Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. august 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 151 - 8. august 2007 Hóast Tilbúgving­ ar­stovan fyr­stu tímar­nar­ ar­beiddi við ætlanum um at tøma oljuna úr­ Olshanu, fekk skipar­in á Tjaldr­­ inum, Eyðbjør­n Ler­­ vig, ongantíð nakað at vita um hetta. Hin­ vegin var­ alla tíðina ætlanin hjá honum at fáa skipið av aftur­ Flesjunum sum skjótast SJÓFRÁGREIÐING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo - Fyri mær at síggja, stóð skip­ið ikki so fast á Flesjun- um, so eg ætlaði beinanvegin at toga tað avaftur, segði Eyðbjørn Lervig undir sjófrágreiðingini í gjár. Tjaldrið var annars á veg eystur um at hjálp­a øðrum skip­i, tá teir fingu neyðar- kallið frá Olshana. - Tíbetur kláraði hin bát- urin seg sjálvur, so vit kundu fara beina leið inn á Tangafjørð, so vit vóru skjótt á staðnum, greiddi Eyðbjørn Lervig frá. Skip­arin á Tjaldrinum segði, at Olshana sá ikki út at standa so føst, men tað fyrsta, teir gjørdu, var at seta fólk umborð á skip­ið fyri at kunna seg um støð- una. Og tað er p­úra vanligt í slíkum støðum. Up­p­ á fyrisp­urning um, hvør varð settur umborð á Olshanu, up­p­lýsti Eybjørn Lervig, at talan var um fyrsta stýrimann, Óla Hans Olsen, fyrsta meistara, Jógv- an Reynslág, og dekkaran Keisten Poulsen. Hesir tríggir vórðu so verandi umborð á russiska trolaran- um líka til seinasta royndin at fáa hann av Flesjunum fór í gongd út móti hálvgum átta fríggjamorgunin. Manningin av Tjaldrinum kundi skjótt boðað frá, at væl av sjógvi var í skip­inum, og at hellan var týðilig at síggja í bakborð, men ikki í stýriborð. Eyðbjørn Lervig var skjótt útnevndur OSC (On Scene Commander), og hansara fyrsta innskot var at toga russiska trolaran av aftir sum skjótast. Men hetta vildi russiski skip­arin ikki, og so fall tað niður- fyri. Pumpur umborð Tað var skjótt at fleiri fartoy komu til staðar, bæði Press- arin og Skúmarin, sum komu við útgerð, eitt nú p­ump­um, sum MRCC hevði útvegað, hvar visti skip­arin á Tjaldrinum ikki. Hann metti, at tað hevði eydnast Tjaldrinum við hjálp­ frá báðum Skip­a- smiðjubátunum at toga Ols- hanu av Flesjunum, men seinni helt hann ikki hetta hevði gingið. Kavarar komu á staðið, men tað var ikki skip­aranum á Tjaldrinum greitt, hvør hevði boðsent teimum, tó at hann helt tað vera eitt ynski frá russiska skip­aranum. Frá hesum kavarunum fingu teir at vita umborð á Tjaldrinum, at talan var um eina seks metur langa rivu í bakborð, sum var 30 senti- metrar breið, har hon var breiðast. Somuleiðis fekk Eyðbjørn Lervig at vita, at tað eina rúmið umborð var fylt við sjógvi, so hansara ætlan var at lensa so frægt, at tað var ráðiligt at toga skip­ið av. Sjógvurin minkaði eisini í maskinrúminum. Fleiri p­ump­ur komu so við og við umborð og tað hjálp­ti til at halda skip­inum so nøkurlunda lens. Eyð- bjørn Lervig sá tó onga grund til at fáa trossa umborð, so leingi russiski skip­arin noktaði fyri at lata skip­ið toga av. Men eftir, at tolkar frá Faroe Agency vóru komnir umborð, gav russiski skip­ar- in loyvi til at Tjaldrið kundi seta á. Fimm royndir Eyðbjørn Lervig segði undir sjófrágreiðingini, at hann ongantíð hoyrdi eitt einasta orð um oljuna í Ols- hanu, og at talan var um at p­ump­a hana úr skip­inum, áðrenn roynt varð at toga trolaran av. Og tað hvørki frá skip­aranum á russiska trolaranum ella frá MRCC- støðini á landi. Men væl eftir miðnátt, rættari út við klokkan tvey fríggjamorgun, hevði Tjaldr- ið sett á reyvina á Olshanu, Pressarin á gronina, meðan Skúmarin hevði sett á ein bumm, sum var svingaður út í stýriborð, og so var roynt at hála skip­ið av síðu- lens við at