týsdagur 7. august 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 150 - 7. august 2007
21
tíðindi
Tá Starfighters
finalan verður
á Skanderborg
Festivalinum í
annaðkvøld, verður
tað við føroyskari
luttøku
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Odense bólkurin The Joules
við m.ø. føroyska odda
manninum Johan Petersen
er við í stóru kappingni, ið
Skanderborg Festivalurin,
útvarpsrásin P3 og MTV
skipa fyri. Tað er sjónbanda
lagið Everything’ s OK, ið
bólkurin sendi til MTV, ið
hevur latið dyrnar upp til
kappingina.
Bólkurin The Joules var í
Føroyum í fjør og spældi
undir heitinum Fuzzphase.
Bólkurin hevur fingið
nógv góð orð við á vegnum.
Undir navninum Fuzzphase
góvu teir út EP´ina Every
thing´s OK. Gaffa og Gar
ageband skrivaðu lovandi
orð um útgávuna. Kendi
danski gittarleikarin, sang
arin og sangskrivarin, Tim
Christensen kallaði bólkin
eina powertrio í altjóða
flokki. Sí eisini heimasíðuna
www.myspace.com/the
joulescom
Í 2003 var ein av vinning
unum í Prix Føroyar, luttøka
í Starfighters finaluni. Tá
eydnaðist tað ikki Prix Før
oyar vinnaranum Gestum at
vinna plátusáttmálan, ið er
fyrsta virðisløn í kapping
ini.
Føroyingur hevur
fingið eitt lag innn á
Dansktoppen og nú
ræður um at atkvøða,
so lagið fær fótin
fastan
Tónleikur
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Tað hevur eydnast argja
manninum og útisetanum
Hans Jacob Mouritsen, at
fáa eitt lag á danska hitlistan
Dansktoppen. Lagið, sum
er spildurnýtt og eitur “For
årets lyse time”, verður
sungið av vinmanninum
Lars Ole Holm. Lagið er
undir sokallaðu “ugens bob
ler”, og er á veg inn á listan,
um tað fær nóg mikið av
atkvøðum.Føroyingar,
ið
ynskja Hans Jacob á lista
num, kunnu til sunnudagin
kl. 18:00 atkvøða lagið heilt
inn á listan. Hetta kann ger
ast við at senda SMS til tele
fon nr. 00451212 og skriva
dktop 11. Hans Jacob hevur
m.a. skrivað Argjasangin,
sum ofta er at hoyra í útvarp
inum, tá kappróðrarbátarnir
av Argjum vinna ein róður.
Hann gav eisini fløguna
“Navnleysur” út í fjør.
Fríggjadagin seinna
partin byrjaði Sum
marfestivalurin við
tiltakið fyri børn, og
hetta eydnaðist væl
í stúgvandi fullum
Flagstjaldi
SummarfeSTival
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Barnatiltakið fríggjadagin
seinnapartín riggaði stak
væl og Flagstjaldið var eisi
ni stúgvandi fult av børnum
og vaksnum, ið eisini hugn
aðu sær.
Óli eldblásari og gyklarin
Ásbjørn løgdu fyri. Børnini
vóru hugtikin av Óla, ið loft
aði við logandi bóltum og
spýtti eld.
Trølla Pætur og Omman
hugtaka bæði børn og vaks
in, og so var eisini hesaferð.
Og nýggja Ommudiddan,
sum fyrstuferð var á palli,
ger ikki framførsluna verri.
Lítil á vøkstri, men so nógv
villari, enn Omman, íð ann
ars er tiltikin vill.
Angela og Hannebal duga
enn, og børnini kenna tey.
Og tey kenna børnini. Tey
duga sjáldsama væl at fáa
børnini við í framførsluna.
Børnini eru 100% við og í
parti við Angelu, tá Hanne
bal roynir at lumpa. Og tó
at øll vita, at øll vita, at
Hannebal veit og at Angela
veit, so riggar hetta hvørja
ferð. Ongin kann tó vita seg
tryggan, tí Hannebal er ein
kúllur, sum ikki smæðist
fyri at sproyta vatn á bæði
stór og smá.
Silvi, og hansara felagar,
høvdu okkurt gott til børn
ini og tiltakið eydnaðist
sera væl, og børnini fingu
sín part av festivalskránni.
Gott barnatiltak fríggjadagin
Føroyingur í Starfighters Nýtt føroyskt lag á
Dansktoppen
Jón Tyril, G! fyriskip
ari, kjakast á Kjak.
fo og metir at miðlar
og Summarfestivalur
áttu at gjørt meira við
at ávara um veðrið.
