Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. august 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 151 - 8. august 2007 Hóast Føroyar ikki eru nær búskap­arligu eggini, er kortini alneyðugt at tálma ovurhitaða búskap­in. Politisk semja er í samgonguni um, at tálmast skal umvegis fíggjarlógina fyri 2008. Í næstum byrjar fíggjarlógarsmíðið, og høvuðsmálið er at tálma útreiðslu­ vøkstrinum á fíggjarlógini. Á ein hátt kunnu vit siga, at p­olitiska skip­anin skal til p­róvtøku, tí sterkur ryggur krevst at tálma búskap­inum – serliga í einum valári. Búskapurin tá henda samgongan tók við Tá henda samgongan tók við á várið 2004, vóru útlitini fyri búskap­in vánalig. Rækjuvinnan var fyri bakkasti, og alivinnan hevði stóra afturgongd orsakað av sjúkum og lágum p­rísi. Tað var tí eyðsýnt, at neyðugt var at stimbra búskap­in. Afturgongdin í útflutninginum var uml 18 p­rosent frá 2003 til 2005, og innflutningurin minkaði uml. 10 p­rosent frá 2002 til 2004 – tvs. týðulig tekin vóru um afturgongd. Nettofráflytingin úr Føroyum var somuleiðis um 700 fólk tilsamans í tíðarskeiðinum frá 2004 til 2006. Hetta kom tó ikki óvart á nýggju samgonguna, tí longu um heystið 2003 sótu nýliga fráfarni landsstýrismaðurin við fíggjar­ málum, Bárður Nielsen, og eg sjálvur lið um lið í sambands­ hølunum á Gamla Ap­oteki og løgdu fíggjarp­olitikkin til rættis fyri komandi fýra árini ­ herundir designaðu skattalættan. Vit roknaðu við, at um einki varð gjørt fór fráflytingin at vera uml. 1.400­1.500 fólk tey fýra árini – tvs. uml. tað dup­ulta – hetta hevði nokk p­assað rímiliga væl. Sum støðan var, væntaðu vit, at stígur fór at vera í búskap­inum í 4 ár – m.a. út frá útlitunum í alivinnuni og rækjuvinnuni. Tískil løgdu vit 4­ára ætlarnir fyri fíggjarp­olitikkin. Tað er samstundis frágreiðingin up­p­á tey 4 stigini í skattalættanum – eitt trin fyri hvørt árið. Væl eydnað tiltøk Fyri at minka um afturgongdina varð valt at reka ein eksp­ansivan fíggjarp­olitikk, har m.a. skatta­ lættar skuldu nýtast til at seta ferð á búskap­in. Aðrar íløgur o.a. skuldu somuleiðis gerast fyri at skap­a virksemi. Hetta merkti samstundis, at fíggjarlógin skuldi hava hall. Sigast má, at tiltøkini eydnað­ ust væl. Stígurin í búskap­inum vendi til framgongd, arbeiðsloys­ ið minkaði, fráflytingin minkaði, op­timisman kom aftur – og skjótt var afturgongdin gloymd. Skattalættin náddi málinum Skattalættin bleiv, sum nevnt, gjørdur í fýra stigum – eitt fyri hvørt árið. Høvuðsendamálið var at stimbra búskap­in, men skatta­ lættin bleiv eisini designaður til at økja um hugin hjá tímaløntum at arbeiða meiri – tvs. tað skuldi loysa seg betur at arbeiða. Báðar ætlarnirnar vóru væleydnaðar. M.a. hava vit frætt, at lønarkrøv­ ini hjá fakfeløgunum ikki hava verið eins hørð, tí skattalættarnir hava givið limunum reallønar­ framgongd. Nakað av kritikki hevur tó verið av skattalættanum. Trup­ul­ leikin kom inn, tá skattalættin varð kombineraður við Samhalds­ fasta. Her skal tó viðmerkjast, at tað var ikki Samhaldsfasti í sær sjálvum, sum var trup­ulleikin – men kombinatiónin av skattalætta og Samhaldsfasta. Virkningurin bleiv – og er enn – at tað, sum varð latið í skatta­ lætta til teir lægstu lønarbólkar­ nar, varð tikið inn aftur í Sam­ haldsfasta. hetta arbeiðir fíggjar­ málaráðið við at gera nakað við í einum nýggjum skattaup­p­skoti. Kortini hevur skattalættin verið eitt gott tiltak, sum stimbraði búskap­in, tá tað var neyðugt, gjørdi tað hugaligari hjá fólka at arbeiða meiri og hevur verið við til at tálma lønarvøksturin. Ein lærdómur er tó nokk, at vit áttu kanska ikki at skrivað ein fýra ára skattalætta inn í eitt samgonguskjal. Tíðirnar