týsdagur 7. august 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26 tíðindi
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Ja, vit fara heilt víst eftir teimum trimum stigunum í
Gundadali. Vit liggja jú niðan fyri niðurflytingarstrikuna, so
vit skulu hava stig
Sigfríður Clementsen, venjari hjá AB
Orsaka av U-19
landsliðs ferðini í
Danmark í síðstu
viku vórðu fleiri av
dystunum, sum áttu
at havt verið spældir
leygardagin, útsettir
1. DEILD
Jóannes Hansen
Bara tveir dystir vórðu
spældir leygardagin, og í
gjárkvøldið varð ein á
skránni. Harafturat varð
mikukvøldið í síðstu viku
útsetti dysturin millum HB
og TB spældur. Tríggir
dystir, sum sambært skránni
átti at havt verið spældir,
eru útsettir. Harvið verður
støðan ikki rættuliga røtt
fyrrenn mitt í næstu viku.
Tey trý í toppinum hava
spælt, og støðan er einki
broytt.
B68 er framvegis topplið
við beinari kós móti For
mula deildini, og við fullari
úrtøku til bæði FSV04 og
ÍF eru tað framvegis tvey
stig ímillum tey bæði, sum
kappast um seinna uppflyt
ingarplássið.
Mikukvøldið tapti TB við
Krzystof Popczynski við
róðrið og fleiri útleigaðum
HB spælarum á liðnum 31
í Gundadali ímóti HB. Mið
vallarin Ólavur í Ólavsstovu
skoraði tvær ferðir fyri HB,
og Sjúrður Ellefsen, sum í
summarsteðginum er fluttur
úr FSV04 og í HB, skoraði
eina ferð. Sasa Jovanovic
javnaði til 11 fyri TB.
Leygardagin var HB í
Sandavági, har heimaliðið
vann 21. Líkindini vóru
ikki so góð, tí tað var
nógvur vindur langs eftir
vøllinum.
Heimaliðið hevði vindin
undan í 1. hálvleiki, og teir
royndu seg ofta við longum
sendingum til álopsspælar
arnar. HB hevði betri tak á
samanspælinum, men teir
spældu seg ikki til so
nógvar
upplagdar
mál
møguleikar.
Eftir ein hálvan tíma
legði Jákup Joensen heima
liðið framum eftir horna
spark. Miðvallarin Jovan
Panic legði innfyri, og tá ið
bólturin varð sendur út aftur
í borðið, og Panic legði
innfyri aftur, setti Jákup
Joensen
krúlllin
undir
bóltin.
Átta
minuttir
undan
steðginum javnaði Jóhan
Borðoy til 11 eftir gott
uppspæl í vinstru. FSV04
skoraði sigursmálið, tá ið
tað restaðu seks minuttir.
Málskjútti
var
brasilski
miðvallarin Heron, sum
sneiddi seg leysan í brots
teiginum, áðrenn hann setti
bóltin í málið.
Í Sørvági var oddaliðið
B68 sera sannførandi, hóast
teir í 1. hálvleiki bara skor
aðu eina ferð. Stóri mál
slúkurin var aftur hesa ferð
Dánial Hansen, sum skoraði
trý mál og harvið gjørdi
hattrikk. Miðverjin Arn
bjørn Danielsen skoraði eitt
mál fyri B68 eftir horna
spark.
Veteranurin Jens Erik
Rasmussen pyntaði um fyri
SÍ, tá ið hann umsetti
brotsspark til mál.
Í góðveðrinum í gjár
kvøldið vunnu fuglfirðingar
20 í Runavík. Hjá heima
liðnum var setningurin at
halda tætt í verjupartinum
so leingi, sum tað bar til. So
kundu evnaríku og skjótu
menninir í fremstu røð
royna at avgera, tá ið
fuglfirðingar
gjørdust
grammir og harvið kanska
sleptu í verjupartinum.
Soleiðis tørnaði tað als
ikki út. ÍF skoraði tvey mál
í 10. og 12. minutti, og
harvið vóru fyritreytirnar
góðar hjá fuglfirðingum. Í
báðum førum var Bartal
Eliasen málskjútti, og í
báðum førum skoraði hann
við høvdinum. Í fyrra føri
num eftir innlegg úr vinstru,
og í seinna førinum eftir
innlegg úr høgru.
ÍF var omaná í 1. hálv
leiki, og eftir steðgin var
NSÍ væl við, men teir megn
aðu ikki at skjóta mál.
Toppurin fekk fult
1. deild
Mikudagin 1. august
HBTB 31 (31)
10: Sjúrður Ellefsen
11: Sasa Jovanovic
21: Ólavur í Ólavsstovu
31: Ólavur í Ólavsstovu
Leygardagin 4. august
FSVágar04HB 21 (11)
10: Jákup Joensen 30.
11: Jóhan Borðoy 38.
21: Heron 84.
SÍB68 14 (01)
01: Dánial Hansen 15.
02: Dánial Hansen 47.
03: Arnbjørn Danielsen 61.
04: Dánial Hansen 76.
14: Jens Erik Rasmussen br 86.
Mánadagin 6. august
NSÍÍF 02 (02)
01: Bartal Eliasen 10.
02: Bartal Eliasen 12.
17. umfar
14. august
SÍHB
18. umfar
14. august
KÍLÍF
B36TB
Bæði B68, ÍF og FSV04 fingu fult í 1. deild um vikuskiftið, og sostatt er einki broytt í oddinum, har B68 stevnir beint ímóti Formuladeildini. Munurin millum
FSV04 og ÍF er enn tvey stig, og tí er kappingin hørð um, hvør teirra skal fáa annað plássið, sum gevur uppflyting.
Mynd: Álvur Haraldsen
Nr. 150 - 7. august 2007