týsdagur 7. august 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 tíðindi
vitjan
Óli jacobsen
olij@sosialurin.fo
Louis er nevniliga abbason
ur Sámal Christiansen úr
Norðdepli, vanliga kallaður
Sámal í Hvannasundi. Hann
er saman við pápanum og
beiggjanum ein partur av
føroyskari fiskivinnusøgu.
Ættin gongur aftur til
Havna Jógvan. Hann hevði
verið nøkur ár í Kruse handl
inum á Eiði, men flutti í
1879 til Norðdepil at taka
við handli har.
Kona Jógvan æt Elisabeth
Maria f. Debes. Tey áttu
fimm børn. Eitt av hesum
var Debes, sum seinni tók
við handlinum, sum Poul Siv
ertsen hevði byrjað nøkur ár
nøkur framman undan.
Men serliga synirnir Sám
al og Kristian blivu kendir
sum skiparar og reiðarar.
Teir keyptu í 1897 saman
við pápanum sluppina Jubi
læ, sum var fyrsta skip, sum
kom til Norðdepil. Í 1903
keypa teir King Arthur. Jubi
læ fer á land og verður vrak
í 1909. Stutt eftir keypa teir
Ternuna, sum Sámal førdu
fram til 1927, og síðan
keyptu teir Grundick. Sám
al og Kristian vóru skiparar
hvør síni 37 ár.
Teirra reiðarí var eitt av
teimum best umtóktu í land
inum, og úrslitið var eisini,
at menn trivust við og vóru
í mong ár við skipum teirra.
Sámal giftist við Katrinu
Mariu f. Sørensen úr Havn.
Hann fluttti eisini til Havnar
á yngri árum.
Tey fingu børnini Jonu,
Erling og Hans Leon og
Louis. Tað var sonur hans
ara við sama navni, sum vit
hittu hendan dagin.
Søgan hjá Louis
Tað fyrsta vit gera er at fáa
søguna hjá pápanum, Louis.
Hann er føddur í 1915. Sum
ungur fer hann í smiðjulæru,
men í 1938 noyðist hann at
fara til Danmarkar at taka
prógv. Tá ið hann hevði
fingið síni pappír, fer hann
út sigla. Hann hevur sum
nógvir føroyingar havt hug
til at royna nakað annað
enn fiskiskap, sum stórt
sæð var einasti møguleiki í
Føroyum tá. Hann sigldi
fyrst tvey ár sun motorpass
ari við einum donskum
farmaskipi.
Í
Liverpool
mynstrar hann síðan við
einum køliskipi, og tá kom
hann at sigla við bananir
millum Panama og San
Fransisco í USA fyri stór
fyritøkuna United Fruit.
Men so hendir tað, at
Danmark verður hersett av
í 1940 og kemur óbeinleiðis
undir týskt ræði. Tá skifta
teir til Honduras flagg og
halda fram í somu sigling.
Men í 1941 kemur USA
uppí seinna heimsbardaga, tá
ið Japan loypur á Pearl Har
bour, stóru flotastøðina hjá
USA á Hawaii. Tá verður
skipið tikið av amerikanskum
myndugleikum, og fara teir
at sigla tvørtur um Atlantshav.
Men nú er tað ikki longur við
bananum, men við bumbum,
sum teir føra til teir sameindu
í okkara parti av heiminum.
Eftir øllum at døma hevur
tað minkað um spreingivand
an, at bumburnar kundu
flytast við einum køliskipi. Í
hesi sigling vóru teir restina
av krígnum. Ein partur av
hesi søgu er eisini, at donsku
sjómenninir mistu sambandið
til síni heima í Danmark.
Nógvir av teimum umkomust
eisini í hesi sigling.
Vanligt var at sigla i
konvoy, tað vil siga, at nógv
skip fylgdust og høvdu her
skip at verju seg. Men hetta
gjørdu teir ikki. Teir sigldu
einsamallir.
