hósdagur 9. august 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 152 - 9. august 2007
Nú frammi er, at FSF
ætlar at senda fótbólt
á Rás 1 hjá Televarp
inum, er áhugavert at
hyggja at, hvussu víða
Televarpið røkkur í
Føroyum
Vørp
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Hjá teimum, ið síggja Tele
varpið,
hevur
hugsanin
kanska ikki ligið frammaliga
í huganum, men millum
teirra, ið ikki eiga lut í til
boðunum hjá Televarpinum,
hevur ofta verið havt á lofti,
at Televarpið ikki røkkur
kring allar Føroyar.
Nú FSF sambært, Sosial
inum í gjár, væntandi fer at
senda føroyskan mansfót
bólt í Televarpinum, er
spurningurin um útbreiðslu
na aftur sera aktuellur.
Edvard í Skorini Joensen,
virkandi stjóri á Televarp
inum, sigur, at enn røkkur
Televarpið ikki alt Føroya
fólk, men at arbeitt verður
støðugt við at útbyggja
sendinetið.
Televarpið røkur meira
enn 80 % av Føroya fólki ,
og í heyst um 90% av fólk
inum, sigur hann.
Væl við
Vit hava biðið virkandi
stjóran sagt okkum, hvørji
øki ikki síggja Televarpið.
Sambært virkandi stjóran
um, so er støðan í Streym
oynni tann, at Televarpið
sæst í høvuðsøkjunum, men
ikki sæst í Tjørnuvík, Saks
un og Norðadali, men rest
ini av Streymoynni.
Í Eysturoynni sæst Tele
varpið sum heild. Undantik
in er norðari/eystari partur
av Eysturoynni og á Eiði,
men í Ljósáum er ivasamt.
Í Funningi, við Gjógv og
í Oyndarfirði og har á leið
sæst ikki, men í Fuglafirði,
Leirvík og Gøtu sæst Tele
varpið.
Hinvegin er ivasamt við
Æðuvík, meðan restin av
Eysturoynni, ið ikki er
nevnt her, sær Televarpið.
Norðoyggjar svartar
Í Klaksvík sæst Televarp
ið, og í økinum kring Klaks
vík, men restin av Norð
oyggjum eru svartar.
Suðurøkið partvís
svart enn
Í Sandoynni verður sent í
Skopun, á Sandi, í Skálavík
og partvís í Húsavík og
Skúgvi.
Enn er Televarpið ikki at
síggja í Suðuroynni, men
sendari verður í hesum døg
um settur upp í Hvalba.
Hesin
røkkur
Hvalbiar
bygd, men arbeiðið við at
seta
sendarar
upp
í
Suðuroynni heldur fram.
Edvard í Skorini Joensen
sigur, at um alt gongur sum
ætlað, og um viðrar, so er
liðugt at seta sendarar upp í
Suðuroynni um tveir mánað
ar. Sostatt kunnu suðuroy
ingar vænta sær lut í Tele
varptilboðnum í oktober.
Kunning um gongdina um í
Suðuroynna kemur í næstm
frá Televarpinum.
Vágoyggin partvís
Vágoyggin er rættiliga væl
við, men tó er Televarpið
ikki í hvørjari stovu. Á
Vatnsoyrum síggja ikki øll,
men annars sær øll oyggin,
uttan Gásadalur og í Myki
nesi sæst ikki.
Televarpið
hevur
um
7000 kundar.
Sláturhús í Dímun – og aðrastaðni
Í eina tíð hevur Útoyggjafelagið arbeitt við eini verkætlan um eitt
framleiðsluhús á útoyggj, har tilfeingið úr náttúruni kann hagreiðast
og góðskast. Við hesum kann ein skapa grundarlag fyri øktum
virksemi, sum er grundað á rávøruna, sum er á teimum ymisku
útoyggjunum. Ætlanin er at byrja fyrst í Stóru Dímun, har
endamálið er at nýta ein part av húsinum sum sláturhús og hina
helvtina til annað vinnuligt virksemi, millum annað góðsking av
seyðaskinnum. Sambært Útoyggjafelagnum er kostnaðurin av
bygninginum, sum er 8 ferðir 21 metrar stórur, mettur til 1 mió
krónur. Ætlanin er at byrja á Stóru Dímun og síðani halda fram við
hesum virkseminum á øðrum útoyggjum.
