mikudagur 8. august 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 151 - 8. august 2007
13
TÍÐINDASKRIV
Sum kunnugt er Gøtubygd
gomul niðursetubygd heilt
aftur til landnámstíðina.
Í kjalarvørrinum á tí áhuga
verda útgrevstrinum í Syð
rugøtu í vár og í summar
har fornleivdir eru funnar,
sum í fleiri førum stava frá
víkingatíðini, hevur ein
áhugabólkur tikið stig til at
stovna eitt felag í Syðru
gøtu fyri at menna søguna
og ferðavinnuna á stað
num. Umhvørvið á hesum
staði er ein søgu og
náttúruperla og hevur
innan hesi øki ymiskt at
bjóða bæði ferðafólki og
heimafólki.
Stovnandi aðalfundur
nýggja felagsins verður á
Café Tøting á Tøtingarvirk
ingum í Syðrugøtu miku
kvøldið 22. august kl.
19:30. Símun Arge, forn
frøðingur, kemur at greiða
frá ymiskum útgrevstrum
og fornleivdum í
Syðrugøtu.
Eitt av endamálum
felagsins er at menna
søguna og søgutengda
ferðavinnu í umhvørvinum,
s.s. søguslóðir sum vit
eisini kenna aðrastaðni í
Føroyum. Stigtakararnir
vóna, at mong nýta høvi at
møta til tiltakið.
viðmerkingar
Eingin avvarðandi tekur
ábyrgd. Í Kringvarpsnevnd
ini er tøgn,
Kringsvarpsstjórin veit,
at best er at tiga.
Tíðindaleiðarin biðjur fólk
bara um at kæra. Lands
stýrismaðurin í mentamál
um torir ikki at nerta
tvungna borgaragoldna
stovnin.
Tað er ikki sjáldan
ónøgdin sæst hjá Føroya
fólki um misvísandi tíðindi
í Kringvarpi Føroya, uttan
nakra umbering, hóast
átalur.
Hinvegin kemur ofta fyri
í Danmarks Radio, at
tíðindaberin kemur antin
fram á skýggjan ella í
útvarpinum og sigur “Vi
har en rettelse....”!
Fyri fáum døgum síðani
fekk dugnaligi
tíðindamaðurin hjá donsku
TVavisen, Jeppe Nybroe,
av at vita frá ymiskum
síðum, frá fjølmiðlafólki,
professarum, fólki ið
viðgerð pressuetikk og
tíðindaleiðaranum Ulrik
Haagerup sjálvum, sum m.
a. sigur, at “hetta er sera
álvarsamt mál”.
Umbering ikki
nóg mikið
Hvat hevði so hesin
fjølmiðlasyndarin sagt og
gjørt?
Jú í frásøgn um sjón
varpsupptøku, segði hann,
meðan hann vísti “rull
andi” myndir, at hetta er
ein konvoj av donskum
hermonnum sum “fara út
úr Irak”, meðan myndin
vísti eina konvoj á veg úr
Kuwait inn í Irak.
Stjóri hansara í DR
gjørdi stutta prosess og
segði, hetta verður einasta
og seinasta ávaring og
umframt, sleppur hann ikki
aftur á skýggjan komandi
tríggjar mánaðirnar.
Hesin nipni tíðindamað
urin hevur í fleiri førum
biðið um umbering fyri,
tað hann kallar: “Jeg erk
ender, beklager og er ked
af, at have begået en fejl”.
– Tíðindini vórðu beinan
vegin tikin av skerminum.
Men so lætt sleppur hann
ikki. Fjølmiðlaløgfrøðing
urin Oluf Jørgensen frá
Danmarks Journalisthøj
skole sigur m.a. og vísir á,
at hetta vóru ikki bert
skeiv tíðindi, men:
“Det svækker DR’s
troværdighed, for det er en
bevidst vildledning, der er
sket”.
