði virkin innan kirkju­ og missiónshúsið heima á Sandi í mong ár. Konan og børn við familju ynskja honum hjartaliga tillukku við degnum, og takka honum fyri alt hann er og hevur verði fyri okkum. Føðingadagurin verður hildin hós­ dagin tann 9. august í missiónshúsinum á Sandi kl. 18.0­0­, øll sum vilja heilsa uppá Rasmus eru hjartaliga vælkomin. Rasmus í Soylu 90 ár Nr. 150 - 7. august 2007