Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. august 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 151 - 8. august 2007 Eyðun Nolsøe og onnur fingu eina ógloymandi uppliv­ ing, tá Kim Wilde kom á pallin og aftur­ um pallin, eftir at tey høvdu spælt í Rex leyg­ arkvøldið. ­ Eg fekk eina uppliving, sum eg ongantíð gloymi og tað er gott at uppliva, at kend fólk kunnu varðveita jarðarsam­ bandið, sigur Eyðun Nolsøe Tónleikur Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Kim Wilde og Byran Rice hugnaðu sær í býarlívinum í Havn, eftir at ódnarveður forðaði teimum í at fara á pall á Summarfestivalinum. Tey vóru sera hørm um hetta, men høvdu eitt stutt­ ligt kvøld í Havn. Eyðun Nolsøe, Terji Ras­ mussen og Kim Hansen skuldu eisini framføra, men fingu ístaðin pláss á pallin­ um í Rex leygarkvøldið. Hetta fegnaðust teir um, tí teir høvdu glett seg at slep­ pa at framføra saman. Og lítið varnaðust teir, at hetta skuldi gerast eitt kvøld, ið teir seint skuldu gloyma. Kim Wilde á vitjan Eyðun, Terji, Kim og Arn­ old (á bassi) spældu í Rex, men knappliga byrjar tesk­ an um, at okkurt skal henda í steðginum. Bryan Rice, Kim Wilde og teirra manningar, høvdu hugnað sær ymsastaðni í Havnini, t.d. á Café Natúr, hetta kvøld. ­ Onkur teskaði Terja okk­ urt, og tað lá líkasum í luft­ ini, at okkurt spennandi skuldi henda, onkur "pausu klovn" skuldi koma. Men huglagið gjørdist alt meira spent, sigur Eyðun. ­ So bleiv sagt, at Kim spældi í steðginum, og talan var ikki um Kim Hansen, greiðir Eyðun frá, og leggur afturat, at ongin var greiðir yvir, um hetta passaði. ­ Vit høvdu steðg, og vit royndu at rudda sum best á pallinum, og eg syrgdi fyri, at guitarin stemmaði og at battaríið var í lagi. So kom ein dimmur útlendskur har­ ri og tók í hondina á mær og spurdi, um hann kundi læna guitaran. Hann var sera fittur, og vit prátaðu og eg fekk at vita, at hann kom úr London. Tey høvdi glett seg til at spæla, og vóru nú í býnum og hugnaðu sær, og kundu hugsað sær at tik­ ið nøkur fá løg, sigur Eyð­ un. Kim Wilde og bongo­ trummur og Eyðun aftur í 80'ini ­ Eg hevði glett meg at hoy­ ra Kim Wilde. Tað vísti seg, at hóast tey hugnaðu sær, so tóku tey hetta í álvara. Og knappliga stóð Kim Wil­ de á palli og hetta var veruli­ ga ein A­HA­uppliving. Hóast tað var fátæksligt við ljóðførum, so fingu tey tað at ljóða við bongotrummum, kassaguitara, bassi og klav­ eri. Alt kókaði við eitt, og hetta var ein løta, sum sendi meg aftur í 80'ini. Hetta var óivað flottasta framførsla, eg havi sæð í Rex. Hon spældi eini 3 løg og ein ken­ di seg hepnan at uppliva hesa løtuna, sigur Eyðun Nolsøe. Eyðun spældi fyri KIm Wilde ­ Vit fóru so undir okkara seinasta sett, men tað var líkasum við gummifingrum, tí tað var ringt at koma aft­ ur, eftir at tey høvdu verið á palli.Tey stillaðu seg at lur­ ta og tá vit spældu "Flyggi til tónleikin", vendu tey tumlarnar upp, sigur Eyð­ un. ­ Vit pakkaðu saman, men Kim Wilde, Bryan Rice og maning vóru enn í hølinum. Tey vóru fitt, og hesar stjørnur høvdu bæði beinini á jørðini. Eg spyrji so, um tey ikki koma við afturum pallin at fáa sær eina øl, tí tað er eitt sindur ringt at vita, hvat ein skal gera við slík fólk, sigur Eyð­ un. ­ Vit fingu kaldar øl aftur­ um og lagið var sera gott. Høvi var at práta í sera tron­ ga rúminum aftanfyri pall­ in. Beiggi Kim Wilde, sum hevur skrivað mong av hitt­ umnum, var við og systirin var við sum kórsangari. Eg fekk sagt Kim, at eg helt hana vera í góðum formi, og hon segði mær, at nú høvdu tey verið á ferð eina tíð, men annars var sangurin og framførsla ikki nakað, ið hon fekst við alla tíðina, greiðir Eyðun frá. ­ Bryan Rice, Kim Wilde, manningin og vit og James, fingu eitt gott tónleikaprát, sigur Eyðun. ­ Eg fór so eftir guitaran­ um, tí lagið var gott, og onk­ ur