týsdagur 7. august 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Í skaranum av forvitnum ferðamonnum
og –kvinnum, sum gjøgnum øldirnar
hava leitað til okkara lítla og avbyrgda
oyggjaland, hava týskarar ella týskmælt
fólk altíð havt ein sjónskan leiklut. Carl
Julian Graba kom henda vegin í 1828
og skrivaði eina forvitnisliga dagbók frá
síni ferð. Fyri fyrra kríggj vitjaði Carl
Küchler í Føroyum, og í 1913 kom
hansara verk Die Färöer, ið tilsamans
var 300 síður. Millum onnur úr tí týska
mentanarøkinum, sum hava ferðast
hendan vegin og skrivað bøkur og grein
ar um oyggjarnar, kunnu verða nevnd
Else Zimmermann og Ernst Krenn,
doktari. Sum heild hava hesi ferðafólk
lagt seg eftir at lýsa náttúru og fólkalív.
Ein maður úr hesum liði, og so sanni
liga ikki tann lakasti, Detlef Wildraut,
verður í dag 70 ár. Detlef varð føddur
tann 7. august 1937, í bygdini Burbach í
valdøminum
Siegen
í
Nordrhein
Westfalen í Týsklandi, og er sostatt ein
av teimum mongu týskarum, sum vuksu
upp undir tí skugga av ruðuleika og
oyðing,
sum
nazisman
og
annar
heimsbardagi varpaðu yvir teirra land.
Pápi hansara æt Wilhelm Wildraut,
mamman æt Gerda og varð fødd Klein.
Sama heyst flutti familjan til býin
Hagen, men tá ið pápi Detlef á heysti
1942 varð innkallaður til krígstænastu,
flutti mamman við børnum sínum aftur
til Burbach, har Detlef vaks upp í hús
unum hjá abbanum og ommuni. Detlef
tók studentsprógv í 1957 á Fichte
studentaskúlanum í Hagen, las síðani
gudfrøði á ymiskum lærdum háskúlum,
tók sítt fyrra gudfrøðiliga prógv í 1963
og tað seinna á vári 1966. Detlef hevur
virkað sum prestur, men tó einamest
sum lærari í gudfrøði. Hann giftist í
1967 við Dorotheu Hangebrauck, sum
er pedagogur. Hjúnini fingu børnini
Daniel og Ruth og hava í dag eisini
abba og ommubørn. Tey búgva í býnum
Witten, nakað sunnan fyri Dortmund.
Í 1988 bar so á, at Detlef, sum sókn
aðist eftir einum frítíðarmiði, bar eyga
við eitt danskt upplýsandi rit fyri ferða
fólk, har hann fyrstu ferð las um Føroyar
og sá myndir haðani. Hansara forvitni
varð vakt, hann gjørdi av at fara at
ferðast til hetta landið, men sær sjálvum
líkur vildi hann fyrst læra seg málið.
Frá Arnold Busck í Keypmannahavn
fekk hann sendandi bókina hjá W.B.
Lockwood um føroyskt, og hann kom
so til Føroya á sumri 1988 og búði her í
tvær vikur.
Tilvildin hevði lagað tað so, at á
heysti árið fyri høvdu týskir frímerkja
samlarar, staddir í Köln, gjørt av at
stovna eitt týsktføroyskt felag. Tá ið
felagið so varð stovnað, hetta hendi tann
8. oktober 1988 í Düsseldorf, fekk
Detlef fundarboð og gjørdist limur. So
við og við bleiv Detlef drigin inn í
felagsarbeiðið, hann gjørdist skrivari í
felagsnevndini í 1992 og formaður í
1997 og fór so við og við at lata tilfar til
tað blað, felagið var farið at geva út,
sum fekk navnið TJALDUR. Felagið
fekk annars navnið Deutsch-Färöischer
Freundeskreis,
t.e.
TýsktFøroyskt
Vinafelag.
Sum tað skilst av hesum fáu og
knøppu upplýsingum, er Detlef Wild
raut ikki nakar vanligur ferðamaður og
føroyavinur. Vit mongu í Føroyum, sum
hava ta gleði at kenna henda mann,
kenna Detlef sum ein trúgvan vin og eitt
arbeiðsgrev, næstan sum eina íholdan
av orðatakinum: fram kemur hann ið
hóvliga fer.
