mikudagur 8. august 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 151 - 8. august 2007
23
tíðindi
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
– Tað var ein sonn fragd at spæla á hesum nýggja vøllinum. Og
sjálvandi eisini ein sonn fragd at byrja so væl sum við einum hattricki
Andrew av Fløtum, HB
Í einum sera væl
leiktum fyrra
hálvleiki, har AB
ikki fekk eitt bein til
jørðina, brilleraði
afturvendi Andrew
av Fløtum við einum
ektaðum hat-tricki.
Og var hann eitt
sindur hepnari, kundi
hann havt skorað
fimm
FÓTBÓLTUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað var týðiligt frá fyrsta
bríksli, at HB – og serliga
afturvendi Andrew av Fløtum
– ætlaðu sær mál og stig í
Gundadali í gjárkvøldið.
Longu tá fimm minuttir
vóru farnir, hevði Andrew
verið upp á spæl tvær ferðir,
fyrst við góðari roynd í
triða minutti og tveir minutt
ir seinni, tá eitt innlegg tætt
við baklinjuna rakti ein
ABverjuleikara í ryggin og
brast í stongina og út.
Hetta vóru greiðar ábend
ingar, og ikki skuldi fyrsta
málið lata bíða eftir sær.
Rókur sleppur leysur í
høgru síðu og Magnus í
ABmálinum er í villareiði,
fer út ímóti og ger so tað
einasta, hann ikki skal gera,
nevniliga einki. Tá er lag á
manni at trilla bóltin til ein
púra frían Andrew mitt fyri,
sum neyvan hevur skotið
lættari mál í lívinum.
Minuttin seinni er Andr
ew aftur leysur, men hesa
ferð er Magnus í ABmálin
um tvífalt vakin og fær sera
hegnisliga vart fyri.
Gleðin gjørdist tó stokk
utt, tí tá snøgt korter var
farið fingu áskoðararnir eitt
mál av teimum ráru. Rógvi
fær bóltin á brotssparksteig
inum og sera elegant letur
hann við hælinum bóltin
fara víðari til Andrew, sum
púra leysur ísakalt fintar
Magnus niður at sita, áðr
enn hann kann trilla sítt
næsta mál inn um strikuna.
Tær nýtist ikki neyðturviliga
at vera íðin HBfan, fyri at
njóta slíkar finessur, skuldi
eg heilsa og siga.
Meðan HBliðið var ógvu
liga uppsett og leikararnir
spruttaðu av spæligleði, so
sá ABliðið út, sum vóru
teir framvegis í summarfrí.
Verjan var í stórum pørtum
av fyrra hálvleiki sum
bambi á ísinum, og serliga í
vinstru síðu høvdu HBleik
ararnir kúfóður at renna á.
Blussaði upp men...
Fyrstu góðu løtuna spældi
HB mest langar bóltar inn
um ABverjuna, og tað
skapti stórar trupulleikar, tí
verjan lá so flatt. Hetta
førdi til fleiri vandamiklar
støður, sum tað kortini ikki
spurdist nakað burtur úr.
Men sum hálvleikurin
gekk, varieraði HB spælið
alt meiri, og leikti skiftivís
smáspæl, stikningar og lang
ar bóltar.
ABverjan var langt frá
skipað, og hartil gjørdu per
sónlig mistøk, at bólturin
alt ov ofta ikki fór ta leið, ið
leikararnir ætlaðu. Og tað
førdi aðrar vandamiklar
støður við sær.
Tað skuldi ganga tjúgu
minuttir, áðrenn AB kom
sær fram í HBbrotsteigin,
men fylgjandi hornasparkið
førdi einki við sær. Kortini
var hetta byrjanin til tað ein
asta, ið kundi minna um
ABtrýst í fyrra hálvleiki,
men
argjamenn
vórðu
ongantíð so næskir, at teir
veruliga órógvaðu Trónd
Vatnhamar í HBmálinum.
Hendan lítla ABupp
blussan endaði tó, tá HB
trýsti bóltin fram móti AB
málinum, har hann kanska
heldur tilvildarliga varð
spældur inn til Andrew av
Fløtum.
Máltevið
sveik
heldur ikki her, og sera
hegnisliga snaraði hann sær
runt og setti bótin í málið
stutt innanvert brotsteigin.
Eitt ekta hattrick.
HB helt fram at leika nak
að nær dreymafótbólti – í
hvussu er í føroyskum máti
stokki – meðan AB als ikki
fekk spælið at hanga saman
á nakran hátt. Óneyvleiki
førdi til, at ABleikararnir
sjáldan megnaðu at halda
bóltin á egnum fótum meiri
enn tvær avleveringar, og so
kann sjálvandi kjakast um,
antin bakgrundin fyri góða
HBspælinum ikki var í so
tunn.
