mikudagur 8. august 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 151 - 8. august 2007 ]
FCK spældi seg víðari
FCK spældi í gjár seinna dystin í 2. rundu av Champions
League-kvalifikatiónini, og her skuldu teir royna at verja
eina 1-0 leiðslu frá heimadystinum í Keypmannahavn á
útivølli ímóti ísraelska meistaraleiðnum, Beitar Jerusa-
lem. FCK megnaði at halda 0-0 allan fyrra hálvleik, men
tá ein tími var spældur legði Yitzhaki Beitar á odda, og
restina av hálvleikinum brendi á framman fyri málið.
FCK helt tó fast, og í umdystinum fekk danska liðið
týdningarmikla útivallarmálið, sum avgjørdi dystin, tá
Marcus Allbäck var uppá spæl. Dysturin endaði við
javnleiki 1-1, og sostatt spældi FCK seg víðari í
kappingini.
Gordon ávegis til Sunderland
Slaturin hevur leingi gingið um, at skotski landsliðmálmaðurin, Craig
Gordon, var ávegis til ensku Premier League. Uppflytararnir úr Sunderland
hava ligið fram við leingi, og nú er líkt til, at stríðið hjá teimum hevur givið
úrslit. Sum skilst á enskum miðlum, so hevur Gordon gjøgnumgingið ta
obligatorisku læknaroyndina og fingið síni persónliga viðurskifti upp á pláss,
og hann skiftir væntandi endaligt seinni í dag. Sunderland skal eftir øllum at
døma gjalda góðar 100 mió. kr. fyri málmannin, sum sostatt er dýrasti
málmaður í bretskari fótbóltssøgu.
B36 skal royna at
fylgja við oddalið
num, NSÍ, tá teir
taka ímóti B71 í
Gundadali í kvøld.
Tí er sigur krav hjá
hvíta havnarliðnum.
Vinnur B71 hinvegin
dystin, so koma teir
upp á fimta plássi í
formuladeildini
FÓTBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Í kvøld verður seinni útsetti
dysturin frá 17. umfarið,
sum skuldi leikast um viku-
skiftið, leiktur í Gundadali,
har B36 tekur ímóti B71.
Undan dystinum liggur B36
á øðrum plássi. Teir skulu tí
helst hava ein sigur burtur
úr dystinum fyri at hanga í
oddaliðnum NSÍ. B71 ligg-
ur ikki so væl fyri sum B36.
Teir liggja á sjeynda plássi,
men vinna teir dystin í
Gundadali í kvøld, so kunnu
teir smoyggja sær upp á
fimta plássið – fram um
bæði Skála og GÍ.
B36 væntar
harðan dyst
Hjá B36 stendur væl til við
fólki til dystin í kvøld.
Hóast onkrir av leikarunum
hava smáskaðar at dragast
við, so verður sagt úr B36,
at allir mans eru tøkir til
dystin.
Spælið hjá B36 var sera
gott undan summarsteðgin-
um, og megna teir at halda
fram við hesum, so vera
teir ringir at steðga tað, sum
eftir er av kappingini.
Hóast hetta, so væntar
ungi miðvallarin hjá B36,
Ingi Højsted, ein harðan
dyst í Gundadali í kvøld.
- B71 hevur víst, at teir
kunnu spæl upp ímóti øll-
um. Teir eru ringir at hava
við at gera, og so eru teir
sera sterkir í mótálopunum,
so hetta verður heilt víst
ikki nakar lættur dystur, sig-
ur Ingi.
Hann leggur tó afturat, at
B36 tó ætlar sær at vinna
dystin í kvøld.
- Ja, hesin dysturin skal
vinnast. Nú vann NSÍ jú
um vikuskiftið, so vit skulu
helst royna at hanga í
teimum uppi í oddinum.
Eru nøgdir við
eitt stig
Hjá B71 sær eisini hampi-
liga gott út við fólki, men
har eru tó ávísir skaðar.
Hanus Clementsen hevur
leingi verið darvaður av ein-
um álvarsligum knæskaða,
og hann verður neyvan at
síggja aftur á B71-liðnum í
ár. Afturat
honum
má
Jóhannus Jensen sita uttan
fyri við skaða til dystin í
kvøld.
Símin Hansen hjá B71
sigur seg vænta ein harðan
dyst í kvøld, men hann vón-
ar at fáa stig burtur úr
dystinum.
- Tað verður ein harður
dystur, og vit vera glaðir
um vit fáa eitt stig við okk-
um úr Gundadali. Kunnu
vit fáa meir enn tað, so ong-
antíð betur, sigur Símin
Hansen.