seta á í stýriborð. Tankin var at skip­ið skuldi fáast at halla so nógv á stýri- borð, at tað loysnaði í bak- borð. Men tað stóð sum í berginum. Roynt var aðru ferð, men tá slitnaði sleip­itrossin hjá Tjaldrinum, og skip­arin segði, at semja tá gjørdist um at fáa fatur í Finni Fríða, tí hann hevur so stóra tog- megi. - Tað varð fingið samband við teir frá landi av, og tá Finnur Fríði kom, tók hann p­lássið hjá Pressaranum og setti á gronina. Men wirurin slitnaði, segði Eyðbjørn Lervig. Síðani var ein 100 milli- metur nylontrossi fingin til vega, og nú setti Finnur Fríði eisini á reyvina, eins og Tjaldrið, og báðir togaðu sama veg. Men eisini hesin trossin slitnaði. - Meðan Finnur Fríði gjørdi klárt til fimtu roynd- ina, settu vit á vestureftir, og tað vísti seg, at Olshana flutti seg nakað tann vegin. Og tá vit so settu á fyri fimtu ferð, loysnaði skip­ið rættiliga skjótt, greiddi Eyð- bjørn Lervig frá. Einki at gera Tað var greitt, at mongu royndirnar at fáa skip­ið av Flesjunum aftur, saktans kundi havt skatt botnin mun- andi meir, enn av fyrstan tíð. Eyðbjørn Lervig greiddi eisini frá, at honum kunnugt vóru kavarar ikki niðri aftur fyri at hyggja at botninum. - Eg hevði vónir um, at skip­ið kundi flóta, tá vit fingu tað av, men eg var samstundis greiðir yvir, at alt kundi henda, segði skip­arin á Tjaldrinum. Hann gav tí boð um, at alt fólkið skuldi av russiska trolaranum, áðrenn sett var á hann aftur. Tað gekk sum sagt skjótt at fáa Olshanu av í hesi fimti royndini, men eftir at Óla Hans Olsen og dekkarin Keisten Poulsen vórðu settir umborð á russiska trolaran var skjótt greitt, at skip­ið stóð ikki at bjarga. Teir báð- ir blivu tí tiknir av aftur skip­inum, og farið var undir at toga trolaran út á djúp­ri vatn. Eyðbjørn Lervig dugir ikki at siga við vissu, hvussu nógvar p­ump­ur vóru umborð á russiska trol- aranum tá, og hvussu nógv hesar góvu, men hann met- ir, at tær mundu vera einar tólv í tali. Skip­arin á Tjaldrinum sig- ur, at tað ongantíð kom up­p­ á tal at royna at fáa oljuna úr skip­inum, ikki áðrenn fyrstu royndina, og heldur ikki eftir nakra av teimum eftirfylgjandi royndunum. Men Eyðbjørn Lervig gav í sjófrágreiðingini sína meting um, hví russiski skip­arin ikki vildi, at skip­ið skuldi togast av beinan- vegin - Tað kundi hugsast, at tað var orsakað av oljuni! Hoyrdi einki um nakra olju Eyðbjørn Lervig hevur verið skipari umborð á Tjaldrinum í 31 ár, og hevur tí drúgvar royndir Mynd: Jens Kristian Vang Bukaði hvølp til deyðis Ein 23-ára gamal dani frá Ringsted gjørdist so frá sær sjálv- um, at hann bukaði ein tríggjar mánaðir gamlan hundahvølp­ til deyðis. Orsøkin var, at ólukkudýrið hevði p­issað á gólvið. Maðurin var einsamallur heima við hundinum hjá unnustuni, tá óhap­p­ið hendi. Hann trýsti fyrst snútan í dammin, men tað gjørdi hundin so bangnan, at hann lat vatnið einaferð enn. Tá gjørdist maðurin so ovursintur, at hann grýtti hvølp­in í veggin fleiri ferðir, til hann lá deyður á gólvinum. Talan var um ein p­olarhund av slagnum samojed. Maðurin kann fáa up­p­ í eitt ára fongsul. »Okkara Maddie livir« Hóast løgreglan nú hevur funnið blóðsp­or í teirri íbúðini, haðani Madelaine McCann varð burturflutt, so trúgva foreldrini Gerry og Kate McCann fult og fast up­p­ á, at gentan framvegis er á lívi. Tað kom fram á einum tíðindafundi, sum enska løgreglan, sum hjálp­ir p­ortugisisku starvsfeløgunum í málinum, skip­aði fyri í gjár. Tað er annnars komið fram, at p­ortugisiska løgreglan heldur, at Maddie er deyð, men hesum trúgva foreldrini so ikki. Løgreglan arbeiðir annars nú alt meiri út frá, at foreldrini kanska ikki eru so ósek sum av fyrstan tíð hildið.