mikudagur 8. august 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 151 - 8. august 2007
tíðindi
Vit høvdu ætlanir
um at fáa oljuna
úr skipinum, og
vóru eisini komin
undir land við
fyrireikingunum,
men veðurvánirnar
gjørdu, at vit broyttu
strategi, og royndu
at fáa skipið av
Flesjunum. Tí tað var
rættiliga sannlíkt,
at tað fór av sær
sjálvum í tí vindi
og ætt, ið líkindi
vóru til, sigur Anni
á Hædd, leiðari fyri
Tilbúgvingarstovuni
í Føroyum undir
sjófrágreiðingini í
gjár
SJÓFRÁGREIÐING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
- Nei, tað visti eg ikki.
Tað var svarið hjá Anni á
Hædd, tá ein av teimum sak-
kønu undir sjófrágreiðingini
spurdi, um leiðarin fyri
Tilbúgvingarstovuni visti,
at Olshana sjálv kundi
pumpa oljuna yvir í til-
kallaðu skipini.
Spurd víðari segði Anni á
Hædd, at hon heldur ikki
kendi
dimensiónirnar
á
slangum og oljuúttøkum
umborð á skipinum, men at
oljan í fyrsta umfari hevði
havt hægstu raðfesting, til
veðurvánirnar fingu MRCC
at broyta strategi.
Tilbúgvingarstovan
umfatar MRCC og Tórshavn
Radio, og tað er fyri hesum
stovnum, at Anni á Hædd er
leiðari.
- Og sum leiðari er tað
sjálvandi eg, sum havi fullu
ábyrgdina, sló Anni á Hædd
fast.
Hon greiddi frá, at tað
finnast altjóða reglur, sum
eru galdandi fyri allar SAR-
operatiónir, har greitt er
tilskilað, hvør ger hvat.
Vakthavandi skal sam-
skipa øll tiltøk, tá nakað
hendir. Hetta verður nevnt
SMC (SAR Mission Coor-
dinator). Síðani verður eis-
ini útnevndur ein leiðari á
staðnum, har leitingin ella
bjargingin fer fram, ein
sonevndur On Scene Com-
mander. SMC hevur helst
verið starvsmaðurin, ið var
við til sjófrágreiðingina, tó
uttan at verða avhoyrdur,
meðan tað er greitt, at skip-
arin á Tjaldrinum, Eyðbjørn
Lervig,
var
On
Scene
Commander (OSC)
Ætlaðu at pumpa
Anni á Hædd var ikki til
arbeiðis, tá hon fekk boðini
um, at russiski trolarin var
farin á Flesjarnar, men var
tó stutt eftir á MRCC-
støðini.
Samskifti var alla tíðina
millum MRCC og OSC
umvegis Tórshavn Radio.
Eisini ringdu fleiri instansir
til MRCC og bjóðaðu sær
fram at hjálpa til.
- Eg stóli fult og heilt á
metingarnar hjá OSC, og tá
tað tíðliga var greitt, at
vandi var fyri oljuleka, boð-
aðu
vit
Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni frá, sum er
umhvørvismyndugleiki,
segði Anni á Hædd.
Fyrstu ætlanirnar gingu
eisini út upp á at skipa so
fyri, at oljan fekst úr skipin-
um, og Anni segði, at hjálp
var tilkallað bæði úr Klaks-
vík og úr Suðri til tess at
kunna taka ímóti oljuni,
eins og ætlanin var at leggja
oljusperringar út.
Hesar fyrireikingar vóru
komnar undir land, men so
komu veðurtíðindi, sum
boðaðu frá fitt av vindi av
landsynningi, og tí varð
nýggj strategi løgd, segði
Anni á Hædd.
- Hægsta raðfesting gjørd-
ist nú at fáa alt óneyðugt
mannskap av Olshanu. Vit
vistu nøkurlunda, hvar sjógv-
ur kom inn og hvat olja læk
út, segði Anni á Hædd undir
sjófrágreiðingini.
So nú varð arbeitt út frá
ætlanunum um at fáa skipið
av Flesjunum, áðrenn vind-
urin kom út á fyrrapartin
dagin eftir.
Stjórin fyri Tilbúgvingar-
stovuni vísti á royndirnar
við Ólavi Gregersen, tá
hesin fór á land á Flesjunum
í 1984. Tá kom vindur av
landsynningi, meðan roynt
var at tøma skipið við tí
úrslitið, at teir máttu bjarg-
ast, sum royndu at bjarga
skipinum.
Vildi flóta
So veðurvánirnar vóru rætti-
liga avgerandi í spurningin-
um um at skifta strategi.
Ætlanir vóru nú lagdar at
sleipa Olshanu inn á Sund
og har tryggja tað, áðrenn
farið var undir at tøma olj-
una úr skipinum. Ella um
væl vildi til at sleipa Ols-
hanu, ella hon kundi sigla
sjálv, inn á Skála.
