Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-08, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. august 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 20 ➙ nr. 151 • 8. august 2007 nót ber sum kunnugt til at fiska stórar nøgdir, um tær fáast fyri nótina. Eg minnist eina ferð, eg var smádrongur, tað hevur verið umleið 1936. Eg var sloppin við báti saman við teimum eldru beiggjunum. Tá kemur ein torva av sild norður um Streymin. Vit fóru beinanvegin eftir nótini og settu rundan um hana. Vit fingu uppí átta bátar av sild, og hvør bátur varð roknaður til eitt tons. Tað var ein øgilig rúgva, sum tað kundi verðið trupult at sleppa av við. Síðan varð ringt til Sámal Petur í Fuglafirði, sum jú var tann stóri reiðarin har á leiðini. Tað var altíð fyrsti maður, mann ringdi til, tá ið so nógv var fyri. So sigur Sámal Petur: ”Tað er óført, tað var deiligt. Tí her liggja átta línubátar, eingilskir, sum vilja hava agn. So sendi eg teir avstað beinanvegin, so koma teir inn norðanfyri. Teir verða har um tveir tríggjar tímar”. Teir koma, og kann tú gita, hvat teir fingu fyri sildina? 3.000 krónur. Tað var øgiligur pengi tá í tíðini. Poul á Oyri keypti sild Sildin varð eisini keypt til salt­ ingar. Poul á Oyri var óførur. Hann tók altíð sild til at salta. Eg spurdi einaferð Poul, hvør forrætning var í hesum at salta sild. Tað var sum við so nógvum. Viðhvørt gav tað undirskot og viðhvørt eitt lítið yvirskot, men saman umtikið stóð tað upp og niður. Tað var grúiliga gott fyri okkum við sildini. Eg kann ikki lata vera við at nevna tey bæði Hansinu og Poul, sum vóru foreldur hjá Edmundi. Eitt var at seta og draga gørnini. Tað stóra arbeiði var ofta at fáa sildina burtur úr gørnunum. Hetta gjørdu vit ofta á brúnni á Oyri, sum Poul átti sjálvur. Tað kundi ofta vera kalt og kavarok. So rópti Hansina gjøgnum vindeygað: ”Komið og fáið tykkum ein góðan drekkamunn”. Hetta kom sera væl við. Tey vóru sera fitt fólk. Tað vóru konufólk og børn sum arbeiddu sildina, og at fáa hana í tunnur, hetta gav óføra nógv arbeiði og eisini heilt fitt av inntøku. Poul hevði handil, hann var heilt fram í nýggjari tíð kendur fyri at hava nógv at selja, alt frá mat til sement. Har keypti vit sum rímiligt er eisini nógv av tí, sum vit høvdu brúk fyri. Men sum við nógvum slíkum handlum, so mátti handilin hjá Poul snara lykilin um fyri nøkrum árum síðani. Vit ótu eisini nógva sild, tað vóru nógvir mátar at hagreiða sildina. Sildin kundi kókast ella steikjast. Eins og hon kundu saltast til speygsild. Pápi hevði eisini eitt lítið roykjarí, so hann roykti sild til heimabrúk. Men tá sum nú høvdu børnini trupulleikar av, at tað vóru so nógv bein í sildini! Sild kundi altíð fáast, men tann besta sildin mundu vera síðst í juli og í august, tá ið ið hon var feitast. Sild smakkaði eisini so sera væl, og vit ótu nógva sild. Tað bleiv einki keypt av sovorðnum. Man keypti heldur ikki kjøt til døgurða hvønn sunnudag. Tað vóru sum so ikki teir stóru pengarnir. Vit høvdu tvær kýr og stórt gerði. Hetta gav okkum eisini nógv til matna. Gentur máttu eisini fara við báti Vit hava eisini tosað við Simonu, sum er systur Rigmor, konu Tórhall. Hon er dóttir Albert og Elin Katrinu Dam. Tey vóru níggju systkin, og av teimum vóru sjey systrar. Beiggjarnir fóru til skips, tá máttu genturnar vera álitið at gera mannfólkaarbeiði heima. Hetta var ikki minst galdandi, tí pápin hevði ilt í rygginum og kundi ikki taka ov tung tøk. So Mona máttu ofta fara við pápanum at taka sildagørnini upp. Hetta dámdi henni eisini væl. Henni dámdi eins væl