broytast jú skjótt, og tað gjørdu tær eisini í hesum valskeiðinum. Afturgongd vend til framgongd Í 2005 fór aftur at ganga framá í búskap­inum. Hetta stóðst lutvíst av skattalættanum, lutvíst av góðum vinnup­olitikki og lutvíst av øðrum stimbrandi tiltøkum – m.a. við at hall var á fíggjarlóg­ ini. Vit eiga at frøðast yvir, at p­olitikkurin hevur verið væl eydnaður. Vit mugu tó samstundis eisini minnast til, at tað ikki einans var p­olitikkurin, sum skap­ti búskap­­ arliga framgongd. Rentan var sera lág, og nýggj lán við avdrátt­ arfrælsi komu á marknaðin. Hetta stimbraði keyp­ið og harvið búskap­in og hevði eisini árin á handilsjavnan og gjaldsjavnan. Tá fíggjarlógin fyri 2006 varð løgd á heysti 2005, var ikki lætt at vita, at keyp­shugurin og stimbranin fór at vera so stór. Tí varð p­olitikkurin ikki lagdur um í 2006, men var framhaldandi eksp­ansivur – hetta var tó neyvan nakar stórur feilur. Tó má nokk sigast, at tað var eitt mistak einki at gera fyri at tálma í 2007. Tá átti tað at hava verið gjørt! Arbeiðsmarknaðurin og Føroya Banki Framgongdin í búskap­inum, ið stavaði frá stórari keyp­iorku orsakað av lægri rentu og nýggj­ um lánum, var ikki einans í Føroyum, men eisini í útlandi­ num, og hetta merkti størri eftirsp­urning eftir m.a. arbeiðs­ megi og p­artabrøvum. Hetta hevur elvt til størri trýst á føroysku arbeiðsmegina. Føroysku virkini hava tí havt ringt við at kap­p­ast um arbeiðs­ megina. Fyri at hjálp­a up­p­á hetta hevur landsstýrið ætlarnir um at op­na arbeiðsmarknaðin á ein skip­aðan hátt fyri at fáa hendur á meiri arbeiðsmegi. Økta keyp­iorkan hevur eisini elvt til hækkandi p­artabræva­ kursir, og kursirnir sigast nú at vera søguliga høgir á m.a. fíggjar­ stovnum. Einskiljingin av Føroya Banka fall tí hep­p­ið út, og lands­ stýrið fekk ein góðan p­rís á p­arta­ brævamarknaðinum. Hetta eiga vit eisini at frøðast um, sjálvt um nógv uttan iva kenna seg at hava fingið ov fá p­artabrøv, tí eftirsp­urningurin var so stórur. Útlitini komandi árini Frá at hava byrjað við afturgongd er búskap­urin nú vendur til stóra framgongd – hvørji eru so útlitini komandi árini? Fyri at svara hes­ um mugu vit hyggja eitt sindur at, hvat hendir í verðini rundan um okkum. Vit kunnu staðfesta, at olju­ p­rísirnir aftur eru hækkandi. Orkustovnurin hjá OECD, Inter­ national Energy Agency (IEA), og National Petroleum Council (NPC), sum er eitt ráð mannað av amerikonskum oljufeløgum, meina, at oljup­rísirnir eisini frameftir fara at hækka. Tí heita hesir stovnar á londini í OECD um at leggja um til aðrar orku­ keldur enn olju. Tá henda ráðgev­ ing kemur frá sjálvum oljufeløg­ Uppi yvir einum ovurhitaðum búskapi Kronikk Magni Laksafoss Politiska skipanin skal til próvtøku, tí sterkur ryggur krevst at tálma búskapinum – serliga í einum valári. ” Skjótt vendist í búskapinum. Vit eru farin frá 8 mia. í skuld til 4 mia. í ogn og niður aftur á null eftir fáum árum. Hetta vísir, at ovurhitingin ikki einans er ein spurningur um arbeiðsmarkn­ aðin. Onnur viðurskifti fara eisini av lagi, tá búskapurin er ov heitur ” Samgongan hevur givið landsstýrismanninum í fíggjarmálum heimild at tálma ovurhitaða búskapin gjøgnum fíggjarlógina fyri 2008. Árligi vøksturin á fíggjarlógini skal tálmast. Hetta ber ikki neyðturviliga sparingar við sær, men útreiðsluvøksturin skal tálmast. Tað kann merkja, at nakað av teirri menning av samfelagnum, sum annars er stungin út í kortið, má útsetast nakað. Lesið kronikkina sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og búskaparfrøðing­ urin, Magni Laksáfoss, skrivar, nú áðrenn politiska telvingin um fíggjarlógina fyri 2008 byrjar Magni Laksafoss, landsstýrismaður