Anni á Hædd segði, at
tey fingu ávísar upplýsingar
um skipið í registaranum
hjá Lloyds, men at tekningar
av skipinum ikki vórðu til
taks fyrr enn dagin eftir.
Hon segði víðari, at hon var
vitandi um, at nógvur sjógv-
ur var í skipinum áðrenn
fyrsta
bjargingarroyndin
var gjørd, men at upplýsing-
ar bendu á, at skipið fór at
halda sær flótandi, kom tað
av Flesjunum, út frá teirri
skaðameting ið fyrilá.
Við aðru ryndina flytir
skipið seg og leggur seg
nakað á liðina, fyri síðani at
koppa á bakborð einar tólv
gradir.
- Tað er greitt, at tá skipið
tekur meiri sjógv inn, so er
tað antin tí at har er hent
nakað, ella tíð mann hevur
yvirsæð okkurt, segði Anni
á Hædd um alsamt vaksandi
vatnstandin umborð á skip-
inum.
Hon greiddi frá, at tað
alla tíðina mátti ansast eftir,
at skipið ikki fekk black-
out, og hon vet ikki, um
mann nakrantíð umhugsaði
at senda kavarar niður aftur
at kanna viðurskiftini.
Vónaðu
Tað gekk ógvuliga strilti at
fáa russiska trolaran av,
sjálvt tá Finnur Fríði setti á
við sínari togmegi. Tvær
ferðir slitnaði, áðrenn tað
eydnaðist at fáa trolaran av
Flesjunum.
- Vit høvdu gjørt okkum
okkara tankar áðrenn sein-
asta royndin at toga varð
sett í verk, og vit høvdu vón-
að, at skipið helt sær flót-
andi, greiddi Anni á Hædd
frá.
Hon segði, at orsakað av
veðurvánunum varð so valt,
at gera eina roynd aftrat, tí
tey væntaðu, at skipið helst
ikki fór at verða standandi á
Flesjunum, tá vindurin kom.
Stjórin á Tilbúgvingarstov-
uni visti einki at siga um,
hvørt
neyðugur
pumpu-
kapasitetur finst í Føroyum
til slíka uppgávu, tí eingin
tilbúgvingarskipan finst fyri
oljudálking í landinum.
Upp á fyrispurning frá
Inga Højgaard, ið umboðaði
reiðaríið og manningina,
um útgerðin var til reiðar,
svaraði Anni á Hædd, at tað
visti hon ikki, tí hon kendi
ikki spesifikatiónir og ann-
að umborð á Olshanu. Men
hetta
gjørdust
ongantíð
aktuelt, vísti hon á.
Heldur ikki visti hon av,
at Olshana sjálv kundi
pumpa oljuna úr skipinum.
Sjálvt um hon fyrr hevði
upplýst, at mann var um at
vera til reiðar at pumpa olj-
una úr skipinum áðrenn
henda ætlan varð slept,
vildi hon ikki upplýsa
nærri, nær hetta var.
Viðvíkjandi kavarunum
kundi hon tó eftir sjófrá-
greiðingina fyri Sosialinum
upplýsa, at kavararnir komu
frá einum felag, ið bjóðaði
sær at hjálpa til við bjarg-
ingararbeiðinum.
Veðrið avgerandi
Anni á Hædd, stjóri fyri Tilbúgvingarstovuni, hevur ábyrgdina av miseydnaða bjargingararbeiðinum av Olshanu. Veðurlíkindini
vóru avgerandi fyri støðutakanina at toga skipið av heldur enn at tøma tað fyri olju
Mynd: Jens Kristian Vang
Ikki tryggjaðir
Undir sjófrágreiðingini greiddi Árni Dam, umboðsmaður
frá, at russiskar manningar so gott sum ongantíð eru
tryggjaðar. Tó eru nøkur undantøk nú, har dømi eru um
manningar, sum eru tryggjaðar. Hvussu er við skipunum,
visti Árni Dam ikki at siga. Men hann greiddi frá, at lands-
stýrið í 1996 setti eina skipan í verk soleiðis, at russiskir
sjómenn kundi innleggjast á føroysku sjúkrahúsini, uttan at
rinda fyri tað. Eisini Ingi Højgaard, sakførari, sum umboðaði
reiðarí og manning, visti einki at siga um tryggingar av
skipinum, heldur ikki, um skipið var tryggjað móti olju-
dálking.
Innilæstir í minu
Seks arbeiðarar eru innilæstir í eini kolaminu í statinum
Utah í USA. Teir blivu læstir inni, tá loftið í minuni
rapaði, og bjargingararbeiðið er tarnað av, at eftirrystingar
hava ført til fleiri lop inni í minuni. Mennninir eru
fangaðir 450 metrar undir jørð, og hava verið har síðani
mánadagin. Tað er óvist, um menninir enn eru á lívi.
Umstøðurnar gera, at innilæstu minuarbeiðararnir í fyrsta
lagi verða bjargaðir leygardagin, veit ekstrabladet.dk at
siga.