hósdagur 9. august 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 152 - 9. august 2007
tíðindi
Seglskip á Sjómannadegnum
Leygardagin 18. august fara Dragin, Vestward Ho, Jóhanna, Norðlýsið, Anita og Fram
at sigla inn á Vágna í Klaksvík og harafturat stórir føroyskir bátar. Felagið Dragin skipar
fyri stórum tiltaki á Sjómannadegnum í ár. Stóru føroysku seglskipini hava játtað at vera
við í eini regattasigling. Eftir skránni hjá Sjómannadegnum 07 koma seglskipini á
Klaksvík um 8-9 tíðina leygarmorgunin og leggja at á Stongunum. Kl. 10 fara skipini re-
gattasigling út eftir Vágni og norður gjøgnum Kalsoyarfjørð, og um viðrar seta tey segl
á Vágni. Eisini fara stórir føroyskir bátar við árum og seglum at leggja at bryggju
norðuri á Stongunum, tá seglskipini samstundis fara frá. Um hálvgun eitt tíðina fara
hesir bátarnir so frá aftur Stongunum og sigla á Vágni. Kl. 15 koma seglskipini aftur til
bryggju á Stongunum, so tað verður ófør skipa og bátaferðsla á Vágni Sjómannadagin.
Ókeypis koyring
Tað er lag á manni at koma til Klaksvíkar
Sjómannadagin, tí tað er ókeypis at koyra
ígjøgnum Norðoyatunnilin frá kl. 06 leygar-
morgunin og til kl. 06 sunnumorgunin. Ong-
um nýtist at halda seg aftur orsaka av tunnils-
gjaldinum.
Ódemokratisk, kallar
Rúna Sivertsen,
mannagongdina, ið
Fólkaflokkurin brúk
ar at velja formann.
Anfinn Kallsberg
heldur hinvegin, at
mannagongdin illa
fær verði meir demo
kratisk
Formansval
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Sambært viðtøkum fólka-
floksins, er tað tingbólkurin,
ið velur nýggjan formann.
Soleiðis var eisini, tá valið
til formanssessin herfyri
stóð millum Bjarna Djur-
holm og Jørgen Niclasen,
har tað endaði við, at Jørgen
Niclasen varð valdur til for-
mann. Og tað var júst tann
støðan, ið fekk Rúnu Sivert-
sen at halda mannagongdina
vera ódemokratiska.
Skilur ikki atfinn
ingarnar
Rúna Sivertsen vísir á, at av
tí at tað bert eru tinglimir,
ið kunnu atkvøða á form-
ansvalinum, kundi Bjarni
Djurholm ikki atkvøða fyri
sær sjálvum, tí hann er
landsstýrismaður. Hendan
møguleikan hevði Jørgen
Niclasen hinvegin, og brúkti
hann eisini.
Hartil hevur skipanin við
sær at, at ein ikki-fólkvaldur
varamaður á tingi kann at-
kvøða, meðan ein fólkavald-
ur tinglimur, ið hevur átikið
sær at fara í landsstýrið fyri
flokkin, má frásiga sær
hendan møguleikan, sigur
Rúna Sivertsen.
Fyrrverandi formaðurin í
flokkinum, Anfinn Kalls-
berg hevur tó ilt við at skilja
atfinningarnar frá Rúnu
Sivertsen
- Eftir mínum tykki fær
skipanin við at lata tingbólk-
in velja formannin illa verð-
ið meir demokratisk. Hetta
er í øllum førum ein máti at
tryggja sær, at øll valdømini
er umboðað í atkvøðugreiðs-
luni, sigur Anfinn Kalls-
berg.
Hann dugir illa at síggja
tað skilagóða í at lata lands-
stýrismenn
sleppa
at
atkvøða út frá tí grundgev-
ing, at tað skuldi gjørt valið
meir demokratiskt.
- Um bæði landsstýris-
maðurin og hansara vara-
maður skuldu atkvøtt, hevði
sama valdømi havt tvær
atkvøður, meðan onnur bert
høvdu eina, minnir hann á.