leys trumma lá í rúmin­ um, sum onkur var byrjaður at spæla á. Eg spældi Beat­ les, og tað bleiv sungið við fleirrædda og skrála við, og eisini sungu vit t.d. Wonder­ wall hjá Oasis, og sjálvsagt kom niðurlagið minst 10 ferðir ov ofta fyri, sigur Eyðun, og dylir ikki, at het­ ta var ein ógloymandi løta. ­ Hetta vardi kanska í eini 3 korter, og hetta var sum at vera guitarleikari í góðari veitslu, men her vóru heims­ stjørnur við, sigur Eyðun. ­ So skuldu ey ragga sær heim, men nú hevði onkur sett trummusett upp úti í sjálvum hølinum, og so varð "jammað" eina løtu, og tað var stuttligt og tað svingaði við James mitt á gólvinum, og tónleikarar hjá Wilde, Rice og føroyskir tónleikarar hugnaðu sær saman, sigur Eyðun. ­ Klokkan mundi vera minst 5:30, tá tey leitaðu heim, og vit sótu eftir við einari fantastiskari uppliv­ ing. Eg fekk eina uppliving, sum eg ongantíð gloymi, og tað er gott at uppliva, at kend fólk kunnu varðveita jarðarsambandið, sigur Eyð­ un Nolsøe ­ Alt hetta kvøldið gjørd­ ist merkisvert og alt var spontant, sigur Eyðun, og greiðir frá, at Kim Wilde og manning hennara, vóru kedd av ikki at sleppa á fest­ ivalpallin at spæla, men at tey fegin koma aftur henda­ vegin. ­ Hetta gjørdist eitt kvøld, ið eg ongantíð gloymi, sigur Eyðun Nolsøe. Eyðun spældi Beatles fyri Kim Wilde Hotel Norð stóð fyri sølu av búffum á Sum­ marfestivalinum. At Tjald teirra fórst í ódnini og at festival­ urin varð avblástur merkti, at tey mistu nógv SummarfeSTivalur Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo ­Vit mistu nógv og nógv rávøra fór fyri skeyti. Nak­ að av útgerð fór eisini, men ikki stóra útgerðin, og tað var heppið, tí vit høvdu fyri eini 200.000 krónur í útgerð, sigur Jógvan Heine­ sen, stjóri á Hotel Norð. Hann metir, at í so máta spældi væl av, men sjálvsagt fingu tey, sum vóru í tjaldinum, ein skelk. Mist søla ­Vit mistu sjálvandi søluna handan dagin, og leygar­ dagur er besti dagurin á festivalinum. Sjálvandi er ilt at siga, júst hvat sølan hevði verið. Men vit standa sum so á null og fáa dekka útreiðslurnar, men vinning­ ur er ongin, tí vit hava stríðst í fleiri vikur, sigur Jógvan Heinesen. Við aftur Fyri framman er Fjarðafest­ ivalurin, og har skal Hotel Norð eisini selja búffar. ­Tað er tó munur á festi­ valum. Tjaldið stendur ikki so ábart, men hinvegin er talan um 2000 fólk, í mun til 10.000 á Summarfesti­ valinum, sigur Jógvan Heinesen. Hann væntar eisini, at Hotel Norð verður við á Sjómannadegnum í Klaksvík 18. august. Hvussu verður við Sum­ marfestivalinum næst ár, veit Jógvan Heinesen iki, men um hann verður hildin, so væntar Jógvan, at Hotel Norð verður við aftur, men at fyrilit verða tikin fyri veðri og vindi. Fleiri mist nógv Tað hevur ikki eydnast at fáa fatur á fleiri av teimum, ið høvdu sølustøð á Sum­ marfestivalinum, men sum skilst, so er støðan hin sama, sum hjá Hotel Norð. Nógv er mist, og í onkrum føri er talan eisini um dýsa úrgerð, so sum ovnar og tílíkt. Mistu sera nógv Eyðun Nolsøe slapp at framføra Beatlesløg fyri - og saman við - Kim Wilde Viðgjørd mynd: Álvur Haraldsen P/F Faroe Farming búmerkjakapping P/F Faroe Farming skrivar út búmerkjakapping. Hetta skrivar felagið í tíðindaskrivi í morgun.P/F Faroe Farming er eitt alifelag íð framleiðir laks, og búmerki skal brúkast í søluarbeiðinum hjá felagnum. Í mesta lagi skulu brúkast 3 litir, hvarav tann eini skal verða hvítur.Innkomin uppskot verða vurderaði av nevndini hjá PF Faroe Farming, og vinnandi uppskotið fær eina samsýning uppá kr. 5.000. PF Faroe Farming bindir seg tó ikki til at brúka vinnandi uppskotið. Uppskotini skullu verða PF Faroe Farming í hendi í seinasta lagi 01.09.2007, brævbjálvarnir skulu verða merktir "BÚMERKIÐ".Uppskot skulu sendast til: P/F Faroe Farming, Postbox 97, FO­900 Vágur Kelda: www.sudurras.com