mannafólka­ sum konufólka­ arbeiði. Hon greiður frá eina nátt, hon var 14 ára gomul, tá ið hon og pápin fóru at draga gørnini. Tað sá tó einki serligt út, og alt bendi á, at gørnini vóru svørt. Mona tekur so ein seiðakikara, setur hann í sjógvin og sær eina torvu av sild. Tað var merkiligt siga tey: ”So nógv sild og einki kemur í gørnini”. Men knappliga eru gørnini smekkfull. Tá hevur ein torva av sild svomið seg beint í gørnini. Tey bæði so at draga. Tað var bert ein løta, so var báturin hjá teimum fullur av sild og gørnum, og tey fingu ikki tikið meira inn. Tey fáa rópt ein bát, sum var nærindis, at koma at hjálpa teimum at bjarga restini av reiðskapinum og veiðuni. Hetta var Hjalmar, sum seinni gjørdist svágur Monu. Jú, hetta var gam­ an í. Men nú má pápin yvir í hin bátin, og teir so at draga uppí hann. Mona eru so einsamøll eftir. Pápin biður so hana fara at rógva bátin til lands. Hon visti ikki, um hon tordi, so fullur sum báturin var. ”Jú, bið Jesus vera hjá tær”, og so rør hon so spakuliga móti brúnni hjá Aksel Petersen, handilsmanninum við Norðskála. Hetta gekk væl, men sum rímiligt er vóru menn púra paff, tá ið hon sum einsamøll genta í bátinum kemur inn móti brúnni við fullum báti. Mamman kom so oman á brúnna við kaffi og køkum. Veiðan var 500 pund, og tað var bara óført. Menninir hildu Monu vera eitt eydnubarn, og nógv bjóðaðu henni at koma við at draga gørn við teimum! Mona sigur, at tey plagdu at skola gørnini í vatni, hetta segðist at vera betri enn at skola tey í berum sjógvi. Hetta gjørdi tað eisini nógv lættari at bøta gørnini. Annars plagdu tey eisini at eta nógvan krækling, sum tað var nógv til av í Sundalagnum. Tilgerðin var tann, at fyrst varð kræklingurin steiktur, og síðan var hann brúnkaður á pannu. Hetta smakkaði so sera væl. Eina ferð vóru Mona og mað­ urin hennara, Petur Midjord, sum tá var bygdaráðsformaður á Argjum, boðin til ein morgunmat hjá gomlu drotningini einaferð, hon vitjaði í Føroyum. Tá fingu tey krækling. Hetta skuldi vist vera so sera fínt, men hetta var ikki øðrvísi enn gerandismatur heima hjá teimum í Sundalagnum. Mona sigur, at tey høvdu altíð nóg mikið at gera. Ein av uppgávunum hjá børnunum var at skera tara í fjøruni. Hann varð brúktur til at taða við. Hetta riggaði so væl, at tey kundu sláa og hoyggja tvær ferðir hvør summar. Tari var eisini gott fyri eplini. Tey veltu eisini ein hóp av eplum, og tey vórðu seld til Jens Reinert í Havn. Hans í Svínáum Eg minnist eisini væl Hans á Svínáum, sum eisini var so óførur at veiða og virka sild. Eg spurdi eina ferð Hans, tá ið hann bøtti gørn: ”Hvat fært tú um tíman”. Hann svaraði, at tað er merkiligt, at eg spurdi. Hann hevði roknað út dagin frammanundan, at hann fekk 56 oyru fyri tíman. Hann var so óførur at fylgja við og at rokna út. Eg spurdi hann eisini, hvat tann dýrasta sild var, sum hann hevði fingið. Jú, tað var 1,15 fyri stykkið. Tað er lætt at rokna út, at hetta svaraði til tvær tímalønir tá. Men tá bar hann sildina allan vegin til Vestmanna! Sildina hevur hann borið í leypi, og ferðin man hava tikið 2­3 tímar hvønn vegin. Tað er so ótrúligt, hvat teir gomlu kundu baksast. Eitt dømi er Hans Jacob á Borg. sum búði í Svináum. Hann bar allan stórviðin til húsini úr Vestmanna til Hvalvíkar. Hann var vist eini øgiliga sterkur maður. Eg kendi hann sum ein gamlan mann. Hann var óførur sum hann sá gott út. Á næstu tveimum síðum fara vit at hava frásøgn um virksemi hjá Hans. Teir rista burtur úr sildagørnunum Handilin hjá Aksel Mona róði einsamøll bátin fullan av sild til lands Sildaarbeiði