Hetta
var
kanska tryggara, tí tað var
kanska minni spennandi hjá
kavbátum at leggja eftir ein
um einstakum skipi enn
eftir einum skipafylgi, har
nógv skip kundu fáast fyri í
senn. Men høvdu týskarar
kent lastina, hevði tað nokk
verið øðrvísi!
Hetta skip sigldi eisini so
mikið skjótt, 15 míl, at tað
kundi sigla undan kavbát
um, sum vóru í dýpinum.
Men sigldu kavbátarnir í
vatnskorpuni, sigldu teir
skjótari, og tá var verri. Teir
vóru einaferð jagstraðir av
einum kavbáti, sum ikki var
kavaður. Men teir høvdu
kanónverju, og teir høvdu
eisini manning umborð til at
nýta kanónina. Tí tordi kav
báturin heldur ikki at koma
ov nær, og eftir at hava verið
jagstraðir av kavbáti í tríggj
ar dagar gav hann upp.
Í 1944 hitti Louis konu
síða Rose einaferð, teir
lógu inni í New York. Hon
var av italienskari ætt, men
var komin til USA sum fýra
ára gomul. Tey giftast í
1945, og árið eftir verður
sonurin Louis føddur.
Louis heldur áfram at
sigla til 1948, tá ið hann
legst uppá land. Fyrst ar
beiðir hann á einum slátur
virki við at fáa fitina frá
slaktaði kroppunum til sætt
is. Seinni fer hann at arbeiða
sum maskinmeistari hjá ren
ovatiónini hjá New York.
Tað er óneyðugt at siga, at
her var nóg mikið at gera
við skrellinum hjá einum av
heimsins
størstu
býum!
Hetta arbeiðið hevði hann,
til hann leggur frá sær 66
ára gamal. Hann doyr í
1998, 83 ára gamal. Kona
hansara doyði í 1991.
Umframt Louis er ein
beiggi, sum eitur Ronald.
Hann er 10 ár yngri og er
føddur í 1956.
Louis vitjaði ofta aftur í
Føroyum. Hann kom fyrstu
ferð í 1952, og tá mundu
ganga 45 ár millum hvørja
ferð hann kom.
Louis gjørdist
løgregluyvirmaður
Louis, sum kallar seg Lou,
býr einar 50 km norðanfyri
Manhattan, so tað er bert
ein løta eftir amerikanskum
viðurskiftum at koma inn í
býin.
Hann var sum ungur fyrst í
herinum, og aftaná kom hann
at arbeiða í 20 ár sum løg
regluyvirmaður í New York.
Hetta starv legði hann frá
sær í 1988, og tá kom hann at
arbeiða hjá eini stórari fyri
tøku innan byggivinnuna.
Aftaná 11. september 2001
kom steðgur í nógv virksemi
í USA og eisini í byggi
vinnuni. Tá byrjaði Louis at
arbeiða fyri seg sjálvan við
smærri húsaumvælingum av
ymiskum slagi. Hann hevur
havt upp til seks mans í
arbeiði. Nú eru teir tveir. Við
eini slikari fyritøku ræður
hann sær sjálvum og við so
fáum monnum er tað heldur
ikki so bundið.
Louis er giftur við Carol,
sum kemur frá Queens, sum
er ein býarpartur í New York.
Tey eiga ein son Erik Joen
Hammershaimb Christian
sen, sum 23 ára gamal. Tey
eiga eisini eina dóttir Karina
Maren, sum er 21 ár.
Børnini hjá Sámali í
Hvannasundi eru farin nokk
so víða. Louis fór til Amerika
og Hans Leon fór til Dan
markar, og ein sonur hansara
Úr Norðdepli
Sosialurin fær nógva vitjan millum ár og dag. Nógvar av
teimum eru eisini forvitnisligar.
Hósdagin var vitjan av hjúnunum Carol og Louis
Hammershaimb Christiansen. Navnið bendi í sær
sjálvum á samband við Føroyar, og tað hevur tað eisini
Havna Jógvan og synirnir Sámal og Kristian
Katrina og Sámal í Hvannasundi saman við sínum børnum. F.v.: Hans Leon, Erling, Louis, Katrina, Sámal og Jona
Nr. 150 - 7. august 2007