Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-08, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. august 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 22 nr. 151 • 8. august 2007 húsmannasmátta, ið eins og hinar var laðað, grót og flag og trødd innan. Her eru so øll tey sjey húsini havd á máli, men leggjast kann við at hvanngarður var til hvørt hús. Lat okkum fara omanaftur á Bakkan, kanska heilt oman í fjøruna. Hon hevði nakað av hellu norður eftir og væl av góðum sandi fyri sunnan. Og har stóðu neystini og bátarnir. Síðan greiðir Mourentius nærri frá teimum ymisku húsunum og skal verða tikið tað fram, sum hann skrivar um húsini hjá Hans Poulsen, norðuri í Stovu. Hans var tá í bestu ungdóms­ árum. Hesin Hans var og er væl kendur sum Hans Poulsen í Svínáum, og serliga er hann kendur í samband við sildaveiðu og at fáast við sildagørn. Hann var fyri tí lagnu at verða tíðliga einkjumaður, men tá ið ár vóru liðin, giftist hann upp aftur. Fyrra kona hansara var úr Gásadali, hon æt Jovina. Hon kom úr Funningi til Svínáir at vera arbeiðsgenta á Heygnum. Hon var miðalhædd og ferm og var altíð blíð og brosandi, hvørt ein møtti henni í túninum ella ein sá hana í Roykstovuni á Heygnum. Hon var væl dámd sum vituligt er. Við Jovinu fekk Hans fýra synir: Martin, ið var lærari í Klaksvík (pápi Freydis), Kristian, ið var húsmaður við Norðskála, meðan Bernhard og Sigurd fóru í uttanlanda sigling. Hans giftist upp aftur. Seinna kona hansara æt Lena og var úr Kvívík. Við henni fekk hann sonin Jákup, ið tók yvir virksemið hjá pápanum. Jákup giftist inn og kona hansara var Esther, dóttir Gullak Matras í Fugloy. Á ellisárum gekk Hans kortini oman á bakkan at fáast við sildagørn. Her skal verða skoytt uppí, at Jógvan Poulsen, gamli sambands­ høvdingurin í Eysturoy var mammubeiggi Hans. Henda myndin er frá søluferðini til Danmarkar hjá Hans í Svínáum miðskeiðis í 30-unum. Hans er maðurin nr 2 frá høgru. Vit kenna ikki hinar men ein, kanska hann uttast tv, er Svend Jørgensen. Tað sera áhugaverda við myndini er, at longu tá er gjørt eitt søluátak fyri so væl føroyska sild sum fyri klippfisk, har sjálvt Thorvald Stauning er við Í dag er Hans Poulsen í Svínáum 90 ár. Tíðir fara og tíðir koma og mangt broytist á mansins ævi. Í dag munnu uttanfyri heimbygdina helst vera tey fægstu, sum minn­ ast til Hanussar frá teimum døgunum, tá ið hann var upp á sítt besta og royndist ein sannur slóðbrótari innan eina av okkara ymisku vinnugreinum: sildini. Tað var fyrst í 1930­unum, tá ið alt tyktist at ganga so trekt við sølu av fiski av øllum slag, hóast prísurin, tá ið hann gavst, var lítil og eingin, at Hans fór undir at kanna, hvussu ið tað bar til, at so vánaligur útflutningsmarknaður gavst fyri sildina, sum varð veidd í Sundalagnum og aðrastaðni í Føroyum. Sjálvur íðin sildaveiðimaður (fjarðasild), kom hann sær í sam­ band við danskan fiskahandlara, Svend Jørgensen, sum gjørdi hann kunnugan við, at um bara føroyskir sildaveiðimenn løgdu seg eftir at viðgera veiðina á eitt sindur annan hátt enn annars hevði verið vanligt, kom ikki at standa á at fáa viðgjørda fjarðasild selda til ein prís, sum eftir umstøðunum mátti metast at vera bæði hampuligur og lønandi. Føroyingurin er nú einaferð seinur at taka við ráðum, ikki minst, tá ið tað er frá sínum egnu, so tað var stríggið hjá Hansi at fáa landsmenn sínar at broyta viðgerðina av fjarðasildini eftir ráðunum, ið honum vóru givin. Hann ferðaðist um oyggjarnar allar fyri at leiðbeina starvsfelagar sínar í tí viðgerð, sum skuldi til fyri at útvega fyrstafloks sildavøru til Danmarkar, stórt var persónliga stríð hansara og ikki kostaði tað honum lítið í bæði tíð og beinleiðis persónligum útreiðslum, tí almennur stuðul hekk ikki tá á trøunum, men so við og við eydnaðist honum at fáa sjøtul settan á, og sildaútflutningurin kom at gerast týðandi táttur í tjóðarinntøku landsins. Tíðir hava verið skiftandi síðani tá á so mangan hátt. Nú tykist, sum um fjarðasildin er um at hvørva, eins og havsildin millum Ísland og Føroyar undan. Um somu tíð er Hans vorðin ein góðan mun eldri og hevur lagt frá sær. Men gloymd skal fyri tað ikki vera tann tíðin, tá ið Hans breyt slóð fyri kappingarførari viðgerð av sildini, so hon kom at eiga týðandi lut í føroyskum fiskaútflutningi, tá ið alt annað tyktist at miseydnast, og fekk hann kanska ongatíð ta tøkk frá tí almenna her á landi, sum hann átti uppiborið fyri henda gerning sín, so eru tó enn onkur millum landsmenn hansara, sum minnast hann fyri tað, ið hann var, tá ið ástóð, og bera honum tøkk á 90 ára degi hansara. ­n. Dimmalætting, 16. sept. 1975 Skrivað av í mai 1998 Freydis Poulsen Hans í Svínáum 90 Her er Hans meira enn 90 ára gamal. Hann gjørdist 94 ár Tey gera gørn inn. Christian og Petra Teir taka burtur úr sildagørnunum: Carl, Hanus í Svínáum, Johann og Marjun Næstu ferð: Næstu ferð greiðir Tórhallut frá um pápa sín, Andrias, og eisini um, tá ið hann reinsaði motorar við landi undir 1. heimsbardaga. Eisini verður greitt frá um Demmus á Jagri, havnarmaðurin sum gjørdist klippfiskaframleiðari á Oyri