Nøgdir
AB kundi so fara til hálv
leiks við eini 03 støðu, at
manna um. Men teir kundu
rokna seg hepnar, at teir
ikki vóru aftanfyri enn
meira. Eftir eitt horna brast
headarin frá Andrew á trí
kants samankomingina, og
løtu seinni hevði Rógvi ein
kraftmiklan headara, sum
streyk framvið tríkantinum.
Í seinna hálvleiki sást, at
AB vildi hava meiri burtur
úr, og teir matchaðu eisini
HB fyrstu løtuna. Teir fingu
ennntá sítt fyrsta skot upp á
mál, tó uttan at tað voldi
HBmálverjanum
størri
trupulleikar.
Men sjey minuttir inn í
hálvleikin misti dysturin
allar síðsta ferilin av spenn
ingi, tá Milan Kuljic meiri
ella minni ótarnaður slapp
at heada eitt hornaspark í
málið til 40.
Eftir hetta tóktust HB
leikararnir veruliga nøgdir,
og álopshugurin var so sum
so. AB hinvegin royndi at
trýsta, eisini hjálptir av tí
lotinum, sum HB í fyrra
hálvleiki hevði í ryggin.
AB royndi nú at trýsta,
og leikararnir stríddust fyri
sakini, í so ídnir við hvørt,
so teir høvdu hug at gloyma
bóltin. Men ikki komu teir
nærri enn tvey hálvhampi
lig skot frá Allani – burtur
sæð altso frá einum málið,
sum sami Allan snittaði í
netið, tíverri fyri hann frá
rangstøðu.
Ein tryggur HBsigur,
sum varð grundaður við ein
um framúr fyrra hálvleiki
og einum Andrew av Fløt
um í toppformi. AB? Ja,
teir mugu aftur til tekni
borðið.
HB-AB 4-0 (3-0)
Andrew av Fløtum (12.)
Andrew av Fløtum (15.)
Andrew av Fløtum (29.)
Milan Kuljic (52.)
Ein
sonn
fragd
Andrew av Fløtum var
sum vera man væl nøgd
ur, tá vit fingu orðið á
hann eftir dystin.
Tað var ein sonn
fragd at spæla á hesum
nýggja
vøllinum.
Og
sjálvandi eisini ein sonn
fragd at byrja so væl sum
við
einum
hattricki,
segði ein fegin Andrew.
Hann helt, at teir megn
aðu at halda eitt høgt
tempo, serliga í fyrra
hálvleiki,og klára teir at
halda støðið, kunnu teir
vinna á øllum.
Hetta er okkara borg,
og hana skulu vit verja,
segði
málrevurin
hjá
HB.
Hann viðgekk, at talan
var um eitt botnlið hinu
megin
miðuna,
men
Andrew helt kortini, at
teir stríddust væl.
Sjálvandi fóru vit
nakað niður í tempo, tá
vit komu upp á 40, tað
er bara náttúrligt, tí tá
var dysturin avgjørdur,
segði Andrew av Fløt
um.
Hann er glaður fyri at
vera í Føroyum aftur,
men hevur sum er onga
støðu tikið til fótbólts
framtíð sína.
Eg noyðist niður til
Danmarkar í oktober.
Sáttmálin við HB gongur
bara fram til kappingar
enda, so eg veit ikki,
hvat hendir eftir hetta.
Eg havi so ikki nakað
annað í kikaranum í løt
uni, so alt stendur opið,
segði Andrew av Fløtum,
sum sostatt ikki í løtuni
veit at siga, um hann fer
at halda fram í Føroyum,
ella leitar sær uttanlands
aftur.
(-leo)
Andrew kom, sá og sigraði
Andrew av Fløtum var stóri leikarin í fyrsta Formuladystinum hjá honum fyri HB í ár. Hann fekk nevniliga eitt ektað hattrick í
4-0 sigrinum á AB.
Mynd: Álvur Haraldsen
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1
NSÍ
17
12
-
2
-
3
31
15
16
38
2
B36
16
10
-
4
-
2
29
11
18
34
3
EB/S
17
10
-
2
-
5
29
21
8
32
4
HB
17
8
-
3
-
6
35
23
12
27
5
Skála
17
7
-
2
-
8
20
25
-5
23
6
GÍ
17
6
-
5
-
6
25
34
-9
23
7
B71
16
6
-
3
-
7
28
28
0
21
8
KÍ
17
5
-
3
-
9
25
26
-1
18
9
AB
17
2
-
4
-
11
19
35
-16
10
10
VB/S
17
2
-
4
-
11
15
38
-23
10
AB
HB