mikudagur 8. august 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Flyta til Norðskála
Vit búðu fyrst á Eiði. Pápi og
mamma fluttu so suður til Norð
skála. Tí er tað ikki heilt rætt,
tá ið vit verða søgd at vera av
Oyrarbakka. Okkara hús vóru tey
sunnastu á Norðskála beint við
markið til Oyrarbakka.
Eg havi ofta hugsað um, hví tey
setti seg niður beint norðanfyri
Streymin. Poul pápabeiggi flutti
eisini, men hann flutti suður um
Streym og búsettist á Oyrarbakka.
Har hvørki fjarðar ella fløðir,
meðan tað er beint mótsett
norðanfyri.
Kanska er orsøkin tann, at pápa
ikki dámdi at sigla um Streymin,
har brúgvin nú er. Har kann tað
reka sera hart. Tá ið tað rekur
kann verða ringt at sigla norður
eftir, har tær týdningarmestu
útróðrarleiðirnar vóru. Ein munur
millum Eiði og Sundalagið er, at
tað er brimpláss á Eiði, meðan
tað er púra slætt sunnanfyri. Tey
roknaðu eisini við at fáa tað betri
har suðuri, og tað fingu tey tað
eisini.
Um Norðskála
Her skal verða greitt eitt sindur
frá Norðskála, soleiðis sum
Freydis Poulsen hevur skrivað í
Varðanum:
Bygdin er óivað gomul, men
hon er einans fýra merkur, harav
ein hálv kongsmørk. Tað hevur
tí ikki verið grundarlag hjá fleiri
familjum at lívbjarga sær av tí,
sum jørðin gav. Harafturímóti
hevur tað verið liviligari í gran
nabygdini Oyri. Har var ein
tólvmarkagarður, sum tó fór
sundur í 1720. Sama ætt kom at
sita við jørðini, men tað skuldi
nógv fólk til at arbeiða á hesum
stóra garði, og tí eru so nógv fólk
at finna bæði innskrivað, gift og
børnini doypt, meðan tey búgva á
Oyri. Fleiri av hesum fólkum finna
vit aftur við Norðskála.
Men eitt so fáment samfelag
er ógvuliga sárbært, um okkurt
kemur fyri. Í 1745 eru fleiri
fólk deyð eftir stutta tíð, so
onkur sjúka man hava gingið,
og millum 1810 og 1814 er
okkurt hent, har fleiri menn í
bestu árum við smáum børnum
eru farnir. Teir eru ikki at finna
deyðir í kirkjubókunum, einki
sæst um nakra vanlukku hjá
myndugleikunum, og munnligar
keldur vita merkiliga lítið ítøkiligt
– mestsum einki. Tá ið Kristina
gekk burtur í 1920 við fleiri monn
um frá Norðskála, skuldi onkur
siga, at tá vóru 100 ár, síðan eina
aðra vanlukku, sum kravdi fleiri
mannalív.
Í 1901 var fólkatalið í Norð
skála komið upp á 10 hús við 50
fólkum, og tey næstu 20 árini
øktist fólkatalið til 100 fólk í 20
húsum. Tá kom ein steðgur í
húsatalið, men barnatalið vaks
rættiliga nógv. Viðmerkjast skal
tó, at umframt sethúsini fekk
bygdin hesi árini bæði skúla og
handil, og í 1932 kirkju.
Skúlin
Skúlin var beint við kajuna í
Norðskála. Skúlarnir vóru annars
so gamlir. Skúli var eisini á Oyri.
Pápi og Óli í Búrstovu vildu
hava bygt skúla, so skúlagongd
kundi vera hvønn dag. Men tað
vildu teir ikki. Tað vóru serliga
Oyramenn, sum vóru ímóti at
byggja ein skúla á Oyrabakka.
Vit gingu bert í skúla aðra hvørja
viku. Tað var ein ferðalærari, sum
kallaðist Maria. Vit vóru kanska
eitt sindir forherðaðir. Eina ferð
varð eg spurdur, hvussu nógv føll
ið vóru. So fór eg at rokna upp:
eystfall, vestfall, reyvafall og so
framvegis. Tá var Maria óð. Eina
ferð eftir, at eg var blivin vaksin,
sigi eg við Mariu: ”Vit vóru vist
eitt sindur keðiligir, ha”. ”Nei”,
svaraði hon aftur, ”tit vóru so
fittir”.
Eg dugi ikki við øllum hesa
skúlaskapinum í dag. Vit fóru
uppá skiparaskúla. Sjálvsagt
høvdu vit nógvar feilir. Nógvir av
hinum næmingunum høvdu gingið
í realskúla og dugdu so nógv
betur. Teir høvdu hug til at grína
eftir okkum. Men tá sigur Debes
Christiansen, royndur skipari, sum
var lærari, at ”tit skulu ikki grína
at teimum. Tit skulu minnast
til, at hesir menninir koma av
Suðurlandinum, meðan tit hava
gingið í skúla”.
Fleiri møguleikar í
Sundalagnum
Her í Sundalagnum vóru eisini
fleiri møguleikar enn á Eiði, tí her
kundi umframt vanligan útróður
eisini fiskast sild. Pápi var eisini
væl útgjørdur til sildaveiðu.
Hann átti motorbát, maskinbát,
fýramannafar og ein ritubát, sum
teir kalla. Umframt hetta átti
hann eisini gørn av øllum slag.
Tað vóru trýkvarta(tumma)gørn,
tummagørn og fimmkvarta
(tumma)gørn. Nýtslan av
gørnunum valdaðist árstíðini.
Trýkvartagørn vórðu nýtt um
veturin, tá ið sildin var smæst.
Fimmkvartagørn vórðu nýtt um
várið, tá ið sildin var størst,
og tummagørnini nýttu vit um
summarið. Pápi átti í minsta lagi
eini 12 gørn av hvørjum slag.
Hetta gav møguleika fyri at fáa
mest møguligt burtur úr.
Gjørdu kvetti við nót
Pápi átti eisini seiðanót saman
við grannahúsinum, men hon var
eisini nýtt til at fiska sild við. Við
Tórhallur á Oyrabakka:
Sildarok í Sundalagnum
Vit halda áfram við
frásøgnini hjá Tór
halli. Tey flyta av Eiði
til Norðskála. Í
Sundalagnum vóru
góður vinnumøgu
leikar. Har var nógv
sild, og genturnar
sluppu heldur ikki
undan at fara í bátin
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Skúlin, garðsendin og dansistovan
(Myndirnar av Norðskála eru læntar frá Sunda bókasavni)
Barndómsheimið hjá Tórhalli við Norðskála. Tey vóru 16 fólk í húskinum. Tey hava kanska ikki øll altíð verið
heima í senn. Men kortini….
Norðskála skúli