Áheitan á myndugleikarnar
um fígging
Nú Útoyggjafelagið hevur sett sær fyri at leggja lunnar undir vinnuligt
virksemi á útoyggj, hevur felagið sent á eina áheitan og kunning til
løgtingið um ætlaðu framleiðsluhúsini. – Ítøkiliga verður hetta gjørt
við at semja fæst um at seta pening á komandi fíggjarlóg ella eyka
fíggjarlóg, so at henda verkætlanin kann gerast veruleiki, sigur
formaðurin í felagnum, Óla Jákup úr Dímun. Tey eru sinnað at koma á
fund at greina og greiða gjøllari frá verkætlanini. Víst verður á, at
møguleikarnir fyri at búleikast á útoyggj er knýttir at øktum virksemi,
og at henda verkætlanin fær neyðugan politiskan stuðul og vælvild.
Televarpið røkkur ikki
alt Føroya fólk
BBC veit at siga, at
kring Skotland doygg
ja lundapisur, tí tær
fáa ikki nóg mikið av
føði. Støðan tykist
hættislig
FuglalíV
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Í Føroyum hevur verið fram
mi, at lítið er til av fugli,
eisini lunda, og BBC veit at
siga, at kring Skotland er
støðan hin sama.
BBC sigur, at lundapisur
svølta og doyggja kring
skotsku oyggjarnar. Lundar
nir finna ikki nóg mikið av
føði til pisur sínar við oyn
na St, Kilda. BBC hevur tíð
indini frá NTS, National
Trust for Scotland.
Pisur í stórum tali liggja
deyðar. Vaksnu lundarnir
koma við sjópróni (pipe
fish) til pisurnar, og tær klá
ra ikki at svølgja henda
fisk. Í lundaholunum síggj
ast leivdir av hesum fiski,
ið ikki er etin, og tískil ligur
og rotnar.
Sama er galdandi fyri
rytu og rytupisur, har støð
an er lík tí hjá lundanum.
Køn fólk siga, at hesin
fiskur nærum ikki er sædd
ur áður á hesi leiðini.
Aðrastaðni á somu leið
verður sagt frá, at ein pisa
kemur undan fyri hvørt 8.
reiður.
Hinvegin sigst, at lovigi
klárar seg væl á ST. Kilda.
Sum heild verður upplýst,
at sjófuglurin kring Skot
land í ár ikki havur havt tað
gott í paringstíðini, og at
hetta sæst aftur.
Bob Swan, fuglafrøðingur
á oynni Canna, sigur, at
støðan, sum nú er íkomin,
er ikki sædd áður.
Mong hava helst stúrsað
við í morgun, tá tey gingu
framvið
Føroya
Banka.
Lyftu tey eygum sínum upp
í loft, sóu tey hesa sjónina,
sum myndamaður okkara
fangaði í morgin: Eitt
vindeyga, sum er við at
detta úr!
Onkur
hugsar
kanska
sum so, at nú kom veruleikin
fram um “innara” virðið í
bankanum, tí støðan var
kanska ikki so góð sum
mett, nú ein partur av
honum var einskildur.
Hinvegin sigur umdømið
bankans á keypsskálanum
úti í heimi helst meiri um
veruligu støðuna. Har eru
eingin slingur í valsinum
og eingi vánalig vindeygu.
Her verða vindeyguni
tvørturímóti brúkt til at
hyggja longur út í heim!
sb.
Lundapisur svølta
kring Skotland
Eitt vindeyga út í heim
Hóast eitt vindeyga hongur
í leysum lofti, er tað sama
ikki galdandi fyri støðu
bankans
Mynd: Jens Kr. Vang
Televarpið røkkur meira
enn 80% av Føroya
fólki. Tá útbyggingar
eru lidnar í heyst, verður
útbreiðslan so mikið stór,
at eini 90% av fólkinum
kunnu síggja og hoyra
Televarpið, sigur virkandi
stjórin, Edvard í Skorini
Joensen. Kortið gevur eina
leysliga ábending um,
hvørji øki í landinum í
dag hava møguleika at
fáa lut í tilboðunum hjá
Televarpinum.
(Kort: J.T. Einarsson)