mikudagur 8. august 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 151 - 8. august 2007
Sjórætturin er hoyr
ingsrættur, har tey,
ið verða avhoyrd,
fáa høvi at góðkenna
sína egnu frágreiðing,
áðrenn hon fer víðari
til aðrar stovnar og
myndugleikar
Sjófrágreiðing
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sjórætturin, sum var týsdag
in í sambandi við skipsbrotið
við russiska trolaranum Ols
hanu, er í fyrsta lagi ein
hoyringsrættur.
John í Soylu, sum starv
ast
á
Skipaeftirlitinum,
sigur, at stovnurin plagar at
fáa skrivaðu frágreiðingina
frá sorinsskrivaranum nakr
ar fáar dagar eftir, at sjórætt
urin hevur verið.
Tey, sum geva frágreið
ing, sleppa at hoyra sína
egnu frágreiðing lisnað upp.
Frágreiðingin verður skriv
að so hvørt. Fólk fáa soleiðis
eisini høvi at góðkenna sína
egnu frágreiðing.
John sigur, at honum
kunnugt
fær
løgreglan
eisini avrit av frágreiðingini,
og samstarvið millum Skipa
eftirlitið og løgregluna er
gott.
Eru mál, sum krevja
gjølligari viðgerð, er ikki
óvanligt, at Skipaeftirlitið
og løgreglan viðgera viður
skiftini saman, um mett
verður, at tað tænir málin
um, sigur hann.
Skipaeftirlitið fær
sjófrágreiðingina
Nú fer málið um skipsbrotið við Olshanu víðari til aðrar stovnar og myndugleikar
Mynd: Jens Kr. Vang
Trølla Omman ætlar at leypa av Ennibergi
Um veðrið er til tað, so ætlar Trølla Omman at leypa av Ennibergi beint
eftir døgurða hósdagin. Trølla Omman hevur altíð verið ein heilt serlig omma og hesa avbjóðingina
ræðist hon heldur ikki. Omman hevur fyrr lopið úr tyrlu við fallskíggja, men hesaferð rennur hon við
fullari ferð, sum einhvør annar BASEjumpari, út av Ennibergi. Ætlanin er at filma hesa stórhending, og
skal tað brúkast í komandi filmi við Trølla Pæturi. Í ommuni hesaferð verður amerikanarin Mike
Berwick. Mike er 30 ára gamal og kemur úr bynum St. Paul í Minnesota. Hann undirvísir eisini í
fallskíggjaútlopi. Tað er fyritøkan MBM sum hevur bjóðað Mike til Føroyar.
Bjørn Kalsø hevur
sínar tankar um alt,
sum fram er farið í
sambandi við bjarg
ingarroyndina av
russiska trolaranum
Olshanu. Nú so
nógv kunning hevur
verið um hendingina,
havi eg merkt mær,
at mótsagnir eru í
ymiskum av tí, ið
sagt hevur verið
OlShana
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í dag klokkan 13 byrjaði
fundur á MRCC Tórshavn
við Tinghúsvegin, har mett
verður um bjargingina og
handfaringina av málinum,
tá russiski trolarin Olshana
fór á land og fórst við Flesj
arnar seinasta fríggjamorg
un. Á fundinum skuldu allir
partar vera umboðaðir, sum
vóru við í átakinum.
Longu mánadagin hevði
landsstýrismaðurin í fiski
vinnumálum, Bjørn Kalsø,
fund við tey, sum standa aft
anfyri tilbúgvingina, har hesi
høvdu høvi at greiða lands
stýrismanninum frá teimum
avgerðum, sum tiknar vórðu,
og hvat lá til grunds fyri
tiknu avgerðunum.
Skjót kunning
Tað var eg, sum bað um
hendan fundin, sum soleiðis
var stutt eftir átakið. Ein
eftirmeting er partur av slík
um arbeiði, og eg havi eisini
roynt at fingið partarnar at
hava
eftirmetingina
so
skjótt sum til ber. Hendan
verður so í dag.
Bjørn Kalsø vísir á, at
hann eisini hevur fylgt væl
við tí, sum sagt hevur verið
úr sjórættinum í gjár.
Landsstýrismaðurin er
ikki við á eftirmetingar
fundinum í dag, tí ætlanin
við hesum fundi er, at allir
partar frítt skulu kunna siga
sína hugsan um átakið.
Landsstýrismaðurin er held
ur ikki áhoyrari í sjórætt
inum.
Biður um innlit
Bjørn Kalsø sigur, at hann
sum landsstýrismaður við
ábyrgd fyri økinum kann
biðja um innlit í tilfarið frá
eftirmetingarfundinum,
og
tað fer hann sjálvandi at
gera.
Væntandi verður eisini
ein frágreiðing skrivað frá
eftirmetingarfundinum, og
hesa fer landsstýrismaðurin
eisini at biðja um innlit í.
Bjørn væntar tó ikki, at
almenningurin fær innlit í
hesa frágreiðing, tí tey, sum
við eru, skulu vera vard,
soleiðis at tey kunnu tosa
opið um alt, ið fram er farið.
Eftir fundin, sum lands
stýrismaðurin hevði við
partarnar, sum stóðu aftan
fyri bjargingina av Olshanu,
segði hann seg framvegis
hava álit á sjóbjargingini.
Eg haldi, at vit eiga at
hava álit á hesum stovnum,
men kemur landsstýrismað
urin til, at viðurskifti kundu
verið øðrvísi, verður tann
spurningurin tikin upp, og
støða verður tikin til, hvat
skal gerast.
Ymiskar mótsagnir
Sjálvur sigur Bjørn Kalsø
seg hava sínar tankar um
alt, sum fram er farið, og nú
so nógv kunning hevur ver
ið um hendingina og bjarg
ingarroyndina, hevur hann
merkt sær, at mótsagnir eru
í ymiskum av tí, ið sagt
hevur verið.
Tað, sum eg við ábyrgd
fyri hesum partinum av til
búgvingini, haldi meg til,
er fakta – og ikki søgur,
sigur landsstýrismaðurin.
Haldi meg
til fakta og
ikki søgur
- Eg haldi, at vit eiga at hava
álit á sjóbjargingini, men
kemur landsstýrismaðurin
til, at viðurskifti kundu
verið øðrvísi, verður tann
spurningurin tikin upp, og
støða verður tikin til, hvat
skal gerast, sigur Bjørn Kalsø,
landsstýrismaður
Mynd: Jens Kr. Vang