Tørvandi trúvirði
Eg havi hópin av lands
monnum við mær, tá eg
sigi, at ein upprudding í
tílíkum máli, hevði ikki
komið fyri í Kringvarpi
Føroya. Mangur hevur í
føroyskum bløðum, uttan
iva av røttum, givið ilt av
sær um kringvarpsstovnin.
Tey flestu bara geva frið.
Ein politikari klárar seg
altíð, annars skal hann
halda seg burtur uttanfyri
politikk. Men eg hugsi um
føroyingin sum heild.
Eitt av mongum dømum
er, tá vit fyri stuttum sóu í
Sjónvarpi Føroya ein
arbeiðsgevara, sum hevði
fingið arbeiði í Kommunu
skúlanum í Havn, verða
avsmurdan, tí hann var í
ætt við onkran, sum
arbeiddi hjá Tórshavnar
Kommunu og spurningurin
var um útbjóðingina. Eisini
varð borgarstjórin drigin á
tráð. Eg havi skilt, at kæra
er send fjølmiðlanevndini.
Spennandi at síggja úr
skurðin. Men hesin verður
so noyddur heldur enn at
arbeiða fyri at vinna pen
ing, nú at gera eitt størri
pappírsarbeiði. Hetta kann
Kringvarpið gjalda seg frá
og krevja peningin frá
lurtaranum.
Spurningurin er, um vit
bara síggja tind á ísfjalli
num. Eingin ivi er í, at
fleiri hava liðið undir veik
um leiðarum á kringvarps
liðinum, uttan eg kann
prógva tað.
Ongar avleiðingar
Sjálvur havi eg fyri stuttum
verið inni á tíðindaflutningi
frá bæði Sjónvarpi og
Útvarpi Føroya, sum eg
avgjørt meti at vera
álvarsliga misvísandi. Eg
komi at venda aftur til
hetta, helst við einum
fyrispurningi til Jógvan á
Lakjuni, landsstýrismann.
Ja, munur er á DR og
Kringvarpi Føroya, og
sannleikin er tíverri, at
eingin avvarðandi tekur
ábyrgd. Í Kringvarps
nevndini er tøgn, Krings
varpsstjórin veit, at best er
at tiga. Tíðindaleiðarin
biðjur fólk bara um at
kæra. Landsstýrismaðurin í
mentamálum torir ikki at
nerta borgaragoldna
stovnin.
Tilber at lesa aðrar
greinar um sama mál á
www.keldu.com
Munur á DR og Kringvarpi Føroya
løgtingsmaður
Jógvan við
Keldu
Í Dimmalætting hin 3.
august er áhugaverd
samrøða við Svenning
Tausen lærara um
móðurmálið. Tað hitar
altíð hjartað og tú og
fegnast um, at vit enn
eiga menn, sum vilja
móðurmálinum væl
Tí er spell og kennist tað
ikki sørt hugstoytt, at tað
finnast fólk, sum breiða
út haldleysar
skuldsetingar móti
teimum, sum royna at
eggja fólki til at fara væl
um málið. Eg haldi ikki,
at hesir hava uppiborið
slíkt heiti so sum
málpávar, puristar o.tl, tá
ið hugsað verður um alt
arbeiðið, ið komið er frá
hond teirra. Tað er ikki ov
nógv sagt, at Jóhan H. W.
Poulsen saman við øðrum
góðum fólki hevur savnað
og skrivað týdningarmesta
bókaverk, sum nakrantíð
er givið út í Føroyum
Móðurmálsorðabókina.
Slíkt er ikki nakað. tú
setir teg niður við borðið
og setur saman í nakrar
dagar. Tað gerst ikki upp í
tímum, hvussu nógv tíð
og orka er løgd í hetta
mikla mentannarverk.
Nú bókin er teldutøk, er
lætt at sláa upp í henni
hjá tí, ið fæst við at
skriva. Úrvalið av orðum
er ovurhonds, orð, sum
eru snøgg og liggja væl á
tunguni, umframt at neyv
kunning verður givin um
bendingar, føll og annað.