Sum árini eru gingin, hevur hann vunn
ið sær dygga og djúpa vitan um Føroyar,
um søgu, politikk, landalæru, búskap,
list og bókmentir. Hann hevur verið her
12 ferðir, og hvørja nýggja ferð brúkar
hann til at fáa meiri vitan, varðveita og
víðka síni vinarbond, fáa nýggjar vinir
og kenningar og annars brúka eygur og
oyrur. Fruktirnar av hesum arbeiði eru til
skjals í teimum mongu greinum, ritgerð
um og ummælum, hann hevur almanna
kunngjørt í tíðarritinum TJALDRI, sein
ast eini drúgvari og framúr áhugaverdari
grein um klaksvíkarstríðið, eitt kapittul í
Føroya nýggjaru søgu, sum vit føringar
annars tykjast at mala rundan um sum
hundur um heitan greyt.
Umframt at vera gudfrøðingur, ið hev
ur stóra almenna vitan um heimspeki,
politikk og søgu, er Detlef Wildraut
eisini
málsligur
fróðarmaður
við
óvanligari breidd. Aðalreglan hjá honum
er, at kemur hann til eitt nýtt land, vil
hann, veri landið stórt ella lítið, tala við
fólkið har á fólksins egna máli, og
sostatt lærir hann seg altíð, undan eini
ferð, landsins mál.
Sjálvur hevði eg ta gleði, staddur í
Lübeck í summar, at eta nátturða eitt
kvøldið á eini turkiskari matstovu í
Engelsgrube, saman við Detlef og fel
agsvini okkara, Norbert Vogt, sum eisini
er nærlagdur og arbeiðssamur føroya
frøðingur, og sum hevur verið ritstjóri á
TJALDRI øll árini.
Eg bað tá Detlef greiða okkum frá sín
um málkunnleika, og meðan Ave Maria,
Beethovens midnáttarsonata og Pav
arotti sýntust at sveipa seg, við alsamt
litfagrari veingjum og alsamt meira
hækkandi árini, um okkara sinni, for
taldi hann um sína málsligu víðkanar
ferð. Detlef er lítillátin maður, eingin
orsøk er til at blása snjallan í lúður um
hetta, men Tatsache ist, at hesin stillføri
maður dugir (hugsi eg) sekstan mál, tey
flestu væl, nøkur rættiliga væl, teirra
millum, umframt klassisk mál og tey
vanligastu europeisku málini, nýhebra
iskt, katalanskt, portugisiskt, danskt og
nakað av arabiskum.
Millum tey mál, Detlef dugir væl, er
eisini føroyskt, sum Detlef bæði talar,
skrivar og lesur. Hann hevur umsett ein
hóp av føroyskum greinum og stuttsøgum,
eftir bæði mannligar og kvinnuligar
føroyskar rithøvundar, og hesar týðingar
eru til skjals í TJALDRI. Í hesum sam
bandi eigur at verða tikið fram, at hetta
tíðarritið er merkisvert og eindømi. Tað
er eitt seriøst, sera væl frágingið,
vísindaliga upplýsandi tíðarrit, við tilfari
um øll brigdi í Føroya viðurskiftum. Eitt
rit av sama slag er ikki til, hvørki her í
Føroyum ella í útheiminum og so sanni
liga heldur ikki í Danmark. Ei undur í, at
blaðið liggur frammi, sum virðismikil
kelda til vitan um Føroyar, á mongum
lærdum háskúlum í heiminum.
Teir eru einki minni enn knassar,
hesir týskararnir, sum ikki bara megna
at geva út eitt dygdargott tíðarrit, men
eisini hava givið út stór bókaverk (sein
ast eina endurútgávu av Lucasi Debes í
týskari týðing), og týðandi bibliografisk
stórverk. Detlef Wildraut hevur, saman
við vinafelagnum, ikki bara virkað dúg
liga fyri samstarvi við føroyskar týsklær
arar og rithøvundar og skipað fyri, at
føroyskir studentar og læraraskúla
næmingar hava kunnað gjørt lestrar
ferðir til Týsklands, men eisini sjálvur
hýst føroyskum næmingum og gjørt
útferðir í Týsklandi saman við teimum.
Kanska kundi tað verið undirritaða
loyvt í hesum sambandi at komið við ein
um hugskoti til okkara mentamálaráð,
serstakliga ráðharran Jógvan á Lakjuni.
So virkið hetta týskføroyska felag er og
so dygdargott tíðarritið er, er eingin ivi
um, at hetta arbeiði kann stuðla upp
undir, at Føroyar, okkara mál, bókmentir,
list osfr., kunnu koma at rúgva meira upp
í akademiskari norðurlandafrøði í tí
týskmælta mentanarøkinum. Samstundis
er greitt, at mangt plaggið ikki verður
loyst úr lagdi, tí felagið rennir seg í
peningaligar avmarkingar og ikki, sum
norðurlendsk feløg av sama slag, hevur
atgongd til almennar grunnar.
