Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-08, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. august 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 151 - 8. august 2007 17 tíðindi Vitjan Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Tá ið vit fyrr í ár vitjaðu føroyska sjómansheimið í Reykjavík Ørkina, greiddi formaðurin í Føroyingafel­ agnum Marianna Dam Vang eitt sindur frá um fel­ agið og annars um føroyskt felagsvirksemi í Íslandi. Marianna er ættað úr Leirvík og hevur meira og minni búð í Íslandi síðan 1991. Marianna hevur arbeitt á Ørkini, men nú arbeiðir hon á einum post­ húsi, men hevur framvegis Ørkina sum eitt annað heim. Hon gjørdist formað­ ur í fjør, tá ið hon avloysti Elin Svarrer Wang. Felagið varð stovnað 15.5. 1943, og tað hevur verið virkið alla tíðina burt­ ursæð frá nøkrum fáum árum eftir kríggið. Hildið verður, at hetta er elsta fram­ vegis virkandi føroyinga­ felag. Felagið hevur sum enda­ mál at savna føroyingar í Íslandi, og hetta verður gjørt við fundum og sam­ komum upp til fýra ferðir árliga. Eitt av tiltøkunum er at taka upp jólaheilsur, sum verða sendar í útvarpinum heima. Limatalið er 275, men miðalaldurin er høgur, 55­ 60 ár. Tað eru ikki bert før­ oyingar sum eru limir. Limir eru eisini íslendingar, sum føla seg at hava eitt ser­ ligt tilknýti til Føroyar, men saknur er í teimum ungu føroyingunum. Eitt virksemi hjá felagn­ um er at skipa fyri skúla í føroyskum máli fyri børn­ um hjá føroyingum, og hetta verður stuðlað úr Før­ oyum. Talið av barnafamilj­ um er tó minkandi, og næmingatalið er lækkað úr 17 í 8 eftir nøkrum árum. Tað er eitt sindur ógreitt, hvussu nógvir føroyingar, ið eru í Íslandi. Hildið verð­ ur, at teir eru einir 500 rein­ ir føroyingar. Men tað eru kanska einir 10 ferðir so nógvir sum kenna seg sum føroyingar, tí teir hava før­ oyskar forfedrar ella hava okkurt serligt tilknýti til Føroyar. Undir øllum umstøðum njóta føroyingar eina serliga vælvild í Íslandi. Teir verða mestum mettur sum ”lítlu­ beiggjar” og eitt slag av landsmonnum. Tí vóru eisini givin tey ráð til føroyingar sum koma til Íslands, at duga teir ikki íslendskt, skullu teir heldur tosa føroyskt enn enskt, sum teir kanska vildi skilt betri. Tann, sum tosar enskt, verður beinanvegin viðfarin sum ein útlendingur, men tað verður tann, sum tosar føroyskt, ikki. Royndirnar vísa eisini, at føroyingar og íslendingar kunnu væl sam­ skifta á sínum málum, um teir tala sakta. Tað verður skipað fyri ymiskum tiltøkum, sum seta Føroyar á breddan. Eitt slíkt tiltak er kappróður sjómanna­ dagin, sum er fyrsta viku­ skifti í juni. Hetta hevur rætti­ liga skapt áhuga fyri kapp­ róðri í Íslandi, og teir keypa nú eisini frá hond kappróðrar­ bátar úr Føroyum. Her kann eisini verða nevnt, at ein tann størsta stevnan í Íslandi eru før­ oysku dagarnir í Ólavsvík. Hetta byrjaðu sum eitt før­ oyskt tiltak, men er nú meira og meira yvirtikið av íslendingum, hóast tað fram­ vegis verður fyriskipað av føroyingum. Tað eru eisini nógv tiltøk fyriskipað í samband við at føroyingar koma til Íslands. Men nógv av hesum tiltøk­ um frætta tey í føroyingafel­ agnum einki um, fyrr enn tað er ov seint. Tí vil felagið fegin frætta um eini og hvørji tiltøk, tí føroyingar í Íslandi vilja fegin vera við í tiltøkum, har landsmenn úr Føroyum er uppi í. Um ikki annað so kann boðast frá til Ørkina. Føroyingafelagið í Reykjavík Fremsta ímyndin av Føroyum í Íslandi er føroyska sjómansheimið Ørkin í Reykjavík. Her verður skipað fyri samkomum fyri føroyingum, sum verða væl vitjaðar. Aftanfyr stenduri Marianna Dam Vang, sum er forkvinna í føroyingafelagnum í Reykjavík. Fremst er Gertrud Johannesen, ættað úr Havn. Tær hava báðar starvast á Ørkini, sum kann sigast at vera savningardepil fyri føroyingar í Íslandi. Nýggja undirlagið á ovara vølli í Gundadali bleiv fyrstu ferð tikið í nýtslu í gjár, tá HB tók ímóti AB FÓtBÓLtUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Ovari vøllur í Gundadali bleiv fyrstu ferð nýttur í gjár, eftir at vøllurin hevur fingið nýtt undirlag. Tað vóru HB og AB, sum skuldu leika, og tá liðini vóru kom­ in á vøllin, fór býráðsfor­ maðurin í Tórshavnar Býráð, Heðin Mortensen, út á vøllin og handaði báð­ um liðformonnunum eitt blómutyssi. Formenninir í fótbóltsfel­ øgunum í teimum fýra fót­ bóltsfeløgunum í Tórshavn­ ar kommunu, HB, B36, AB og Fram, fingu eisini hand­ að eina gávu frá býráðsfor­ manninum undan dystar­ byrjan. Annars kann leggjast aft­ urat, at HB vann fyrsta dystin á nýggja undirlagnum heili 4­0. Nýggja undirlagið tikið í nýtslu Heðin Mortensen, býráðsformaður í Tórshavnar kommunu, handar her liðformanninum hjá HB, Róki av Fløtum Jespersen, eitt blómutyssi í fyrsta dystinum á nýggja undirlagnum í Gundadali Mynd: Álvur Haraldsen