Tey sum siga, at veð
urfrøðingar søgdu
frá sera ringum veðri,
kóka suppu úr ong
um, tí sagt varð ikki
frá so ringum veðrið,
sum tað vísti seg at
blíva, metir Steintór
Rasmussen, fyriskip
ari
SummarfeSTivalur
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Jón Tyril, G! fyriskipari,
hevur inni á kjak.fo eina
viðmerking, har hann kem
ur inn á viðurskiftini, nú
Summarfestivalurin
varð
raktur av vánaligum veðri.
Í hesum sambandi hava
vit sett Jón Tyril spurningin,
hvussu G! festivalurin hevði
klárað slíkt veður.
Vit høvdu sjálvandi fyr
st hugsað um fólk vóru í
vanda, og síðani lukkað alt
niður. Vit høvdi eina trygd
arætlan og gjørdu nógv burt
urúr, at samskiftið millum
ymsu partarnar vóru í lagi,
sigur Jón Tyril
Jón Tyril sigur, at á G!
hava tey ikki havt eina
nágreiniliga ætlan B (Plan
B, blðm.).
Men á G! var eisini sagt
frá góðum veðri. Men vit
hava ta tummilfingurreglu,
at vit rokna við tvær ferðir
so nógvum vindi, sum sagt
verður frá, sigur Jón Tyril.
Spurdur, um tað ikki er
eitt sindur "ókollegialt" av
honum sum samskipara av
øðrum festivali at fara út
við viðmerkingum um ódn
arveðrið á Summarfestival
inum, sigur Jón, at hann
sum so ikki hevur sagt so
nógv.
Eg havi bara lagt dent á,
at vit øll eiga at læra nakað
av hesum, sum hendi. Og
vit øll sum skipa fyri slíkum
eiga at taka hetta sum dýran
lærupening, sigur Jón Tyril.
Kóka suppu úr ongum
Steintór Rasmussen, fyri
skipari av Summarfestival
inum, sigur, at tey sum siga,
at sagt var frá so ringum
veðrið, sum talan bleiv um,
kóka suppu úr ongum.
Í veruleikanum varð
ikki sagt frá so ringum veðr
ið, sum tað í veruleikanum
bleiv, sigur Steintór Rasmus
sen.
Vit vóru í samband við
fleiri
veðurstovur,
sigur
Steintór Rasmussen.
Hann metir annars, at teir
vóru rættiliga væl fyrireik
aðir.
Summarfestivalurin
hevði tilbúgving og hevur í
longri tíð samstarvað við
Norðoya bjargingarfelag.
Klaksvíkin er annars
væl fyri, um óveður brestir
á. Summarfestivalurin er
mitt í býnum,og her eru hall
ir, løgregla, sjúkrahús og
annað. Tað sum kann henda,
og kanska hendi í hesum
førinum, er, at nógv fólk er
á økinum, tá óveður brestir
á, og tað tók okkum kanska
eitt sindur á bóli, sigur Stein
tór.
Men t.d. fór stóra Flags
tjaldið ongan veg, men tey
smærru tjøldini. Men tað er
greitt, at allir fyriskiparar
eiga at skriva sær aftanfyri
oyrað, at slíkt kann henda
og síðani hugsa meira um
fólk, enn um materialini,
sigur Steintór Rasmussen.
2000 fólk á
møti í høllini
At ongin ætlan B veruliga
er, viðgongur Steintór, men
hinvegin meta fyrireikarar
nir, at Summarfestivalurin
er so stórur, at tiltøkini
mugu vera úti.
Ein ætlan var um at flyta
tiltøk í Flagstjald og í høll
ina, men bert 800 fólk fingu
loyvi at koma í høllina.
Eg haldi tað er løgið, at
2000 fólk kunnu vera á
møti í høllini, men tá brúk
er fyri tí, sum hendan dagin,
so verður loyvi bert givið til
800 fólk, sigur Steintór Ras
mussen.
Hann gleðist annars yvir,
at tiltøk og tilbúgving rigg
aðu væl á Summarfestivalin
um og hann takkar teimum,
ið gjørdu eitt stórt arbeiði,
so alt eydnaðist so væl, sum
møguligt.
Enn er onki avgreitt við
víkjandi møguligum endur
gjaldi fyri atgongumerki.
Fólk skilja ógvuliga væl
støðuna, og hetta hava vit
merkt og fingið at vita frá
fleiri. Hetta er annars ein
sera
fløktur
spurningur,
sum arbeitt verður við, sig
ur Steintór.
Ongin avgerð er enn tikin
um festivalin komandi ár.
Vit taka eitt ár í senn,
men persónliga havi eg gott
mót, men enn er onki
avgjørt viðvíkjandi einum
møguligum festivali koman
di ár, sigur Steintór Rasmus
sen.
Kóka suppu úr ongum