Ikki øðrvísi enn
onnur mál
Rúna Siversten heldur tó
framvegis, at tingbólkurin
er eitt alt ov afturlatið og lít-
ið forum til at taka ein so
álvarsliga avgerð sum, hvør
skal stjórna flokkinum.
- Havandi í huga, hvussu
vit alla aðrastaðni í samfel-
aganum arbeiða fyri størri
opinleika og gjøgnumskyg-
ni, haldi eg, mannagongdina
við at lata tingbólkin velja
formannin vera beinleiðis
ótíðarhóskandi, sigur Rúna
Sivertsen.
Í hesum sambandi minnir
Anfinn á, øll okkara politis-
ka skipan byggir á eina
umboðsmentan.
- Vit lata jú hvønn dag
okkara fólkavaldu politikar-
ar taka avgerðir okkara veg-
na. Satt at siga dugi eg illa
at síggja, at hetta málið skul-
di verið so øðrvísi, sigur
fyrrverandi
formaðurin,
sum minnir á, at viðtøkur
floksins eru fylgdar neyvt í
hesum sambandi.
Rúna Sivertsen sigur, at
hon er fullgreið yvir, at
flokkurin hevur fylgt við-
tøkunum í hesum málinum,
men tað merkir ikki, at
spurnartekin ikki kann set-
ast við hesar viðtøkur.
- Eg haldi at vit eiga at
læra av hesum og nýta høv-
ið til at broyta viðtøkurnar
fyri formansvalið, sigur
Rúna, sum sjálv heldur, at
formaðurin eigur at veljast
á landsfundinum.
- Tað hevði bæði verið
meir demokratiskt, umframt
at formaðurin hevði staðið
munandi sterkari við einum
breiðari valgrundarlagi, sig-
ur hon.
Sein reaktión
Um Rúna veruliga meinar,
at spurningurin er so álvar-
samur, at viðtøkurnar eiga
at broytast, undrar tað
Anfinn Kallsberg, at hon
ikki hevur gjørt vart við
sína ónøgd fyrr.
- Tað eru 14 ár síðani vit
avgjørdu at broyta lógina
soleiðis, at formaðurin skul-
di veljast í tingbólkinum
heldur enn á landsfundinum,
tí tann mannagongdin var
hildin at vera óneyðuga
tung. Tí tykist tað sera løgi
at Rúna nústani kemur í
tankar um, at hon er ónøgd,
sigur Anfinn Kallsberg.
Til hetta sigur Rúna, at
øll árini, Anfinn Kallsberg
hevur sitið sum formaður,
hevur breið semja verið um,
at hann skuldi halda fram.
Tí er trupulleikin við manna-
gongdini ikki komin til sjón-
dar fyrr enn nú.
Fegnast um nýggja
formannin
Rúna
Sivertsen
leggur
áherðslu á, at hennara
atfinningar onki hava við
úrslitið av valinum at gera.
- Eg eri sera glað fyri, at
Jørgen Niclasen gjørdist
nýggjur formaður í flokkin-
um. Hann er ein dugnaligur
politikari við óvanliga góð-
um vilja og hegni til at fin-
na loysnir. Eisini sum taktik-
ari hevur hann gott tev fyri
hvønn veg, politiska leiðin
ber, sigur Rúna Sivertsen,
sum ikki ivast í, at Jørgen
Niclasen verður ein góður
formaður fyri Fólkaflokk-
in.
Ósemja um formansval í
fólkaflokkinum
Rúna Sivertsen, fyrrverandi tingkvinna fyri Fólkaflokkin, heldur at tíðin er komin at broyta
viðtøkurnar fyri, hvussu formaðurin í flokkinum skal veljast
Rúna Sivertsen hevur havt 14 ár til at gera vart við sína
ónøgd við mátan, flokkurin velur formann, sigur fyrrverandi
formaðurin, Anfinn Kallsberg, sum undrar seg yvir, at hon
nústandi ger vart við seg