Tí skuldi verið lætt hjá
blað og fjølmiðlafólki og
øðrum, sum fáast við at
skriva at gjørt sær ómak
at kaga í hana, so at
málburðurin gerst betri
enn hann ofta er.
Ikki minst átti teldutøka
bókin at komið lærarum
og næmingum væl við. Tí
ljóðar tað øvut, at hesir
atfinnarar geva sær sjálv
um heitið málrøktarar, tí
orðið røkta merkir sum
kunnugt at taka sær væl
av, hjúkla um, ansa og
ikki minst røkja. Eg ivist
ikki í, at somu menn hava
tikið til sín mong av
nýggju orðunum og
nøvnunum, sum gjørd
eru. Neyvan vilja teir
venda aftur til tey útlend
sku. Hvussu mong munnu
í dag nevna farteldu sína
berbarur computari?
Hann má vera framas
økin, ið fær undirluta
kenslur av at lata seg
rættleiða av øðrum. Eins
og tað er sjálvfylgja at
læra næmingar at rokna
rætt, skuldi tað verið
sjálvfylgja at lært
næmingin at skriva og
tosa rætt. Man nakar
næmingur kenna seg
happaðan, tí lærarin
roynir gera hann
dugnaligan í støddfrøði,
lívfrøði, alisfrøði o.ø.?
Sama má vera galdandi,
tá ið talan er um at læra
næmingin málfrøði, at
skriva og tosa rætt.
Málrøktarar?
John S.
MyllhaMar
Stjórin í Strandferðsluni
heldur ikki, at stovnurin
hevur sett fyriskiparu
num av ovastevnuni
órímilig krøv
OVASTeVNA
Finnur Jensen
finnur@sosialurin.fo
“Strandfaraskip Landsins
hevur á hvørjum ári lagt
nógva orku í fyri at fáa
eina so góða loysn, sum til
ber í sambandi við
ovastevnu.”
Hetta stendur millum
annað í einum skrivi frá
Strandfaraskipum Land
sins, sum er sent fjølmið
lum í sambandi við ein
grein, sum stóð her í blað
num í gjár. Í greinini var
ein samrøða við Jákup av
Skarði, fyriskipara av ova
stevnu, ið fýltist á vánaligu
treytirnar, sum nólsoyingar
fáa frá Strandfaraskipum
Landsins.
Hesum vil stjórin í
Strandfaraskipum Land
sins, Regin Vágadal, ikki
hava sitandi á sær, hóast
hann í skrivinum váttar, at
nólsoyingar mugu rinda
15.000 krónur fyri leigan
av skipi allan vegin úr
Klaksvík, umframt gjaldið
á 20.000 krónur og hækk
aðu ferðaseðlaprísirnar um
borð á Rituni, sum fer at
kosta hvørjum festivalgesti
ein hundraðkrónuseðil.
Í skrivinum frá Strand
faraskipum Landsins
verður viðmerkt, “...at um
veðurlíkindi ikki verða til
vildar, sum allarhelst hevði
viðført fá fólk (sum vit
sjálvandi ikki vóna!), so
viðførir hetta eitt
fíggjarligt tap fyri SL”.
Strandferðslan avsannar beinspenning
Søga og ferðavinna knýtt saman
Gøtubygd er gomul niðursetubygd heilt aftur til
landnámstíðina
Aftursvar til Poul Mohr
Tað er púra misfatað, at okkara
umboðan í útheiminum er donsk.
Allir sendimenn og sendifull
trúðar eru settir av Føroya
Landsstýri, og teirra løn og aðrar
útreiðslur verða goldin av
føroyskum skattgjaldarum yvir
føroysku fíggjarlógina. Teirra
arbeiðsgevari er Uttanlandsdeildin
í Tinganesi, har Føroya Løgmaður
hveur politisku avgerðina og
ábyrgdina.
Við hávirðing
Anfinn Kallsberg
anfinn
KallSberg