Sendingin 32 hjá
Sjónvarpinum vísti
í gjár ein tilburð frá
Formuladystinum
í Vági millum VB/
Sumba og EB/Streym,
har ein leikari hjá
EB/Streymi bleiv
sligin í andlitið. Nú er
spurningurin, hvørjar
fylgjur hetta fer at fáa
FÓTBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Væl dámda ítróttasendingin
hjá Sjónvarpinum, 3-2, sum
verður send hvørt mána-
kvøld, var als ikki fyri børn,
tá hon bleiv víst á sjónvarps-
skíggjum
kring
landið
fyrradagin.
Tá ið brot bleiv víst frá
Formuladystinum í Vági,
har EB/Streymur var á vitj-
an hjá VB/Sumba, sá man
ein tilburð seint í dystinum,
har
EB/Streyma-leikarin,
Hans
Pauli
Samuelsen,
bleiv sligin í andlitið av
venjaranum hjá VB/Sumba
eftir sigursmálið, sum EB/
Streymur fekk langt inni í
yvirtíðini.
Hvat er hent undan sjálv-
um tilburðinum, har venjar-
in slær, er ikki enn greitt,
men helst hevur venjarin
verið bæði óður og harmur
um málið, sum EB/Streym-
ur fekk, samstundis sum
hann eisini bleiv provoker-
aður eftir sjálvt málið.
Hvussu er og ikki, so kann
ein slíkur tilburður ongantíð
forsvarast, tí at slíkt hoyrir
als ikki heima á einum fót-
bóltsvølli.
Nú er spurningurin, hvørj-
ar fylgjur hetta fer at fáa.
Dómarin sá ikki
tilburðin
Gleðin var sjálvandi stór á
EB/Streyma-leikarunum, tá
teir fingu avgerandi málið í
Vági, men mitt í allari
gleðini bleiv eitt øgiligt rok
á miðjum vølli, tá áður-
nevndi tilburður fór fram.
Hetta endaði við, at ein av
útskiftingsleikarunum hjá
EB/Streymi
fekk
gula
kortið fyri sín leiklut í rok-
inum, og so var rokið yvir-
staðið, og dysturin bleiv
spældur liðugur.
Sum dómarin, Petur Rein-
ert, segði í Sjónvarpinum í
gjár, so sá hann ikki henda
tilburðin, har leikari bleiv
sligin, og tí er ikki væntandi,
at nakað fer at standa í dóm-
arafrágreiðingini, sum Fót-
bóltssambandi fer at fáa.
Tá vit tosaðu við fótbólts-
sambandið fyri løtu síðani,
var heldur eingin klaga
komin frá EB/Streymi, og
sum skilst frá felagnum í
Sundalagnum, so ætla teir
ikki at senda klagu inn um
tilburðin.
Fundur í Vági
Vit tóku eisini eitt prát við
formannin hjá VB/Sumba,
Bjarni Johansen, og hann
segði, at teir heldur ikki
hava tikið nakra endaliga
støðu um tilburðin, sum fór
fram móti dystarenda í
Vági. Felagið hevði fund
um málið í gjárkvøldið,
men hvat felagið er komið
ásamt um á fundinum, er
enn ikki greitt.
Stendur einki í dómarafrá-
greiðingini,
og
verður
eingin klaga send frá EB/
Streymi, so liggur bólturin
hjá starvsnevndini í fótbólts-
sambandinum. Starvsnevnd-
in kann av sínum eintingum
taka upp mál, sum hon
metir vera neyðug, og so
kunnu hesi málini fara til
viðgerðar í aganevndini.
Fyri tveimum árum síðani
skapti táverandi kappingar-
nevndin nýtt fordømi í før-
oyskum fótbólti, tá Bergur
Midjord og Jón Johannesen
fingu tríggjar daga leikbann
eftir ein tilburð í dysti á
Tvøroyri. Leikbannini ta
ferðina vóru grundað á sjón-
bandaupptøkur, men seinni
sama ár valdi nevndin ikki
at brúka somu heimildir í
øðrum førum.
Síðani hetta er reglurnar
hjá Fótbóltssambandinum
broyttar, og nú er tað starvs-
nevndin, sum hevur heimild
at taka slík mál upp. Um
teir ætla at taka hetta málið
upp, er enn ógreitt.
B36 skal hanga í oddaliðnum
Leikari sligin í Vági
Hans Pauli Samuelsen gjørdist sanniliga mittpunktið móti
endanum av dystinum í Vági, tá hann bæði legði upp til
sigursmálið hjá Arnbirni Hansen og fekk nevan undir vangan
frá VB-venjaranum
Mynd: Álvur Haraldsen