týsdagur 7. august 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Bæði HB og AB hava
brúk fyri teimum
trimum stigunum,
tá liðini møtast í
Gundadali í kvøld.
HB fyri at halda fast
í hinum trimum
oddaliðunum, meðan
AB skal sleppa úr
botninum
FÓTBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Nú er vøllurin í Gundadali
blivin klárur, og tí er klárt
hjá teimum báðum havnar
feløgunum, HB og B36, at
fara í eldin aftur á heima
vølli. Um vikuskiftið blivu
báðir heimadystirnir hjá
hesum feløgunum útsettir,
men nú er klárt at fara í
gongd við hesar.
Í kvøld skal HB so í eldin
á nýggja undirlagnum í
Gundadali, tá teir taka ímóti
AB. Gongdin hjá hesum
báðum feløgunum var ikki
tann besta undan summar
steðginum, og tí skulu bæði
feløgini royna at broyta
hesa gongdina eftir steðgin.
HB, sum av mongum var
mett at vera besta boðið
upp á ein føroyameistara
undan
kappingarbyrjan,
hevur bert fingið fýra av
seinastu 15 møguligu stig
unum. Í hálvfinalunum í
kappingini um Løgmans
steypið og í evropeisku
dystunum hevur HB tó víst
rættiliga gott spæl, og tí er
líkt til, at teir eru á rættari
kós.
Hjá AB sá heldur ikki so
gott út undan steðginum.
Sjálvt um spælið til tíðir
var gott, so endaðu síðstu
tríggir dystirnir við tapi, og
hetta ger, at teir nú liggja
átta stig frá bjargingini við
einum færri dysti enn KÍ.
AB hevur tó víst, at teir
kunnu spæla upp ímóti
øllum hinum liðunum í
Formuladeildini, og seinasti
dysturin, teir vunnu, var
ímóti B36, sum liggur á
øðrum plássi, so kanska teir
eisini fara at leypa ein
hvøkk á HB.
HB uttan liðskiparan
Hjá HB er tað sjálvandi ein
dyggur smeitur, at liðskip
arin, Jákup á Borg, ikki
verður við. Hann hevur
leingi drigist við ein skaða,
og úr HB verður sagt, at teir
vilja hava Jákup ordiliga
kláran, áðrenn teir senda
hann í dyst aftur. Harafturat
er Marcin Dawid ivasamur
til dystin, men Tróndur
Vatnhamar hevur tó víst seg
sum ein góðan avloysara
hjá honum.
Sjálvt um tey nógvu stig
ini ikki er komin á kontoina
síðstu dystirnar, so er Páll
Mohr Joensen hjá HB tó
ikki so ónøgdur við gongd
ina síðstu dystirnar.
Tað hevur gingið væl
hjá okkum síðstu dystirnar
í mun til fyrr í ár. Í fleiri
dystum hava vit klárað at
hildið málið reint, so eg
haldi, at tað sær ljóst út.
Hann letur heldur ongan
iva vera um, at teir ætla sær
at vinna dystin ímóti AB.
Vit kunnu so at siga
staðfesta, at meistaraheitið
er farið, men vit ætla tó at
stríðast tað, ið eftir er av
árinum, og vit ætla heilt
víst at vinna dystin ímóti
AB í kvøld.
AB vantar eisini
liðskiparan
Tað er ikki bara HB, sum
vantar sín liðskiparan. Tað
er eisini dyggur smeitur
fyri AB, at Fróði Clement
sen ikki verður tøkur til
dystin. Hann hevur verið
úti í nakrar vikur við einum
skaða, sum hann fekk í
landskappingardysti
í
Klaksvík fyrst í juli.
Annars sær gott út við
fólki í AB til dystin ímóti
HB, og venjarin, Sigfríður
Clementsen, sigur, at teir
fara eftir sigrinum í Gunda
dali.
Ja, vit fara heilt víst
eftir teimum trimum stig
unum í Gundadali. Vit ligg
ja jú niðan fyri niðurflyt
ingarstrikuna, so vit skulu
hava stig.
Bæði hava brúk fyri sigrinum
HB og AB møtast í Gundadali í kvøld í fyrsta dystinum á nýggja undirlagnum, og her havi bæði liðini brúk fyri teimum trimum
stigunum
Mynd: Álvur Haraldsen
Hósdagin skulu KÍ-
kvinnurnar í eldin
í UEFA-kappingini
hjá kvinnum, sum
í ár verður leikt í
Føroyum
FÓTBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Nú er ikki long tíð, til
kvinnurnar hjá KÍ aftur
skulu royna seg í evrope
iskum fótbólti. Hósdagin
skulu tær nevniliga í dyst
ímóti hollendska Den Haag,
meðan hini liðini í bólkinum
hjá KÍ eru Valur úr Íslandi
og FC Honka úr Finnlandi.
UEFA kappingin, sum KÍ
tekur lut í í ár, verður leikt í
Føroyum, og í annaðkvøld
kemur fyrsta liðið til landið,
tá íslendska Valur lendir í
Vágum. Mikudagin koma
so hini bæði liðini.
Undan kappingini hevur
KÍ gjørt eina roynd at fáa
dystirnar leiktar í Klaksvík,
men hetta hava útlendsku
liðini ikki gingið við til. So
sum tað sær út nú, so vera
allir
dystirnir
leiktir
á
Svangaskarði uttan síðsti
dysturin millum KÍ og FC
Honka. Hann skal ætlandi
leikast á Tórsvølli, men KÍ
fera at gera eina síðstu
roynd fyri at yvirtala finska
meistaraliðið at leika dystin
í Klaksvík.
KÍ-kvinnurnar í eldin hósdagin
Hósdagin 9. august
kl. 14:00 Valur FC Honka
kl. 19:00 Den Haag KÍ
Leygardagin 11. august
kl. 11:00 FC Honka Den Haag
kl. 14:45 Valur KÍ
Týsdagin 14. august
kl. 16:00 Den Haag – Valur
Týsdagin 14. august
kl. 16:00 KÍ FC Honka
Skráin er annars henda:
Saviola vil aftur á landsliðið
Eftir at hava nýtt stóran part av síðsta kappingarári á beinkinum í
FC Barcelona vónar lítli argentinski áleyparin, Javier Saviola, at
sleppa aftur á landsliðið, eftir at hann hevur skift felag til spanska
kongafelagið, Real Madrid. – Eg havi verið á landsliðnum í langa
tíð, og nú ætli eg mær aftur á landsliðið. Tað er eingin ivi um, at
Real Madrid er júst rætta staðið at vísa seg fram, og um eg fái
spælitíð í Madrid, so eri eg vísur í at sleppa aftur á landsliðið,
sigur Saviola. “Kaninin”, sum Saviola verður róptur, hevur leikt
36 landsdystir fyri Argentina og hevur skotið 11 mál.
Eiler dømir steypafinaluna
Ovari vøllur í Gundadali leggur graslíki til, tá ársins útgáva av
finaluni um Løgmanssteypið skal spælast. Dysturin verður
spælur komandi mikukvøld klokkan 18, og eru tað HB og EB/
Streymur, ið skulu spæla. Nú er dómarin til dystin eisini
ásettur, og tað verður Eiler Rasmussen, sum skal leiða dystin.
Hjálpardómarar verða Jens Alberg Simonsen og Andreas Petur
Hansen, meðan Lars Müller verður fjórði dómari.
[ Nr. 150 - 7. august 2007 ]