hósdagur 9. august 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 152 - 9. august 2007
Verður tað upp til
varaborgarstjóran
í Klaksvík, Jákup
Mikkelsen, skal
nýggi barnagarðurin
í kommununi eita
Margitar barnagarður
NavNauppskot
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Varaborgarstjórin í Klaks
víkar býráð, Jákup Mikkel
sen, ætlar at leggja uppskot
fyri sosialu nevnd, um at
nýggi
barnagarðurin
á
Traðargøtu í Klaksvík fær
navnið Margitar barnagarð
ur, veit heimasíðan hjá
Klaksvíkar Kommunu at
siga.
Margit var drívmegin
Verður
navnauppskotið
samtykt,
verður
barna
garðurin uppkallaður eftir
Margit Joensen, sálu. Hon
var fyrstvalda kvinna í
Klaksvíkar býráð og for
kvinna í sosialu nevnd, tá
verkætlanin fór av bakka
stokki fyri umleið 20 árum
síðani. Harafturat var Marg
it Joensen drívmegin í
arbeiðsbólkinum, sum fyri
skipaði
hesa
verkætlan
saman við Trónda Fuglø
arkitektum.
Barnagarðurin á Traðar
gøtu letur upp 17. septem
ber. Dagurin verður søgu
ligur, við tað at hetta er fyrs
ti barnagarður, sum Klaks
víkar
Kommuna
letur
byggja
Pláss er fyri 64 børnum í
nýggja
barnagarðinum.
Hetta merkir, at Klaksvíkar
Kommuna nú er við at
nøkta
ansingartørvin
í
kommununi.
Í komandi viku verða
allar
starvsfólkasetaninar
komnar undir land, og tey
børn, sum fáa pláss, hava
fingið fráboðan.
Barnagarðurin á Traðargøtu er fyrsti barnagarður, ið Klaksvíkar Kommuna letur byggja
Navnauppskot:
Margitar barnagarður