Stutt sagt: tørvur er á einum føroysk
týskum mentanarligum samstarvi og
einum føroysktýskum grunni, ið kundi
hjálpt til at fíggja týðandi ætlanir, tiltøk,
útgávur, umsetingar osfr. Ein slíkur
grunnur kundi eisini verið bjargingin,
so at tann týskføroyska orðabókin, sum
(mær vitandi) liggur liðugt skrivað,
kundi komið út og verið okkum øllum
til gagns.
Detlef Wildraut er nærlagdur maður,
sum leggur dent á neyva upplýsing.
Skuldi okkurt verið komið skeivt fyri í
hesi frágreiðing, biði eg um fyrigeving.
Við hesum orðum verður, av undirritaða
og (eingin ivi um tað) eisini av ørgrynni
av vinum og kenningum í Føroyum,
borin tí týskføroyska brúbyggjaranum
Detlef Wildraut og konu hansara Dor
otheu fagnaðarkvøða á hesum merkis
degi. Dustsins ár eru ikki tað tey vóru
fyri øld síðani, og sostatt ynskja vit hon
um eisini framhaldandi ríkan ávøkst í
málsnildar og fróðskapar urtagarði.
Hanus Kamban
Detlef Wildraut sjeyti
Saknið
tungan
harmin
vekur, at so dátt vit mistu
teg.
Ikki vardi tað okkum
Inga, tá ið vit skiltust ólav
søkumorgun,
at
næstu
boðini, vit fingu fáar tím
ar seinni, vóru, at tú vart
farin. Og nú fáar dagar
eftir skilja vit framvegis
ikki, at vit ikki skulu
síggja teg aftur í lívinum.
Tað er so ófatiligt, at ein
so lívgevandi menniskja
sum tú skuldi láta lív, best
sum alt var farið at gangast
tær so væl. Tú sum altíð
vart góð í ráðum, gav tær
stundir at lurta og komst
við eini hjálpandi hond, tá
ið á stóð.
Vart farin undir útbúgv
ing, eftir at lív títt fekk
aðra kós enn hana, tú áður
helt, tú skuldi halda. Tað
gekst tær so væl til próv
tøkuna, og nú tú vart kom
in heim at ferðast, hevði
tú fingið fólk at umvæla
tær húsini, og so skuldi tín
partur ikki liggja eftir
hesar góðu og turru summ
ardagar. Tú málaði húsini
og hampaði tær garðin, so
hann ikki fór í órøkt ta tíð
ina, tú fórt at vera burtur
stødd í lestrarørindum.
Og væl bar til hjá tær;
og tað vita ikki bert vit
nærmastu, men eisini býar
fólk ta tíðina, tú starvaðist
sum gartnari og røkti blóm
ur, beð og trø í býnum.
Tað var so gróðurfest í
tær, at eisini eyguni krevja
vakurleika til tess, at lívið
skal ganga upp í eina
hægri eind.
Men hendan arbeiðs
gleðin gjørdi, at tú kanska
ikki gavst tær far um, at
hvíld skal til. Tú stríddist
við eina sjúku, sum kravdi,
at tú hvíldi javnan, men
hvussu kundi hon samein
ast við eina so virkna
mennisku sum teg, Inga?
Eftir sita vit og brigda okk
um, at vit ikki tóku á okk
um ein part av tí arbeiði,
sum tú vildi hava frá hond
ini, men summartíð er, og
tá er ofta ringt at fáa alt at
ganga upp. Hvør stákast
við sítt.
Inga, tú ert ikki bara far
in frá okkum, men eisini
frá foreldrum, systkjum
og ikki minst frá tveimum
børnum, sum nú skulu
royna at fóta sær í tungu
tíðini, sum stendur fyri
framman. Vit vita, at pápin
og hansara umframt for
eldur tíni og teirra fara at
gera sítt til, at lívsleiðin
verður teimum bjørt, men
vita skalt tú, at okkara
partur skal ikki liggja eftir
at hjálpa teimum til eitt
gott lív og at varðveita
minnið um teg, Inga. Eina
livandi, gevandi og ærliga
mammu, dóttur og vin
konu.
Vinfólkini
Ingu Arge
til minnis
fødd 23. desember 1965
deyð 29. juli 2007
nøvn
Nr. 150 - 7. august 2007