mikudagur 8. august 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 151 - 8. august 2007
tíðindi
Stutt Sagt
Svikaligt
í Irak
Irakski orkumálaráðharrin
sigur, at tann almenna
elveitingarskipanin er í so
vánaligum standi, at hon
kann steðga hvørja løtu.
Lítið mætari er við vatn
veitingarskipanini í høv
uðsstaðnum Bagdad, og
teir seinastu dagarnar hava
fólk als ikki fingið nakað
vatn partar av samdøgrin
um. Sambært ráðharranum
standast trupulleikarnir av
vantandi viðlíkahaldi, veks
andi tørvi og herverki.
Bretski hjálparfelagsskap
urin Oxfam segði í síðstu
viku, at næstan ein trið
ingur av irakska fólkinum
tørvar neyðhjálp.
Verja
hvalin
Amerikonsk herskip, sum
eru við í venjingum úti fyri
kalifornisku
strondini,
sleppa ikki at brúka sonar
útgerð undir venjingunum.
Ta avgerðina hevur dóms
valdið tikið eftir áheitanj
frá einum djóraverndarfel
agsskapi. Í úrskurðinum
stendur, at tað má sigast at
vera prógvað, at sonar
útgerð órógvar hval, so
hann fer av kós og kann
enda uppi á turrum. Úr
skurðurin hjá dómsvaldin
um er galdandi til árslok
2009.
Funnir
aftur
Í februar stjól onkur
tríggjar málningar hjá tí
kenda
listamanninum
Pablo Picasso. Tað var eitt
abbabarn hjá listamannin
um, sum fekk óbodnar
gestir, og sum fóru avstað
við teimum trimum máln
ingunum. Men nú hevur
franska løgreglan funnið
teir aftur. Tað frøir uttan
iva abbabarnið, tí ein av
málningunum, „Maya við
dukku“, er júst av henni.
Men tað er ikki alt, tí teir
tríggir málningarnir eru
umleið 350 mió. krónur
verdir, skrivar AFP.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
-Vit hava einki við burturflytingina at gera, men
fólk skulu altíð finna okkurt atfinningarsamt (Gerry
McCann).
útlond
Fyri fyrstu ferð í sjey
ár hittast leiðararnir
í Norðurkorea og
Suðurkorea seinni í
hesum mánaðinum
Tann 28. august fær norður
koreanski høvuðsstaðurin
Pyongyang ein ógvuliga
sjáldsaman gest, tá suður
koreanski
forsetin,
Roh
Moohyun kemur hagar at
tosa við norðurkoreanska
starvsbróðurin, Kim Jong
il. Eitt er, at Roh ongantíð
hevur verið har fyrr, men
hetta er samstundis fyrstu
ferð í sjey ár og aðru ferð
yvirhøvur, at ein suðurkore
anskur
forseti
vitjar
grannalandið fyri norðan.
Tað var tann almenna
norðurkoreanska
tíðinda
stovan KCNA, sum bar tíð
indini um tann avtalaða
fundin, og í Suðurkorea
vísti sjónvarpið myndir av
teimum báðum forsetun
um.
Upprunaliga var ætlanin,
at Kim Jongil skuldi koma
til Suðurkorea at vitja. Tá
hann fyri sjey árum síðani
hitti táverandi suðurkore
anska forsetan, Kim Dae
jung, í Norðurkorea, lovaði
Kim jongil, at næstu ferð
skuldi hann fara til Suður
korea. Men embætismenn
siga, at av trygdarávum
verður eisini hesin fundurin
í Pyongyang. Eitt annað er,
at norðurkoreanski forsetin
er sera sjáldan uttanlands,
og fer hann av landinum,
ferðast hann bara við toki.
Formliga eru tey bæði
koreonsku londini fram
vegis í kríggi við hvørt ann
að, men ein talsmaður hjá
suðurkoreonsku
stjórnini
sigur, at endamálið við fund
inum í Pyongyang er at
lyfta viðurskiftini millum
tey bæði londini upp á eitt
hægri stig.
Eygleiðarar í Suðurkorea
halda, at tað er Roh Moo
hyun, sum hevur fingið
fundin í lag fyri at bøta um
sítt umdømi, áðrenn hann
fer frá. Hansara forsetaskeið
fer at styttast nú, og hann er
ikki serliga væl umtóktur
millum
suðurkoreanar,
sigur CNN.
Hava avtalað søguligan fund
Suðurkoreanska sjónvarpið vísti myndir av teimum báðum
forsetunum
Foreldrini hjá Made
leine McCann eru í
øðini, eftir at bløð í
Portugal hevur borið
tíðindi um, at 4 ára
gamla Madeleine
bleiv ikki burturflutt,
men myrd á hotallin
um í Paria de Luz
Kate og eg eru sannførd
um, at Madeleine bleiv burt
urflutt úr íbúðini, og at hon
er á lívi, segði Gerry
McCann vi sjónvarpið Sky
í gjárkvøldið.
Hvat hendi henni, vita
vit ikki, og vit vita heldur
ikki, hvar hon er. Men vit
hava ikki dripið hana, segði
hann við sjónvarpið.
Fleiri portugisisk bløð siga
frá keldum innan løgregluna,
at tað tykist rættiliga vist, at
eitt ella annað hendi Made
leine McCann inni í íbúðini,
har hon lá og svav um kvøld
ið tann 3. mai. Blóðblettirnir,
sum løgreglan hevur funnið í
kamarinum, verða nú DNA
kannaðir fyri at fáa staðfest,
um teir stava frá bretsku gent
uni.
Sambært
portugisisku
bløðunum hevur løgreglan
illgruna tilGerry og Kate
McCann, og løgreglan hev
ur eisini avhoyrt nøkur vin
fólk teirra.
-Vit hava ikki dripið Madeleine
Gerry og Kate McCann avsanna, at tey hava beint fyri Madeleine